Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2022

Gott nýtt frá Netflix av vestara hermóti

  Tað er ikki bara í bóndans garði at tað góða heystið sæst aftur. Íslendska Björk og norsku a-ha eru aftur frammi við nýggjum sangum, ið kanska eru teir bestu nakrantíð. Og so er tað Netflix. Erich Maria Remarque (1898-1970) skrivaði í 1929 skaldsøguna Im Westen nichts Neues um týsku krígsførsluna undir tí veraldarbardaga, sum okkara tíð hevur kallað hin fyrsta. Heitið er síðan blivið ein ímynd av støðuni, tá einki hendir. Alt er steðgað upp í stagnatión. Kanska eisini tí, at tíðindaflutningurin ikki megnar at siga almenninginum frá støðuni á hermótinum. Tí hvussu sigur tú frá um meiningsloysi, tá søgurnar skulu selja og kempa seg fram á ovasta bredda? Tað eg veit, er hetta triðja filmaða útgávan av klassisku søguni um krígsins meiningsloysi. Longu í 1930, tá Hollywood var ein filmisk stórborg, gjørdi Lewis Milestone (1895-1980) eina enska versión av søguni, sum vann tvær Oscarvirðislønir. Milestone, ið gjørdist ein meistari á filmi, var russiskur tilflytari, Leib Milstein, føddu...

The Good Nurse

Netflix er komið aftur á beint og í dag varð The Good Nurse frumsýnd. Ein sosialrealistisk krimisøga um Charles Cullen (Eddie Redmayne), sum í 16 ár var sjúkrasystir á fleiri amerikanskum sjúkrahúsum, har lítið múgvandi fólk vóru so óheppin at enda, og mest sum eingin trygging, eftirlit og rættarskipan rakk. Bara handil við óvardum sjúklingum, sum koma inn og fara út. Cullen fær náttarvaktir saman við sjúkrasystrini Jessica Chastain, sum er hin stjørnan, ið ber filmin sum veruliga Amy Loughren, ið gevur søguni navn. Longu í byrjanini síggja vit Cullen á stovuni, har ein sjúklingur er deyður, og hvussu tyngdur hann er, men hann er eisini ein ábyrgdarfullur samstarvsfelagi, ið eydnast at knýta seg til Loughren, sum er einsamøll við tveimum døtrum og hartil hjartasjúk, sum bara manglar fýra mánaðir at fáa tryggingina at rinda fyri dýru skurðviðgerðina. Blídliga lovar hann at hjálpa henni hetta trupla skeiðið, og so er fiktiónskarmurin lagdur um dokumentaristisku drápssøguna á friðarligu ...

Nýbrot í primetime

Meðan vit steðga vetrarsigling til Íslands og koyring um Eiðisskarð, tí nú verður afturfall í Føroyum, er Bretland so framsøkið, at tað tekur til sín yngsta og fyrsta hindipraktiserandi forsætisráðharra, sum ikki er hvítur, indiskt ættaða Sunak.  Samstundis vísir heimliga Kringvarpið fyrstu homoseksuellu samlegu í bestu føroysku sjónvarpstíð, fyrst leygarkvøld og so aftur sunnukvøld, meðan hinduistar halda diwali at fagna ljósinum.  Her er einki at taka feil av.  Ljósið er tendrað og tingini verða víst og sett beint fram, akkurát sum tey eru. Einki fjalt, einki mótmæli, eingin ávaring, bara ein varislig orðing frá Geytavertinum, sum ikki ætlaði sær at fylgja viktoriansku ráðunum frá eini farnari tíð, tá India var prangandi gimsteinurin í bretsku heiðurskrúnuni. Tað eru byltingar- og broytingartíðir, vit liva í. Ein still kollvelting. Partur av tankanum hjá fallerandi Bretlandi er helst at fáa aftur hugasambond til India, sum er skjótast vaksandi fólk í heiminum, so asiati...

Til lukku, Eir!

Eir í Ólavsstovu vann bæði Geytan hjá Runavíkar kommunu og Áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar kommunu fyri heimildarfilmin Sálarkvøl , ið lýsir Elin Josefinu Smith í sjeyogtjúgu minuttir. Filmurin hevur verið vístur í Kringvarpinum fyrr, men Hugmynd hevur klipt filmin av nýggjum og strammað hann upp, so hann er innanfyri hálva tíman, sum er tíðarmarkið, ið Geytin ásetur.  Til lukku, Eir, og til lukku allir filmshugaðir føroyingar við Geytanum, sum nú fór um fyrsta tíggjuárahvarvið.  Haldi hetta er fyrstu ferð, at ein filmur í Geytakappingini hevur verið vístur í Kringvarpinum áðrenn sjálvt tiltakið, sum altíð hevur verið fyri fullum húsum í Norðurlandahúsinum. Men ikki í ár. Alt hevur sína tíð. Eisini Geytin, sum hann higartil hevur verið.   Kringvarpið hevur nú valt at senda beinleiðis frá tiltakinum, og at bjóða einum av luttakarunum í endaumfarinum tveir tímar í studio um morgunin.  Samstundis sum vit hátíðarhalda hundraðára skeiðið hjá BBC, smakkar tað mær ...

