Skip to main content

Unspoiled bygdarlív


Í Vágum tykist náttúra og umhvørvi ikki so spilt av ferðavinnu, hóast flogvøllur og nógvur trafikkur er her um leiðir. Omanafyri síggjast húsini, sum Búsetur byggir í Bø. Eins og bygdin er alt í pakt við nátturu, umhvørvið og tað siðvenju, sum vit vanliga tengja afturat føroyskari húsabygging.


Ert tú varin og tryggur við bilin, kanst tú eisini ger ein avstingara frá landsvegnum til Gásadals oman á Traðarveg og vóna, at tú ikki møtir einum bili. Tað gera vit heldur ikki.


Men hinumegin hegnið, sum er fram við vegnum, sært tú fleiri lomb, ið longu eru komin væl fyri seg. Umframt tey vanligu einslittu, er eitt so sprelskt fótsvart, sum spælir handan hegnið í sólini.


So kemur hann, Airbussurin hjá Atlantsflogi, inn eftir Sørvágsfirði.


Vit síggja beint undir búkin á honum, meðan hann ger klárt at seta seg á lutfalsliga stóra flogvøllin, sum tú neyvan varnast í landslagnum, tá koyrt verður fram við Vatninum. Tað er ein rár útsikt í landinum, har so stórt virksemi er. Eingi gomul rustaði arbeiðsamboð og eingin skerv- ella moldrúgva og ongar kápilrullur, ið bíða eftir montering. Fyrimyndarligt. Myndina tók eg við Vatnið í jólakavanum, seinast.


So aftur til Sørvágs, har dagsins rutuflogfar ger klárt at seta seg fyrsta sunnudag í summarhálvuni, meðan fólk ganga sunnudagstúr.


Í Havn er um somu tíð grátt, og eitt regntungt lokkanet sæst í vindeyganum heima í Tórsbyrgi.


Fram við sjóvarmálanum undir Bíggjarvegi í Sørvági gongur seyður og etur tara í fjøruni, gras í bakkanum og helst vegsalt uppi á vegnum eisini.


Vit parkera í Gásadali, so sum ávist er á eini greiðari talvu, ið ikki kann misskiljast. Sama gera flestu onnur, nú rúmsátt er, tí ljóti tombola-konteynarin, ið varð festur við betongklossum, er burtur. Her er snøgt og unspoiled at taka móti ferðafólki.


Men tá vit ganga móti vegnum inn á Bakka, sum leiðir oman móti Múlafossi, síggja vit, at har parkera fleiri bilar. Ein heilur hópur av ungfólki kemur úr einum bussi, føroyingar og onkrir finnlendingar, eins og hinir bilarnir, sum eru slongdir fram við vegjaðaranum, tí øll vilja avmynda fossin í eini knappari vending her og nú. Snópisligt, at føroyingar og teirra føroysku bilar ikki akta greiðu skeltini við eins greiðu boðunum. Ikki fari eg nærri enn hetta, tí so síggjast nummarpláturnar.


Portrið er hvørt ár stuttligt at síggja. Tað ber boð um livandi slit, og at fólk býr her og arbeiðir við jørðini og tí, sum hon gevur. Øðrumegin ein snildur gummistroppur, sum heldur portrinum læstum, og hinumegin ein skrellispann, sum er forsvarliga bundin, um tú bráddliga skuldi havt ánáðir at blaka nakað frá tær í Gásadalsvindinum. Botnurin á skrellispannini er tó nakað ivasamur til burturkast, men kanska er hann góður sum fóðurmaskina, botnurin.


Av bakkanum, ið er tryggjaður við sama hegni, sum lombini í Bø brúka, standa útlendsku elskovspørini og kontemplera púra unspoiled. Hetta er vakurt, hetta er stórbært.

Ikki eri eg so fegin um bráðkomnar hæddir, og tá eg í svartaskóm hyggi niður fyri meg, hefti eg meg við niðurtraðkaða runudíkið, sum eg standi mitt í. 


Harald Bjørgvin fangar fotografin, og sendur mær hesa metamynd av tveimum, sum hyggja at Múlafossi og einum, ið hyggur at svartaskóm frá Clarks, sum nú eru runutir.


Ikki tí, Múlafossur er sjáldsama stuttligur at eygleiða liggjandi ella standandi gjøgnum fotolinsu, tað verið seg við full frame speglrefleksi ella iPhone, sum passar í lumman.


Tað stuttliga er, at fuglarnir sveima um fossin og lata seg bera av uppriftini, sum vindurin ger í lendinum millum klettarnar. Og so kemur ein havhestur, gulur frá nevinum og undir bringuni. Hann mann hava skrætt eitt egg í seg á onkrari rók, kanska er tað eitt egið egg, eitt sjálvsegg. Hann sveimar upp at Múlafossi og gevst ikki, fyrr enn hann er reinur og hvítur um bringuna aftur. Gott, tað ikki er Summarmáladagur.


So fara tey um Dalsánna og niðan móti bygdini, so sum tey komu fyri Nikonlinsuna hjá Haraldi.


Her er brúgvin um Dalsánna og góða gøtan, Tøðutún, niðan í bygdina. Tveir hundar hoyrast av hinari gøtuni, Lækjutúni. Leggið til merkis, at gøturnar eru organiskar og ikki stroyddar við skervi ella steinsettar, sum í øðrum bygdum, eingin nevnd, eingin gloymd.


Bygdin er enn sum áður, unspoiled, íð hvussu er fyri mínum eygum, hóast hon ikki er eitt deytt fornminnasavn. Her liva fólk teirra vanliga lív, og her er virksemi sum í flestu bygdum. Ferðafólkini hoyrast úr øllum ættum, men alt tykist væl skipað.


Í Gásadalsgarði er opið frá 14 til 20 og her fæst alt tað vanliga á eini føroyskari kafé. Men tað sjáldsama er, at hetta er eitt lokalt sláturhús, sum lættliga kann broytast til kontinentalt matstovuvirksemi eisini. Skerpikjøt úr egnum haga og eitt krúss av kaffi. Betri verður tað ikki. Haldi, at amerikansku ferðafólkini við næsta borð eru samd.


Eins og í Bø eru flestu nýbygdu húsini í tí siðbundna føroyska stílinum, svørt við hvítum vindeygum og flagtekju. Einasta, ið skemmir so mikið, at eg í dag lati tað liggja uttanfyri myndina, er eitt less av betongbrotum, sum onkur lastbilaførari hevur vippað so glæsiliga mitt í dalin. Í dag fegnast vit um húsini.


So til Havnar at vitja lítla Olaf á Argjum.


Hann vil sleppa út at eta. Vit velja Burger King í SMS, sum passar honum, og okkum við, sum fótur í hósu. Takk fyri ein deiligan dag!