Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2020

Ein nýggj dýrtíð dagar undan

Á veg í felags skrellspannina, har vit koyra ódálkað pappír til jarðiska endurnýtslu, varnaðist eg í morgun eitt nýtt tilboð millum verðsligu bløðini, sum hvørja viku lýsa og larma við enn størri og betri vørum, sum eg ikki visti vóru til, og enn minni haldi, at eg skal forkela meg við beint nú. Tí fara øll hesi brandnýggju lýsingabløð tað beinu leið í skrell, men ikki fyrr enn eg havi frígjørt tey úr jarðiska líkposanum, sum postmaðurin varisliga leggur í mín plastkassa, sum allar aðrar dagar stendur tómur og óbrúktur, bara ikki henda dag í lýsingini. Í hesi postmodernistisku tíð, sum er eyðkend við ongum posti, sprakk tilboðið frá hesum eina blað frá seinastu vitnum heimsins í eyguni. Millum mínar uppstandilsistankar um, at ein og hvør spard króna er tvífalt vunnin, og at besta og mest solidariska tilboð burdi verið "Spar alt - keyp einki" ella "Keyp alt - spar einki" fyri tey lættkeyptu, dvøldist eg eina løtu við hetta nýggja tilboð millum gylta konfekt fr...

Er hon lesbisk ella ikki?

Sunnkvøldið sá eg amerikanska filmin Freeheld , ið byggir á veruligar hendingar, har tvær kvinnur í parlagi ikki sleppa at gera av, hvør teirra skal fáa pensiónina hjá henni, sum situr í einum góðum løgreglustarvi og brádliga gerst deyðasjúk. Saman hava tær keypt eini hús, ið hin eftirsitandi ikki hevur ráð at gjalda. Góður amerikanskur filmur, sum setur hugsjónina um javnrættindi á breddan. Men so kom mær til hugs tær atfinningar, ið nýliga hava verið frammi um leikarar, sum á filmi spæla annað enn tað, tey sjálvi eru beint nú, sum um filmurin ikki var fiktión, men veruliga filmaður veruleiki sæddur við einum Gudseyga í tí høga, har indiánarar, um teir medvirka, eru so troyttir av lívinum, at teir hava teknað seg at vera við í kovboyfilminum fyri at verða skotnir og doyggja. Fyri hálvt hundrað árum síðan var líknandi lívligt kjak í føroysku heimunum, um Ian Gillan var trúgvandi, nú hann hevði átikið sær høvuðsleiklutin í Jesus Christ Superstar. Fór at leita, um filmstjørnan...

Hans Baianstovu á Lorry

Navnið fornoktar seg ikki, tá barr og matstovuleiðarin á Lorry í Oslo trínur út í tún. Tað er Hans Baianstovu. Jú, hann er úr Føroyum, foreldrini eru føroysk og úr barnaárum minnist hann klárt, hvussu saltstroytt skerpikjøt smakkaði uppá breyð, nýbakað, angandi føroyskt rugbreyð. Men hvussu bar tað til at starvsleiðin lagaði seg soleiðis, at Hans kom higar á Lorry at stíla fyri á einari tí søguríkastu matstovuni og úrvalsríkastu barrini í norska høvuðsstaðnum? - Eg byrjaði sum heilt ungur at arbeiða sum barista á kafé, so bleiv eg barback og ryddegutt , sum gongur til handa og rennur til og frá í barrini, og síðan á eini náttklubbabarr. Eg elskaði tað frá fyrstu løtu, so eg tók skeið í at reka barr, bleiv barrstjóri á trimum-fýra náttklubbum í Oslo í tíðarskeiðnum 2007 til 2011. So fór eg til Melbourne í Avstralia og arbeiddi eitt hálvt ár á einum stað, sum var tailendsk matstova, náttklubbi og týsk ølhøll. - Et veldig kult sted, og Melb hade mye av det som poppet opp i Os...

