- Tað kom óvart á meg, hvussu nógvar avgerðir eru tiknir av dønum. Soleiðis sigur 51 ára gamla Nukâka Coster-Waldau við Dimmalætting. Hon er úr Uummannaq í Grønlandi og gift við javnaldrandi danska Nikolaj úr Rudkøbing. Hann er aktuellur sum Ejnar Mikkelsen í Netflixfilminum Against the Ice. Orsøkin til inngangandi setningin er, at Nukâka og ein annar danskur sjónleikari, Lars Mikkelsen, eru vertir í sjónvarpsrøðini Historien om Grønland hjá Inuk Silis Høegh. Røðin, sum verður send á DR, byggir á søguna um sambandið millum Grønland og Danmark “på godt og ondt”, sum tey bæði siga. Samanumtikið ein hugvekjandi inngangssetningur, ið samstundis fær eitt tíðarbært gildi, nú hon staðfestur, at so nógvar avgerðir verða tiknar av dønum, langt burturi frá veruleikanum, í øðrum pørtum av ríkinum. Í Danmark er eisini sjónvarpsstøðin TV2, ið samstundis hevur reportasju um ungu føroysku gentuna, sum í 2012 varð funnin deyð í Hvannasundi, og knívstunguna, sum seinni varð har í bygdi...