Í hesum døgum eru sekstan norðurlendskir lærarar á skeið í Føroyum. Ferðaleiðari er Stefan Åge Hardonk Nielsen, ið sigur, at tey savnast kring norðurlendskar smábøkur, sum tey sjálvi gera til undirvísing á øllum málum, eisini smámálum, ið vanliga ikki sleppa uppí part.
- Atlantbib.org er ein norðurlendsk verkætlan á netinum, ið eisini er ein bloggur og ein Facebooksíða, har endamálið er savna smáar bøkur í evni til undirvísing, á øllum málum, eisini finskum, sámiskum og grønlendskum. Í løtuni eru flestu bøkur danskar, svenskar, norskar og føroyskar, tí júst hesi lond eru við í verkætlanini, sum er knýtt at Nordplus skipanini, sigur Stefan.
- Bøkurnar eru um staðbundin viðurskifti og kunnu brúkast í lærugreinum sum landafrøði, søgu, náttúru, list, mál og mentan. Bøkurnar, sum vit gera á netinum, týða vit til hini málini, og lesa tær inn sum ljóðbøkur á øllum málum. Á henda hátt kunnu næmingar í til dømis Danmark og øll onnur, sum hava áhuga, lesa um fletting yvirhøvur og um hina víðagitnu sólarmyrkingina í 2015 í Føroyum, og samstundis hoyra málið í brúki. Tú kanst eisini lesa og lurta á egnum máli, so tú skilir innihaldið. Atlantbib.org er ein nonprofit skipan, sum er ókeypis at brúka og krevur einki hald ella login, sigur Stefan, ið hevur ábyrgdina av ætlanini.
- Hugskotið kom fyri trimum árum síðan, sigur Stefan. - Tað var at gera einfaldar fakbøkur, har næmingarnir eru við í bókagerðini heilt frá hugskoti til lidnu bókina. Næmingarnir skriva, finna myndir, fáa brúksloyvi og lesa tekstin inn. Næmingarnir fáa fatur á ektaðum, autentiskum, innihaldi og gerst praktiskir mentanararbeiðari í norðurlendskum mál- og mentanarsamstarvi, sigur Stefan, sum er lærari og skúlabókavørur á Vonsild Skúla í Kolding.
Í Skúlanum við Streymin eru tveir lærarar við í verkætlanini. Tær eru Thordis Dahl Hansen og June-Eyð Joensen. Tær vilja hjálpa og vegleiða øllum áhugaðum, so aðrir næmingar í Norðurlondum kunnu fáa ein størri og tíðarrættari kunnleika um Føroyar og føroysk viðurskifti í teirra skúla.
Teir lærarar, sum í hesum døgum eru í Føroyum og vitja skúlar, eru úr Klæbu í Noregi, Halmstad í Svøríki og Kolding í Danmark.