Maskukontekstur

Í ár var eitt sjáldsamt høvi at taka hesa mynd á ólavsøku. Ikki tí, í útvið tjúgu ár hava fólk savnast akkurát her, á Doktaragrund at hátíðarhalda tað, sum vit hefta at hugsanini um ein tjóðardag, og hvussu langt vit eru komin í strembanini at skapa skilning fyri hesi hugsan, og síðan at skipa eina føroyska tjóð við undirtøku í fólkinum. Í gomlum døgum vóru fólkafundir júst her, so komu parkeringsplássini, sum enn standa við, og seinastu árini er tað Unga Tjóðveldi, ið hevur tikið siðin til sín at hava fólkafundir millum søguligu veggirnar, ið minna okkum á, at alt hevur sína tíð. Møttu vit júst hesum fólkahópi og vistu einki um kontekstin ella savningarmentanina, so hildu vit ivaleyst at hetta vóru nýkomin ferðafólk av einum streymlinjaðum ferðamannaskipi úr nýggja heiminum, sum við munnbindi frammaní komu í land at manifestera ástøðufundin við myndatóli eina evarska løtu fyri vinfólkum í tí fremmanda, rætt sum Marco Polo og aðrir rannsóknandi landkannarar í fyrndini. Tá høv...

Í talgildum einsemi

Mikudagin 19. august innleiddi Gitte Klein, sálarfrøðingur, franska filmin Celle que vous croyez , sum hevur enska heitið Who you think I am og dannska heitið Forført . Høvuðsleikari er 56 ára gamla stjørnan Juliette Binoche og leikstjóri er 52 ára gamli Safy Nebbou. Tað er Filmsfelagið, sum skipar fyri. Gitte er aktuell við bókini Talgilda framtíðin - hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt. Her er inngangurin: Social Distancing merkir nakað tað sama, sum at vera sosialur og halda frástøðu. Ella at vera sundur og saman. Hetta heitið fór veruliga at gera um seg, samstundis sum alt fleiri børn og ung fóru at nýta meiri og meiri tíð við online spølum, í hvør sinum kamari og ofta í hvør sínum landi. Sum tímarnir í einsemi øktust, fór samfelagið at bera í bøtuflaka fyri atferðina. Børnini vóru sosial, tey vóru bara saman á eina annan hátt enn fyrr, á ein hátt sum var júst eins góður og aðrir mátar. Hetta eru nýggjar tíðir, og nýggir møguleikar, varð sagt. Og tey, sum varlig...

Fýramannafar flotað á Gitche Gumee

Seinastu árini hevur exil-føroyingurin, Torfinn Hansen, tikist við at smíða eitt fýramannafar. Báturin er skaptur inni í skóginum við Lake Superior* í Kanada. Nú er flotta farið endiliga flotað slakar 5.000 kilometrar úr Føroyum. Sum myndin vísir, flýtur báturin væl á verðins víðasta vatni. Hann hevur vakurt og harmoniskt spring. Fýramannafarið hjá Torfinni er skitsað við íblástri frá fotomyndum og upplýsingum úr skipalistanum og bókini hjá Andras Mortensen um hin føroyska róðrarbátin. Listarliga skapið er tó eisini tikið úr kensluríkum minnum. Í fimmtiárunum plagdu Torfinn og barndómsvinurin í Havn, Rógvi Holm, at meta, hvussu ymsir bátar bóru seg. Fúrstaligt far Á hesum nýggja farinum eru 19 føtur og 10 tummar millum stavna; tað er tveir tummar undir eitt fýramannafar. Reisingarnar eru sum á røttum føroyskum báti, men stavnarnir standa tó nakað hægri fyri at gera bátin meira fúrstaligan. Tollarnir lena væl út, men sjálvur báturin er ikki so væl útlagdur. Næstovasta ...

Varskó: Handaverk og list skal á breddan nú!

