Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2021

Frásøgugleði úr fløkta gerandisdegnum - mitt í ævigu Havnini

Hóast øll tykjast samd um at hata biografin, var fult av fólki møtt til frumsýning í Havnar Bio, har nýggi føroyski spælifilmurin hjá Trygva Danielsen ”111 góðir dagar” varð frumsýndur fríggjadagin. Tvær ferðir. Við sjampanju og reyðum løbara, sum Rannvá Jónsdóttir, medframleiðari, skonkti og rullaði út. Filmsframleiðari er Pætur M. Dahl og Andrias Høgenni er eisini við í filmsarbeiðnum hjá Trygva.   Her er fyrst ein spoiler-alert til lesaran av hesum ummæli Hetta er ein coming of age søga úr Havn í dag, eftir øllum at døma við persónligum støði í leitandi og samansetta leikstjóranum sjálvum, og annars við almennum høvuðsdenti á ungdóm og fyrstu tilveruligu royndir at standa á egnum beinum, definera vinarløg og arbeiðsfelagsskapir og ikki minst tað kyns- og paraliga.  Í samrøðu við Aldu Nielsdóttir í Vikuskiftisblaðnum hjá Portalinum, sigur Trygvi Danielsen fyri jól, at hann hevur ”skrivað filmin útfrá egnari kenslu av, hvussu tað følist at búgva í Havnini, í Føroyum sum ...

Hvar er at ferðast tá eingin ferðast?

Havi ikki ferðast síðan eg kom heim við Atlantsflogi úr París í mars í fjør. Tá hevði eg fotograferað studentauppreistur, ið er eitt automatiserað franskt fyribrigdi síðan 68, eitt alvápnað løgreglulið, ið fylgir teimum sum Gøg og Gokke, og so aktuellu permuna á Charlie Hebdo , sum í blaðkioskini hevði maskur til eitt hvørt politiskt høvi á permuni, og bráddliga varð eg innilæstur av einum antiterrorliðið á torginum, har eg búði á Hôtel Mercure Paris La Sorbonne Saint-Germain-des-Prés. Tók eina rúgvu av myndum og skrivaði ein eins langan tekst og hotellnavnið um at basa býarsmittuni, so andast kundi frítt, sum tvítýðuga franska pressan, ið hevur eina drúgva hjálandasøgu og eitt bládjúpt stættarsamfelag, skrivaði um. Eg strikaði bæði orð og myndir, tá eg skilti, hvussu hysterisk heimafólk vóru um tey, sum komu uttan úr heimi, og hugsaðu alt inn í ein koronakontekst, tey óferðaðu og heimasitandi. Alt lat seg aftur og snørdi seg saman um seg sjálvan og sítt egna beint her og nú. Koronastø...

Tjóðraði pallurin

Í morgun kom Bárður Persson á gátt og vit tóku nakrar myndir í túninum. Eins og sálmisturin er hann farin at telja dagar, nú filmurin "111 góðir dagar" verður frumsýndur í Havnar Bio í kvøld. Har hevur Bárður ein filmiskan leiklut. Í veruliga lívinum er sjónleikarin Bárður eisini farin at telja dagar, síðan seinasta framførsla var á Tjóðpallinum. Hann er komin til 171 dagar. Niðanfyri fær Bárður orðið: Tjóðraði pallurin “Um at vera menniskja” var seinasti leikur, ið varð settur upp á Tjóðpalli okkara. Síðani seinastu framførslu av nevnda leiki, hevur ikki eitt kis verið at hoyrt frá okkara Tjóðpalli.  Hetta eru í skrivandi stund 171 dagar síðani! Einsamalt er hetta eitt fullgott tekin um, at hóast okkara Tjóðpallur kann liva við somu leiðslu í 20 ár, so kann hann ikki virka uttan so, at tær fakkønu kreftirnar eru um hann eisini. Og tað er júst hetta vit eru vitni til í dag!  Allarstørsti parturin av leiklistarligu elituni her heima, er nú farin frá søkkandi skútini, tí hon ik...

Ferðandi á føroysku vegunum

Møtti fronsku Bruno og Brigitte Mulac á spartanska kampingplássinum í Elduvík í gjár. Tey eru úr býnum Troyes, har eysturi í Fraklandi góðar hundrað kilometur suður úr kenda býnum Reimes, upplýsur Bruno, sum á brúnni spyr meg um myndatólið, linsuna og ljósviðurskifti. Tey komu við Norrönu sunnukvøldið og fara víðari til Íslands mikudagin.  - Vit ætla at koyra Ringin, vegin runt alt Ísland, og síggja bygdina Vík á Suðurlandinum, har sjónvarpsrøðin Katla júst er tikin, sigur hann og greiðir frá um bilin, ein eitt ára gamal Nissan Navara, ið er innrættaður sum húsvognur.  - Hann er lutfalsliga lítil og perfektur til føroysku vegirnar. Men hesin týski, sum beint nú koyrir avstað, er ein fínur bilur til sama endamál, men hann er alt ov stórur til føroysku vegirnar, heldur vandni franski ferðamaðurin, ið hevur verið pensionistur í níggju ár. Eg kann ikki annað enn verða samdur við franska ferðamanninum, sum vil hava at vita, hvussu bláu parkeringsskeltini á føroysku landsvegunum sku...

