12.5.18

Hvat er ein poppsangur?


Eitt av kendastu tónaskøldum á sonevnda rútmiska økinum frá mitt í tjúgindu øld og inn í hesa øldina er amerikanski Burt Bacharach. Í dag er hann 90 ár og er enn á konsertferð í Evropa og USA. Saman við tekstahøvundinum Hal David hevur hann sum fáur definerað poppsangin sum eitt galdandi og lógliga vitborið fyribrigdi á plátu, og hartil ikki sørt stovureint eisini. Skulu vit bera saman við nakran annan, eru nøvn sum Neil Diamond og Neil Sedaka, ið kunnu koma mær til hugs í hesi undirkendu sjangru. Ein long røð av sangum hjá Burt Bacharach eru blivnir standards, tí stílurin er nógv breiðari enn bara samdøgursflugan á grammofonplátu. Stílurin, sum oftast er transparent lættur, kann taka støði í jazzi, fara í poppin og nema við kompleksu brasiliansku tónleikahevdina, sum vit kenna frá bossa nova, og nøvnum sum Gilberto, Jobim og Sergio Mendes. Minimalistiskt kroysti trompetspælarin Herb Alpert myndaði eisini fatanina av Bacharach, tá This Guy’s in Love with You kom fram sum ein anakronisma í kollveltingarárinum 1968, árið fyri at B.J.Thomas sang Raindrops Keep Falling on My Head í poetiska kovboyfilminum um Butch Cassidy and the Sundance Kid. So koma systkinini Carpenters, sum í 1970 definera longsulsfyltar sunnudagar hjá hampafólki á bygd við (They Long To Be) Close To You. Á plátuhúsanum - ein nývaskaður bilur. Dionne Warwick minnir ikki bara á vegin til San José í trýssunum, men minnir mitt í fýrsunum eisini á, hvat vinir eru til í That's What Friends Are For. Soleiðis hevur Bacharach sum eingin annar lagað tað fatanargrundarlag, sum poppistar - tað eru tey, ið lurta seriøst eftir tónleiki fyri hálvvaksin - og brúka sum eitt ljóðspor, ið hevur myndað estetiska karmin um lívið, og enn ger tað hjá miðal hampafólki av borgarliga slagnum. Eingin, kanska Diamond, veit betur enn Burt Bacharach, hvat ein poppsangur er. Ein playlisti á Spotify í stundini. Tað er tað.

Myndin er frá heimasíðuni hjá Burt Bacharach í dag.