Katrin Bech, verkætlanarleiðari, og Eyðun Gaard, stjóri í Námi  (foto: Árni Øregaard) Fyri Nám hevur Katrin Bech, verkætlanarleiðari, síðan ársbyrjan kannað og kortlagt lærugreinina handaverk og list og borið saman við støðuna í øðrum londum. Støðan er ikki góð, men nógv kann gerast  Orsøkin til kanningina er at finna í samgonguskjalinum, har sagt verður, at neyðugt er at styrkja kreativu og handaligu lærugreinarnar. - Tað var júst hendan arbeiðssetningin, eg fekk frá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, og síðan at gera eina roynd at finna fram til átøk, hugskot og loysnir, ið kunnu styrkja handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin. - Fleiri orsøkir eru til, at fakið ikki hevur ta rúmd, ið tað eigur, sigur Eyðun og vísir á, at í kjalarvørrinum á Pisa-kanningunum hevur stórt fokus verið á lestrarfakligu lærugreinarnar í hádeild, sum helst hava skúgvað handaligu lærugreinarnar til viks. Pisa-sjokkið - Í Noregi hava tey tosað um ”Pisa-sjokkið”, og rákið hjá okkum, sum er...

Hvør er besti filmur í Norðurlondum?

Altjóða filmstevnan í Haugesund er av og eins og á hvørjum árið endar hon við at kunngerða, hvørjir filmar eru í uppskoti at fáa Filmsvirðislønina hjá Norðurlanda Ráðnum, sum er 350.000 danskar krónur. Í bókstavarøð eftir upprunalondunum eru hesir fimm spælifilmar í uppskoti: Danski filmurin Onkel , sum Frelle Petersen hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Dómsnevndin sigur um filmin: "I Onkel er alt småt – ikke forstået som ’ubetydeligt’, ’ligegyldigt’, ’bagatelliseret’ og ’banalt’, men som ’alment’, ’lokalt’, ’ydmygt’ og ’rendyrket’. Onkel ser det store i det små. I filmisk sammenhæng hører det bestemt til småtingsafdelingen, at en ung kvinde drømmer om at opleve verden, men samtidig føler sig bundet til den handicappede og ensomme onkel, der har opdraget hende. Men Onkel rammer netop de store følelser i et af livets mange små valg rent … renhjertet. Uden filmstjerner, med amatører, på en almindelig gård, på en lille dialekt i et glemt hjørne af fjerne Sønderjylland ...

Tveir góðir á Netflix

Hóast tað ikki er politiskt korrekt í hesum døgum at viðmæla stroymingtænastur heima á sofuni, nú biografar stríðast við at bjóði fólki góðar filmar, sum eru nýggir og viðkomandi, vil eg kortini bróta hugsaða fiskibannið, tí eg havi drigið tveir góðar á Netflix.  Ein amerikanskan, Uncut Gems , sum fær meg at revurdera Adam Sandler, og en pólskan, The Hater , sum loftar nýggja føroyska hugtakinum talgildsbúgving. Amerikanski filmurin Uncut Gems er gjørdur til Netflix og stroyming. Høvuðsleikarin, sum í tveir tímar og eitt korter myndar filmin, er Adam Sandler, ið eg higartil fyri alt í verðini havi roynt at sloppið undan, tí hann er so infantilt stupidur. Nú hevur hann fingið uppreisn í leiklutinum sum diamanthandlari í New York, sum er í konstantari skuld, tí hann er eisini ein vónleysur gamblari og góðtrúgvin spælifuglur, sum krossar leiðina hjá gírigum veðlánarum, ið við gleði fær meg at hugsa aftur á Rod Steiger í The Pawnbroker um jødan, sum við diskin hevur gloymt, hvat gjør...

Henrik Kaufmann - “I kongens navn”

Inngangur hjá Hans Andrias Sølvará, sum er dekanur og professari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparseturi Føroya, tá Filmsfelagið mikukvøldið hin 12. august sýndi nýggja danska filmin “Vores mand i Amerika”: Tá ið Danmark varð hersett av Týsklandi 9. apríl 1940 vórðu umboðsfólk Danmarkar uttan fyri tað hersetta Danmark sett í eina tvístøðu, sum veik frá støðuni hjá eitt nú umboðsfólki Noregs. Danska stjórnin valdi at vera sitandi og samstarvaði við týska hersetingarvaldið, meðan norski kongurin og norska stjórnin rýmdi úr Noregi til London, har stjórnin arbeiddi saman við bretum um at fría Noreg frá týska hersetingarvaldinum. Sendifólk Noregs í øðrum londum kundu tí vera trúgv mótvegis norsku stjórnini, sum var í útlegd í London, og samstundis stríðast saman við teimum sameindu ímóti fasistisku samgonguni. Sendifólk Danmarkar komu hinvegin í eina tvístøðu, tí tey antin máttu umboða eina stjórn, sum samstarvaði við fasistisku samgonguna, ella eisini máttu tey leggja sjó...

