Miloš Forman á filmstevnu í Karlovy Vary í Kekkia í 2009 (Foto: Pétr Novak)
Í gjár andaðist tjekkiski filmsleikstjórin Miloš Forman í USA, 86 ára gamal. Tað skriva kekkiskir miðlar við konuni, Martinu, sum keldu. Síðan hava allir vesturlendskir miðlar og tíðindastovur borið tíðindini. Seinastu árini hava eyguni bilað og ikki bar til hjá Forman at gera film. Hann andaðist heima í Warren, Connecticut.
Í 1967 var hann í uppskoti at fáa amerikansku Oscarvirðislønina fyri besta útlendska film, Brandamenn í eldi, úr Kekkia. Greitt var, at filmurin var ein hvøss og atfinnandi viðmerking til politisku støðuna í heimlandinum beint tá. Hann gjørdi sjey filmar í Kekkia, sum blivu forbodnir, innan hann í 1968 flýddi til París og árið eftir til USA, har hann búsetti seg og gjørdist ríkisborgari í 1977. Tílsamans nítjan filmar hevði hann fingið frá hondini, nú hann andaðist eftir stutta sjúkralegu.
Kendasti filmur hann gjørdi, er One Flew Over the Cockoo’s Nest (1975) við Jack Nicholson í høvuðsleiklutinum. Filmurin fekk fimm Oscarvirðislønir og er enn merktur top rated movie á IMDB heimasíðuni og av flestu við áhuga fyri filmi mettur sum ein klassikari. Í 1979 gjørdi hann flipputa tónleikafilmin Hair og í 1984 kom Amadeus, ið av mongum verður mettur sum eitt høvuðsverk, kanska serliga tí hann fekk átta Oscarvirðislønir.
Á blogginum finni eg tvær føroyskar tilvísingar til Miloš Forman.
Í samrøðu heima hjá Katrini Ottarsdóttir í Hedehusene á vári í 2015, segði Katrin Ottarsdóttir at fyrsti filmur hon sá í einum útlendskum biografi var eftir Miloš Forman. - Eg sá One Flew Over the Cuckoo’s Nest við Jack Nicholson, sum var eitt sterkt og stórt upplivilsi. Filmiskt góvu hesin filmurin og Cabaret mær nógv. Teir hava skumpað meg tann vegin, eg valdi.
Í 2012 fekk Anton Petersen gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Anton, sum var 27, gekk á tjekkiska filmsskúlanum FAMU í Prag, sum er millum teir elstu í Evropa, stovnaður í 1946. Úr næmingalistanum kunnu vit nevna Milos Forman og Agniezska Holland, sum bæði hava vunnið Oscarvirðislønir. Umframt 80 útlendskar studentar, vóru 350 lesandi á kekkiska filmsskúlanum.