Tað er sum í ævintýrinum hjá brøðrunum Grimm um Snjóhvítu, tá ónda drotningin spyr spegilin, hvør er vakrast í landinum. Og ikki kann sigast annað, enn at ull er í munninum á teimum, sum úttala seg um Skansan og ta útbygging, sum har er ætlað at gera. Ullin er í minsta lagi tvítrátt. Summi halda Skansan vera eitt avgreiðslumál hjá handilsvinnuni á havnafrontinum, og onnur halda Skansan vera eitt mál av fornminnisligum slag, ið fyrst og fremst skal verja okkara einasta mannaverk av hesum slag. Málið er vorðið so forskansað, at hvørki bygdarfólk ella havnarfólk kunnu hava eina sjálvstøðuga, objektiva meining. Fyri at gera klandursmálið um Skansan til hin fulkomna fløkjustampin, eru nú gjørdir tveir samnevndir propagandabólkar á Facebook: Skansin, ovast, móti Skansanum, niðanfyri.
Her eru stuttorðaðu lýsingarnar av báðum Skansabólkunum:
Tað er jú beint í tráð við fremsta hjarnamál í føroyskari mentan og atferð. Vit skulu hava tvey av øllum, bíbliutýðingar bara fyri at nevna eitt, sum gongur í tveimum og kanska trimum. Kanska byggja vit bara ein nýggjan Skansa, tá hin fyrri ikki sæst longur. Og so er tað sum politiskt prosjekt hjá einstaklingum, fyrst og fremst Heðini í Havn, Bigga í Klaksvík og øðrum við. Persónliga Skansastøðan er so spent, at fríggjakvøldið, tá atkvøðast skuldi um X-Factor, tá helt onkur skemtari fyri: "Vilt tú í Skansan, so skriva Heðin-Heðin-Heðin."