Korona fer ikki at taka lívið av biografinum

- Nei, korona skal ikki sleppa at taka lívið av biografinum, sigur Jákup Eli Jakobsen í Havnar Bio, tá hann verður spurdur um gongdina í løtuni og komandi filmar. Í hesum koronatíðum hava allir heimsins biografar verið stongdir. Í dag eru bara fáir biografar í Føroyum, ein í Havn og ein í Klaksvík, og helst hevur biografvirksemið verið tað virksemið, sum harðast hevur kent sviðan av koronakreppuni. Samstundis eru størstu íløgufeløgini, ið fyrst hava fíggjað filmarnar og síðan leiga teir út, farin at stroyma filmarnar á egnum pallum til hvønn einstakan keypara heima í stovuni, nú biografarnir hava ligið deyðir og ikki geva nakra inntøku, tí fólk sleppa ikki at síggja film.  Við áheitan um at brúka munnbind, fer Filmsfelagið at stuðla Havnar Bio við at vísa nýggja danska filmin ”Vores mand i Amerika” mikudagin.  Filmurin er um sendiharran Henrik Kaufmann, sum ikki vildi samstarva við nasistisku samstarvsstjórnina í Danmark undir krígnum. Hans Andrias Sølvará, professari í søgu á...

Hvammurin reistur

  Í dag var reisigildi í Hvamminum í Tórsbyrgi. Við Jón Kragesteen sum undangongumanni og stigtakara, hava fólk í Tórsbyrgi, sum er elsta eigarafelag í landinum, samstarvað við teir báðar grannarnar Lágargarð, omanfyri, og Boðanesheimið, niðanfyri, um eitt vakstrarhús, har grønmeti skal dyrkast á 120 innilokaðum fermetrum á staðnum har, sum teir tríggir matriklarnir møtast í gróðrarríku lagdini.  Formaður í eigarafelagnum er Høgni í Stórustovu, sum hevur verið í hjallinum eftir flagginum og á mittastu myndini niðanfyri sæst ovastur í stiganum. Elsti maður í Hvamminum, Gunleivur Dalsgarð, opnaði og skonkti skúmandi vínið. Børnini fingu sodavatn og gummibomm. 36 hús eru í Tórsbyrgi, har tey fyrstu fluttu inn í 1976. Gunnar Hoydal hevur teknað húsini, sum í mun til aðrar kommunalar byggiætlanir liggja sjáldsama væl í lendinum. Eftir kommunalu byggiætlanina Tórsbyrgi komu Berjabrekka, Inni á Gøtu og Millum Gilja. At dyrka grønmeti til egið borð, er eitt rák, sum fer um allan heim,...

Ræst í ein fart

Nýggi føroyski køkurin hevur ikki bara gjørt tað vanligt at fara út at eta á høgum matlistarligum støði, men eisini enduruppfunnið gamlar rættir og matgerð. Ræstur fiskur er eitt øki og støði, sum tykist rúma nógvum, eisini við garnatálg, sum ivaleyst er ein stór avbjóðing, tá umræður at finna markið fyri, hvat býarbúgvin vil rinda fyri og njóta, tá hann ella hon, eins og útlendsk ferðafólk, fara á kafé mitt á degi í miðbýnum.  Tað royndi eg henda dagin í Bitanum, sum er við Steinatún í hølunum, har ikki bara Simme Musikkhús einaferð var, men eisini barberurin og rithøvundurin Valdemar Poulsen, og seinni bilstøð og sjónvarpsleiga. Setir tú teg við vindeygað omaneftir, sært tú oman á ístandsettu handilshølini hjá kommununi, har S.H.J. Radiohandil einaferð var við grammofonplátum innan tey fluttu oman í handilshølini hjá Ebbu, har Basalt og Landskrona eru í dag, og Guðrun & Guðrun aftur eru komnar inn, eftir at hava hildið til hjá gamla Ælaboganum omanfyri Kissa í Tórsgøtu. Og me...