1300 kilometrar á súkklu í allar bygdir og allar oyggjar í Føroyum. Tað hevur Høgni Mohr, rithøvundur, sett sær fyri í nýggju bókini Fractura nasi. Fyri ólavsøku í fjør møtti eg honum í Mykinesi við súkkluni á herðunum mitt í brøttu lendingini. Høgni skrivar: "Hann avmyndar meg, meðan eg renni. Eg dvølji einki, men haldi avstað..." So satt, so satt. Avstað uttan dvøl. Takk fyri bókina og góða framløgu í Tjørnuvík leygarkvøldið!