Útvarpið visti í kvøld at siga frá einum týskum bloggi , at kendasti týski filmsleikstjórin, 70 ára gamli Wim Wenders, er í Føroyum. Hann er her í fýra dagar í Saksun og Gásadali í sambandi við komandi filmin Submergence , sum byggir á aðru skaldsøguna hjá Jonathan M. Ledgard , ið New York Times hevur kosið at verða ársins bók. Høvuðsleikarar eru James McAvoy, Alicia Vikander, Celyn Jones og Jess Liaudin. Framleiðslufeløg eru: Backup Films, Green Hummingbird Entertainment, Lila 9th Productions, Morena Films, PalmStar Media og Waterston Entertainment. Fotografurin er belgiski Benoît Debie , sum hevur arbeitt fyri Rihanna, og í fjør vann Camerimage virðislønina fyri besta 3D film, hin erotiska Love (Gaspar Noe). Debie er heilt egin fotografur, og belgiska filmsfotograffelagið skrivar soleiðis um aktuellu uppgávuna, har Debie verður spurdur um nýggja Wenders-filmin: "Wim Wenders wanted to shoot in 3D, but the movie is financed by the Americans, and they didn’t thi...