Skip to main content

Fer Loveless at vinna Gylta Pálman?


Í ovurmorgin, sunnukvøldið 28. mai, endar filmstevnan í Cannes. Tá eru altíð gitingar um, hvør man fáa Gylta Pálman frá dómsnevndini, serliga nú filmstevnan hevur 70 ár á baki.

Havi ongan film sæð, men leikstjórarnir eru allir spennandi, og hava verið væl umboðaðir á skránni hjá Filmsfelagnum seinastu árini.

Niðanfyri eru teir 20 filmarnir - fyrst við enskum og síðan við upprunaheiti, um tað er annarleiðis - ið eru við í kappingini um Gylta Palman, Palme d'Or, sum í ár er prýddur við 167 gimsteinum í sniði hjá Chopard:


In the Fade, Aus dem Nichts, Fatih Akin, Týskland
The Meyerowitz Stories (New and Selected), Noah Baumbach, USA
Okja 옥자 Okja, Bong Joon-ho, Suðurkorea, USA, USA
120 Beats per Minute ‡, 120 battements par minute, Robin Campillo, Frakland
The Beguiled, Sofia Coppola, USA
Rodin, Jacques Doillon, Frakland, Belgia
Happy End, Michael Haneke, Frakland, Týskland, Eysturríki
Wonderstruck, Todd Haynes, USA
Redoubtable, Le Redoutable, Michel Hazanavicius, Frakland
The Day After 그 후 Geu-hu, Hong Sang-soo, Suðurkorea
Radiance 光 Hikari, Naomi Kawase, Japan, Frakland
The Killing of a Sacred Deer, Yorgos Lanthimos. Írland, Bretland, USA
A Gentle Creature, Sergei Loznitsa, Ukraina, Frakland
Jupiter's Moon, Jupiter holdja, Kornél Mundruczó, Ungarn
The Square, Rutan, Ruben Östlund, Svøríki, Danmark, USA, Frakland
L'amant double, François Ozon, Frakland
You Were Never Really Here, Lynne Ramsay, Bretland, USA, Frakland
Good Time, Joshua og Ben Safdie, USA
Loveless Нелюбовь, Andrey Zvyagintsev, Russland

Formaður í dómsnevndini er 67 ára gamli Pedro Almodóvar, sum er kendasti spanski filmsleikstjóri, ið er á lívi. Hann sæst mitt fyri undir hatti.


Í allari rúgvuni av nøvnum havi eg leingi hildið, at russiski Andrey Zvyagintsev (f.1964) eigur at fáa eina týðandi vesturlendska virðisløn fyri filmisk avrik higartil. Men støðið verður sjálvandi tikið í tí filmi, sum er á skránni beint nú.

Hann er við á høvuðsskránni í Cannes í ár við Loveless (Nelyubov). Við áðurnevnda fyrivarni er hann mítt boð!

21. apríl í ár skrivaði eg soleiðis á blogginum um filmstevnuna í Cannes, sum í ár hevur 70 ár á baki:

"Í høvuðsskránni, har kappast verður um Gylta Pálman, Palme d'Or, er fleirfaldaði Cannesvinnarin úr Eysturríki, Michael Haneke, við Happy End, sum Filmsfelagið fer at vísa í vetur. Filmurin er um eitt húski í franska býnum Calais, har flóttafólk eru baksýnið. Ídni franski François Ozon, ið gjørdi Frantz, sum Filmsfelagið júst hevur víst, fer at vísa erotisku nøtrisøguna L'Amant double, og russiski meistarin úr Novosibirsk, Andrey Zvyagintsev, fer at vísa Loveless, sum er enska heitið á filminum um sonin, ið hvørvir, tá foreldrini ætla at fara hvør til sítt. Andrey Zvyagintsev man hava gjørt sterkasta filmin í Filmsfelagnum, Leviathan, sum elvdi til streymslit í øllum landinum, tá hann varð vístur í Havnar Bio. Grikski leikstjórin, Yorgos Lanthimos, sum fyrr hevur gjørt Dogtooth og The Lobster, fer at vísa The Killing of a Sacred Deer, sum er ein psykologisk ræðusøga. Sterkar evropeiskar søgur á filmi, sum eisini er eyðkennið fyri skránna í Cannes, ið er fremsta listaliga filmstevnan."


Eina viku seinni slapp ein norðurlendusr filmur á skránna í Cannes. 28. apríl skrivar bloggurin:

"Filmstevnan í Cannes kunngerð nú, at svenski leikstjórin Ruben Östlund (f.1974) er boðin til Cannes við nýggja filminum Rutan, sum hevur enska heitið Square. Filmurin byggir á eina veruliga uttandura listaframsýning í Svøríki. Filmurin er boðin við í almennu kappingarskránna, har gullpálmin er virðislønin. Fyrri filmurin hjá Ruben Östlund var Force Majeur, sum vann Dómsnevndarvirðislønina í Cannes í 2014, og varð vístur í Filmsfelagnum tá. Katja Adomeit, sum er altjóða framleiðari hjá Sakaris Stórá, var ein av teimum, sum framleiddi tann filmin, og eisini henda nýggja Rutan (The Square). Myndin er frá stuttfilminum um eitt ætlað bankarán Händelse vid bank, sum nýggi filmurin byggir á."