Biskupsgalvur

Ert tú í Klaksvík, so er mest ikoniska myndin hon av Kunoyargalvi. Ein ímynd, sum brennir seg á innara eygað og alt lívið verður ímyndin av Klaksvík, vágni og fjøllunum, sum aftur eru vernd og armar um tað virksemi og ta búseting, sum her er. Men sum sæst omanfyri, er ikki soleiðis longur, her eg standi, innast í nýggju miðbýarætlanini. Um dagarnar varnaðist eg til mína stóru gleði, at eftir nógv órudd, er býlingurin Biskupstorg veruliga vorðin inngongdin til eitt harmoniskt og væleydnað hjarta, sum tekur seg væl út og lættliga slepst til av Biskupsstøðgøtu inn millum Føroya Tele og Betesda, inn á Tingstøðina, sum gøtan eitir, og enda úti á Biskupsstøð.  Tá ert tú mitt inn í nýggju miðbýarætlanini, sum fyri almenninginum leingi hevur verið skitsað úr Klaksvík, har ídni og framtak mynda fyritaksama ágrýtnið, ikki bara fyri tað góða, langt í frá, tí so nógvir kassar og hugsanir um enn størri kassar vilja fylla hesa lagaligu kullu innast í virknu víkini, sum kann fyllast, ja heilt til...

Skógarvøkstur og ljóðið av havinum

Helst eru hesir báðir ferðagestir, Matthew Workman úr USA og Annabel Strange úr Skotlandi, ímyndin av móttakarunum av tí, sum Føroyar hava at bjóða ein púra vanligan gerandisdag - ljóðið, uttan av opna havinum og prátið við fólk, sum tilvildarliga ganga framvið, og hava hug at skifta orð við ferðafólkini. Upptakarin, sum báðir hava við, er ikki bara ætlaður at taka upp ljóðið uttan av havinum, men eisini prátið teirra millum, ið beint nú er um trø og skógarvøkstur í Føroyum, her einki veksur av natúrligum ávum, tí seyðurin bítur alt niður, um ikki saltrákin ella kaldi vindurin longu hava tikið lívið av gróðursettu trøunum. - Men hvar eru tey, øll tey plantaðu trøini, og hvussu úttalar tú viðarlund , spyrja teir og vilja hoyra munin á íslendskum og føroyskum, tá bókstavurin ð er við. Báðir, ið hava verið her fleiri ferðir fyrr, ætlaðu aftur í ár at verða við á G festivalinum á sandinum í Syðrugøtu, sum nú tíanverri er avlýstur, festivalurin. - Eivør er mín orsøk at vera her, sigur skot...

Framhaldandi onga løn fyri móðurmálið

Mynd og innslag: KVF Eins og undanfarna forkvinna fær núverandi forkvinna onga løn fyri at stýra og stjórna Málráðnum. Ikki eitt oyra. Null fyri móðurmálið. Tað upplýsir Løgmansskrivstovan í einum yvirliti, har allar lønir fyri alment nevndararbeiði síggjast. Hvussu fagrar og at síggja til nýskapandi visjónirnar tykjast, at finna skikkaðar og skilagóðar kvinnur at stjórna týdningarmiklum nevndum hjá tí almenna, so stendur eftir, at tær fáa onga løn, men bara heiður, fyri heiðurin at verða nevndarforkvinna, sum í sjálvum sær er mikið heiðurligt, men ikki gevur smør á breyðið.  Tað fáa menn í tjúkkum fleirómettaðum løgum í øðrum ósúrgaðum almennum nevndum. Kent er gjøgnum nógv ár, at ein og sami persónur fær meir enn endaløn hjá flestu fakfeløgum bara fyri at sita í almennari nevnd, longu innan hann fer til arbeiðis. Almenn nevndarvakt er hansara arbeiði. Men tá eru fimm útpurringar orsøkin. Lagaligari er hjá formanninum í telefonfelagnum, sum fyri eina vakt fær einogtjúgutúsund kró...

Og blóman stóð eftir

  Hesa tíðina á árinum hava tey, sum so nærløgd sláa grasið á bønum í Tórsbyrgi, lagt sær eina við, ikki at raka blómuna við teim mongu nøvnunum, sum vit í fartinum bara kalla børkubónda. Men nei. Janus, sum er úr Skúgvi, sigur at har kalla tey blómuna ravnaleika. Og so nevnir hann onnur staðbundin nøvn á fugli í oynni. Har úti hevur bygaráðið eisini friðað ravnaleikað. Lítt og Jens Petur koma framvið og peika á bløðini, sum eru ymisk. Umframt reyða litin, reyður børkubóndi og tjaldursbørkubóndi. Bygdafelagin Katrin sigur, at hasa blómuna kallaðu vit á Eiði fyri kápukonu. Í orðabókini stendur eisini bóndablomstur, tjaldursgras, mariustakkur og mariuseymur. Og prinsessublóma kemur eisini fyri millum børn, eins og luktilsisblomstur. Max skrivar í Rættstaving á Facebook, at sambært Svabo er tað bara rótin av mýrisnípugrasi (Orchis maculata), ið nevnist børkubóndi. Navnið, Adam og Eva, verður brúkt um hetta blomstrið í Botany of the Faroes frá 1901-1908, í navnalistanum í Varðanum frá...