Í tíðindaskrivi frá Listasavni Føroya í dag verður boðið til almenna upplating í Savninum fríggjadagin 12. februar kl 16. Tá letur framsýningin Zacharias Heinesen. Føroyskur mosaikkur upp.
Framsýningin, sum er opin til 10. apríl, er retrospektiv og vísur eitt úrval av listini hjá Zacharias Heinesen frá endanum av 1950'unum til í dag. Hin 19. mai í ár verður Zacharias 80 ár, og dømi um nógva virksemið hjá honum er framsýningin, sum var í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík í august, har tær tríggjar myndirnar av honum eru tiknar, Heystframsýningin á Skipasmiðjuni í Havn, og nýggjastu gávuprent til limirnar í Steinbrá, sum Zacharias gjørdi, tá hann arbeiddi við stórum verkum í Steinprenti fyri jól.
Zacharias Heinesen hevur arbeitt við nógvum miðlum ígjøgnum árini, men á framsýningini í Listaskálanum eru oljumálningarnir í miðdeplinum, umframt brotamyndir úr viði, eins og landslagið er berandi myndevnið.
Í innbjóðingini til framsýningina, sum letur upp fríggjadagin, skrivar Nils Ohrt, savnsleiðari, soleiðis:
Zacharias Heinesen (f. 1936) er the Grand Old Man í føroyskari myndlist, skjótt 80 ára gamal og framvegis virkin. Fyri mong eru hansara landslagsmyndir ein dragandi syntesa millum føroyska náttúru og modernaða myndlist, við teirra dámi av einum koloristiskum mosaikki.
Í málninginum omanfyri, Sól og tám, Haldórsvík frá 1987, vísur listin hjá Zachariasi Heinesen seg frá sínari allarbestu síðu. Í einum sprøklutum litspæli av bláum, reyðum og grønum flatum liggur bygdin sveipað í sól og tám. Litirnir eru um somu tíð tænari og harri. Á tann hátt endurskapa teir ein veruleika, ið kennist aftur, og samstundis mynda teir koloristisku flatarnir eina abstrakta kompositón.
At lýsa landslagið við bygdini sum ein prýðiligan mosaikk er tað stóra íkastið hjá Zachariasi Heinesen í føroyska list. Hann hevur gjørt tað í einum ótali myndum, síðan hann frá fyrst í 1980-unum fann seg sjálvan sum listamaður.
Við sínum flykrandi virknaði stendur myndin úr Haldórsvík í skuld til ta fronsku impressionismuna, sum eisini dyrkaði tað sólfylta támið og upploysnina av tingunum. Samstundis eru litflatarnir við til at strika undir dámin av flata og relieffi í myndini, so sum Cézanne og abstraktu eftirmenn hansara í franskari list vístu tað.
Eisini frælsið hjá litunum í mun til myndevnið hevur franskan uppruna. Men allan henda arvin hevur Zacharias Heinesen umsitið á sín egna hátt. Í hansara føroysku ”mosaikkum” eru sansing, kraft og fjølbroytni.
So sum í tí føroyska veðrinum eru litirnir stundum dempaðir, men Zachariasi Heinesen hóvar betur sól og stilli. Tá smílast Føroyar, men í myndini úr Haldarsvík eru tær nær við at læa, skrivar Nils Ohrt í innbjóðingini til framsýningina, sum letur upp í Listasavninum fríggjadagin kl 16.