Rannvá fekk Fjällräven til Føroya

Fotografurin Rannvá Joensen er úr Hósvík og hevur fleiri Insta-fylgjarar enn samlaða talið á føroyingum í allari verðini, ikki færr enn 61.000. Nýggjasta er, at hon hevur fingið víðagitna svenska vørumerkið Fjällräven til Føroya at mynda vetrarkollektiónina, mitt í okkara náttúru. Og tað riggar so væl, at eg kann ikki hugsað mær Føroyar og Fjällräven sum annað enn eitt perfekt match. Tey tvey F’ini sum prinsipp fyri perfektu kulissuni. Føroyar og Fjällräven. Sum beint nú síggjast úti í heimi. - Mín fyrsti leiklutur var location scout, og síðan var eg samskipari, sigur Rannvá, og fortelur, at tað var framleiðslustjórin, Johan Jonnson, frá svensku filmsfyritøkuni Vast Work, sum setti seg í samband við hana. - Tað var síðst í marts gjøgnum Instagram, og hann spurdi, um eg var áhuga í at gera eina uppgávu fyri tey. Hann greiddi frá, at tey skuldu taka myndir og filma heystkollektiónina 2022 hjá Fjällräven í maj í ár, og tey manglaðu onkran í Føroyum við góðum kunnleika, ið kundi vera samsk...

Fokking feyk

Einaferð rendi eg meg í ungar dreingir og gentur, sum seinasta ár í fólkaskúlanum høvdu stóra fragd at dyrka Alex Jones og øll hansara útfarandi avrik, serliga í filmaðari talu beint úr egnari sendistovu, Infowars hjá Free Speech Systems. Sum tá NRK filmar vakthavandi morgunjournalistin, ið lesur tíðindi.  Tað er nakað fasinerandi við ikki bara at hoyra, men eisini at síggja upplesaran, antin hann er siðiliga avmáldur sum Birger Kolsrud Jåsund hjá NRK, ella ein púra ótamdur fuglur og eitt tómt kar av hemningsleysari øði, sum Alex Jones.  Visti einki um amerikanska konspiratiónsteoretikaran, men varð infatuated av, hvussu hugtikin hesi ungu við Føroya skúla innan í sær vóru uppøst av tíðindamanninum, ið hevði so stóra trongd at fáa heimin á tal. Bara á tal. Ein forsjón av at the medium is the message . Traðrirnir gingu beint heim til okkara egna samfelag til føroyskar politikarar, lærarar, prædikufólk, abortmótstandarar, antivaxarar og virkin mentafólk beint nú og eina hálva ...

Playmo í Spania

Í dag er spanskur tjóðardagur, og helst er tað orsøkin til, at Dávur Poulsen í morgun varnaðist at hansara lag hevur verið spælt fyri hópin av fólki í Madrid í nátt. Dávur er av Strondum og býr í Fuglafirði. - Richie Hawtin, 52, er helst tann størsti tekno dj, sigur Dávur, sum hevur havt samband við hann síðan í juli, tá Hawtin fór at brúka løg hjá Dáva, sum í hesum høpi kallar seg Playmo.  Síðan Hawtin, sum er úr Kanada, kom fram í 1990’unum, hevur hann verið fremstur at skapa stílin minimal techno, serliga undir listanavninum Plastikman. Í tímalongum heimildarfilmi frá 2006 verður søgan søgd um Richie Hawtin. Dávur hevur fleiri ferðir verið í Grundini á G! - Eisini í 2019, tá tað gekk fínt, men sum vera man, rýmdu fólk til síðst at hoyra høvuðsnavnið á Sandinum, sum tað árið var Fat Boy Slim, sigur Dávur. Á G! skránni lýsa tey Dáva við hesum ensku stílistisku frøðiorðum: "Dávur’s style can be described as heavy and pumping, with inspiration from Detroit and Berlin."  Í apr...

