Skip to main content

Við Ulrich Thomsen í biograf


- Her er filmurin upptikin, sigur Ulrich Thomsen við kortinum framman fyri sær og peikar á bygdina Roy í New Mexico.

Útselt varð til fyrstu sýning í Filmsfelagnum við nýggju biografeigarunum, Mourits Clementsen úr Havn og Jógvan Kruse av Oyrarbakka, við heimskenda og fleirfalt virðislønta leikaranum Ulrich Thomsen (f.1963), sum er her og spælir Hannis Martinson í sjónvarpsrøðini Trom. Gutterbee, sum er ein aktuell satira av bygd í USA, er annar filmur hjá Ulrich.

Millum áskoðararnar í fulsettu hølunum, sum stava frá 1960, her Filmsfelagið varð stovnað í 1963, var eisini filmstjørnan Maria Rich (f.1973), ið er løgreglukvinnan Karla Mohr í somu sjónvarpsrøð. - Øll familjan er her og okkum dámar ótrúliga væl í Føroyum, segði Maria, ið hevði mannin David Zahle, sum er medeigari í arkitektavirkinum BIG, við í biograf. Maria spældi við í filminum hjá Andriasi Høgenni Et knæk, sum vann Geytan í 2016, og var hugtakandi bankakvinnan Anna, sum gekk egnar leiðir í donsku sjónvarpsrøðini Bedrag í 2019. 

Ulrich Thomsen innleiddi filmin, og eftir sýningina greiddi hann frá um djúpt filosofisku satiruna, sum er um pylsur og vinaløg, og svaraði spurningum úr salinum. Ulrich greidi frá, hvussu hann fann bygdina Roy, hvussu hann hevði sett søguna saman av faktiskum sitatum frá alment kendum persónum, og um týskar pylsur, sum eru representativa ímyndin av temanum í filminum, hóast Ulrich sjálvur eru vegani burturav og ikki etur kjøt. Heldur ikki grind, legði hann afturat og vísti til endaskeltið í filminum, sum segði, at í hesum filmi varð einki dýr dripið, so vit kundu fáa føði. Hóast hugtakandi satiran av bygd í Amerika er gjøgnumsúrgað av countrytónleiki, dámar Ulrich ikki hesa eindimensionellu tónleikasjangru.

Næsta sýning í Filmsfelagnum verður við Frances McDormand í Nomadland, sum Chloé Zhao leikstjórnaði og í seks førum er í uppskoti at vinna ein Oscar.