Nú er hvørki at ivast ella angra. Tað krevur sín mann, at sova í tjaldi í Føroyum. Í hvussu er, um tú vilt liggja á fyrstu havparkett, og samstundis hava atgongd til allar nútímans hentleikar, sum stórbýðurin kann bjóða.
Sum hjá skótunum er at verða til reiðar, tá hann øtlar veðrið. Altíð til reiðar, eisini ein leygardag í mai, tá vinfólkini sóla sær suðri í heitaru londunum.
Nei, her var einki sýnið í kvøld. Eg haldi eg dragi fyri, og leggi meg bara, her við havsins hjarta. Góða nátt!