Bleytkókað útvarp

  Fyrsti poddur hjá Øssuri, sum er kámur skipari, og Brynhild, sum er dynamiska vitanarrøddin við jørðforbindilsi, er hvørki beinleiðis ella hvassur. Poddurin varar knapt trý korter, fimm teir fyrstu minuttirnir er ein diskleymari, og so verða vit boðin inn í stovuna hjá teimum báðum, hvar hon so er, stovan.  Leyst sofaprát og veikir konturar.  Klókir danskarar er fyrsta catchy phrase eg hoyri. Tá er fyrsta korterið farið.  Privata prátið millum tey bæði fær nú eina aðra vend, sum er nærverandi, tí hon er úr kjøti og blóði. Nú er prátið um fyrsta november. Gott.  Annað evnið er um ítróttavenjaran í Klaksvík, sum sekstan dagar framman undan gjørdi okkurt, sum ikki var meldað og eingin segði nakað um. Nú blívur tað stuttligt, tí vit fara inn í aldrandi ikkitíðindi.  Hví var hetta ein søga?  So kemur ein gestur frá Dimmalætting, Ingolf, inn at greiða frá.  Eg sakni beinleiðis dynamikkin, sum altíð er í góðum útvarpi. Hann er burtur her. Tá er vandi f...

Kagemusha kyndi logan

- Summi síggja ljósið í samkomuhúsinum, eg fann tað í Leikhús Bio. Á heysti 1986 var eg júst fyltur fjúrtan. Filmurin var Kagemusha eftir Akira Kurosawa, og tað var Filmsfelagið, sum vísti hann, sigur Gudmund Helmsdal, sum heilsar Filmsfelagnum á 60 ára degnum Gudmund Helmsdal Alt tað eg minnist havi eg elskað film. Men møguleikarnir at síggja film í Leynum í 1980’unum vóru ikki teir stóru. Vit høvdu onki sjónvarp. So eg mátti klára meg við at ganga í biograf í Havn av og á, ella tá eg var niðri í summarfrí at ganga úr bio í bio allan dagin á tamb. Onkuntíð vóru tað eisini sundurkliptir klassikarar á Super 8 til barnaføðingardagar. So fyri tað mesta las eg alt eg fekk hendur á um film, klipti út greinar og myndir úr bløðum, og klistraði alt í mína filmskrappbók.  Onkra hendinga ferð sá eg filmar á video heima hjá vinmonnunum í Leynum. Ein sera stór løta, var tá eg sum 10-11 ára gamal sá Conan the Barbarian við Arnold Schwarzenegger uppi hjá Andrias og Hans Petur, synirnir hjá Da...

Vit, sum ikki fara á fólkatingsval

Eg fari ikki á fólkatingsval. Grundgevingarnar fyri at velja fólkatingið frá eru, at tey umboð, sum verða vald úr Føroyum, taka fokus frá føroyska samfelagnum og hvussu tað verður rikið. Fólkatingslimirnir skapa órógv við at yvirbjóða hvør annan og onnur við, tá umræður at fáa stuðul til átøk í Føroyum, sum langt síðan eru yvirtikin, og eru í tryggum føroyskum hondum.  Teir báðir føroysku fólkatingssessirnir ávirka tann føroyska gerandisdegin á greitt neiligan hátt. Vit hava frítt rennandi tíðindi í Kringvarpinum beint úr danska Fólkatinginum, meðan vit ongan journalist hava í Løgtinginum. Tað er tann øvuta verð, sum her verður uppbygd eftir eini strammari skipan um public service. Taka vit av teir báðar føroysku fólkatingssessirnar, nærkast vit eini tjóðarbyggjandi semju um egið parlament og egið kjak um egin viðurskifti í egnum landi - uttan at verða yvirrulað av uttanífrákomandi boðum, uppskotum og møguleikum.  Hetta, ikki fyri at avbyrgja seg, men at byggja nakað egið upp,...

Við senukantin í Gentukamarinum

Í kvøld møtti eg Marjun Syderbø Kjelnæs við senukantin til Gentukamarið, og fór at grunda yvir týdningin av mentanarjournalistikki. Eins og vit í føroysku pressuni hava evarska lítið av rannsakandi tíðindavirksemi, hava vit enn minni av mentanarligum tíðindavirksemi.  Í dag var eitt undantak. Trygvi Danielsen skrivaði í morgun eitt ummæli fyri Dimmu á Facebook av sjónleikinum Gentukamarið, sum seinastu ferð kundi síggjast á Tjóðpallinum í kvøld. Fór beint at keypa bilett á netinum.  Fái pláss á B12, sum er ein góður vitaminsessur. So inspirerandi er tað, at lesa eitt ummæli, ið byggir á góða fakliga grund, og vendir sær beint til forvitna lesaran seinasta dag, leikurin sæst. Brúksnyttan er í topp. Hurrá fyri framúr mentanarjournalistikki úr gerandisdegnum í Havn.  Innkomin, møti eg upphavskvinnuni, Marjun, sum eg av og á havi møtt síðan hon við stuttsøguni Kópakona vann skrivikappingina, sum Listastevna Føroya skipaði fyri um aldarskiftið. Minnist, at øll lurtaðu og hildu...