Gudmund Helmsdal innnleiðir sýningina við suðurkoreanska "Parasite" í Filmsfelagnum 5. februar. Eftir útseldu frumsýningin í Filmsfelagnum gekk filmurin í tríggjar vikur í Havnar Bio, har í miðal 100 fólk sóu hann hvørja ferð. Ole Wich tók myndina.
Hvussu trúfastur er biografgangarin, og hvørja ávirkan fer koronastongsulin at hava, tá biografarnir opna aftur?
Tað hevur danski filmstovnurin, Det Danske Filminstitut, kannað í samrøðu við 1300 fólk, tá donsku biografarnir høvdu verið stongdir í sjey vikur.
Í 10 stigum er nú tikið saman um úrslitið, so tað er lætt og skjótt at lesa.
Mest sum allir filmar í Filmsfelagnum og teimum báðum biografunum, Havnar Bio og Atlantis, eru frá donskum filmsútleigarum, ið eiga rættindini at vísa aktuellar biograffilmar í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tí kann danska úrslitið eisini lesast sum ein varislig støðumeting av miðal føroyska biografgangaranum, og hvussu hann ella hon metir givnu støðuna tá umræður at fara í biograf aftur og undir hvørjum treytum.
Meginparturin av áskoðaraskaranum í Filmsfelagnum er kvinnur.
Ein munur er tó, at í Danmark hava tey Biografklub Danmark, sum promoverar film, meðan vit í Føroyum hava Filmsfelagið.
Móðurmálsdagin 25. mars var ætlanin hjá Filmsfelagnum at frumsýna teir báðar føroysku filmarnar ”Ábyrgd” hjá Katrin Joensen-Næs og ”Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal.
Í staðin vórðu filmarnir vístir á væleydnaða drive-in tiltakinum, sum Durita Fagradal Augustinussen skipaði fyri á keiini í Vestmanna farna vikuskifti. Báðir filmar verða tó eisini sýndir sum ætlað í Filmsfelagnum, tá biografarnir opna aftur.
Seinasta sýning í Filmsfelagnum var við danska yvirgangsfilminum Krudttønden hin 11. mars.
Her er kanningin hjá danska filmstovninum.