Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2022

Jólamatur

Neyvan hevur nøkur vinnugrein upplivað so stórar broytingar í okkara tíð, sum matstovuvinnan. Broytingarnar eru í fyrsta lagi sjónligar í høvuðsstaðnum, har vit hava fingið hópin av ymiskligum matstovum, og í øðrum lagi eina tænastuvinnu, sum er so vitandi og fyrikomandi, at tú undrast yvir, at vit nakrantíð hava kunnað livað uttan eina so sjálvsagt virðiliga tænastu við matstovuborðið.  Fyrr fór tú út at eta búff við brúnari sós. Fisk át tú heima, tí ein útróðrarmaður hevði borið tær hann, nýveiddan av fjørðinum. So koyrdi tú hann í pottin, kanska paneraðan á pannuna, og borðreiddi so við eplum, sum vóru í kassanum. Nógv epli og lítið raffiniment. Og nú eplini eru dýrari enn nakrantíð, keypir tú tey allarbílagstu, sum eru írsk og mjølvut, perfekt at mosa niður í brúnu føroysku sósina og danska reyðkálið. Soleiðis broytast vanar og siðir av ymsum ávum, sum vit ikki altíð sjálvi hava raðið á. Aktuella avbjóðingin er, hvørt matstovuvinnan megnar at fara út um landið, og finna eitt bu...

Bestu íslendsku filmar beint nú

Filmsfelagið hevur fingið fatur á tveimum teimum mest umrøddu filmunum, sum íslendskir leikstjórar hava gjørt til biografsýningar beint nú. Talan er um Berdreymi og Volaða land , sum úti í heimi hava heitini Beautiful beings og Godland.  Leikstjórarnir eru Guðmundur Arnar Guðmundsson (f.1982), sum er avmyndaður omanfyri, tá hann í Lübeck vann fyrstu virðisløn fyri fyrra filmin Hjartasteinn (Heartstone), og í seinna føri Hlynur Pálmason (f.1984), sum hevur arbeitt við filmi í Føroyum, og verið innboðin dómari í Geytakappingini, tá myndin niðanfyri er tikin. Tá hesir báðir filmar hava verið sýndir, hevur Filmsfelagið víst allar teirra filmar. Umframt góð ummæli í heimlandinum, eru báðir filmarnir í uppskoti at fáa Evropeisku Filmsvirðislønina, sum verður handað í Reykjavík hin 10. desembur. Har í landinum duga tey framúr væl at gera vart við seg sum filmsframleiðaraland við locations til eitt og hvørt høvið, harundir eisini í íslendsku suðurhavsoyggjunum, sum ein íslendskur uppstan...

Hans Jacob ger tekstir til Marius

  Hóskvøldið 17. november varð tiltakið “Skifti - Lívssøgur úr føroysku náttúruni” sett  í Kolshøll á Eiði. Leygarkvøldið eftir var konsert við Marius, har Hans Jacob Kollslíð eigur tekstirnar, sum kunnu lesast niðanfyri. Men Hans Jacob hevur eisini íbirt meir enn tað. - Orsøkin til, at eg eri her, er at Ellindur Egilstrøð hevur valt at givið málningunum, sum hann sýnir fram á hesari framsýningini, heiti úr tekstum, sum eg havi skrivað til løg hjá tónleikabólkinum Marius Ziska. Og eg má viðganga, at eg kenni meg ikki sørt stoltan og kanska eisini eitt sindur smikraðan av, at Ellindur hevur valt at gera tað. Tað er nevnliga soleiðis, at vit báðir, Hans Marius Ziska og eg, vóru nokkso nógv í iva um, hvørt tann fyrsti føroyski sangurin, sum vit skrivaðu saman, ikki var ov løgin at geva út. Frá 2005 høvdu vit skrivað enskar sangir saman, men í 2013 kom Hans Marius so við tí hugskotinum, at vit kanska áttu at roynt okkum á føroyskum. Hann sendi mær eitt lag, og eg setti meg at skri...

Netflix sýnir The Wonder

Danska sangarinnan, Pia Raug, byrjaði einaferð eina konsert við at siga, hvussu hugtikin hon var av føroyska orðinum andlit , likamspartinum, sum ákallaði ljósið og speglaði tað. Í framhaldi av hesum tanka kunnu vit siga, at andlitsljós er sterkasta tøknin, sum kilenski leikstjórin Sebastián Lelio brúkar í hesum nýggja Netflix filmi, The Wonder , ið fer fram í Írlandi í 1862. Emma Donoghue hevur skrivað søguna The Wonder í 2016. Hon er kveikt av frásøgnum, mest sum halgisøgum úr viktorianskari tíð, um gentur, á enskum kallaðar fasting girls , sum kundu liva uttan at eta. Var hetta kanska eitt tekin í tíðini, og um so var, hvat snúði tað seg um? Ella var hetta ein nútíðar siping hjá Donoghue til eysturríkska Josef Fritzl? Og kanska eisini Nataschu Kampusch? Byrjanin í filminum The Wonder førir okkum inn í stóra rúmið við fyrstu pallsetingini, tá filmurin verður gjørdur, rímiligvís í nútíðini. Eitt frásagnarsnildi, sum kann førast aftur til kynstrið hjá Bertolt Brecht. Leikarin, Niamh A...

Minnið skal grógva í lendinum

  Minnið skal grógva í lendinum. Soleiðis stóð at lesa í eini bók, sum vit lósu hjá Eldbjørn á Oyrarbakka skúlaárið 1974-75. Bókin var um ein einalærara, ið sum tað fyrsta vaskaði rútarnar í bygdaskúlanum, tí fyrri lærarin helt, at opna útsiktin órógvaði næmingarnar. Tí hevði fyrri lærarin hvíttað rútarnar.  Men nei, hesin nýbyrjaði, sum í lesibókini æt Johannes við eftirnavninum Vig, og sig tað ikki ov skjótt, tí so verður tað Svig, sigur høvundurin ávarandi, meðan hann konstaterar:  Lendið skal ikki fjalast, nei minnið skal grógva og vaksa í tí sjónliga lendinum. Estetikkur er evnið í dag. Og eg eri komin beint úr Havn. Býnum, har tey hata estetikk. Sum bloggari rakti eg herfyri rekord fyri lesing av einum og sama bloggi í meir enn fimtan ár. Tað var um ein serstakliga ljótan bygning í Havn, sum bara poppaði upp á alfara vegi. Ein granni, og journalistur, vísti til byggsamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, paragraff 28 og stykki 8, samtykt í 2017, og sum innrammar hugtaki...

Sjeyndi Skannarin

Sjeyndi Skannarin hjá Øssuri og Brynhild er fínur uppá ein eitt sindur hugnaliga altmodisch máta, sum alla tíðina fær meg at hugsa, at hann hevði riggað nógv betri sum beinleiðis Útvarpssending fríggjamorgun, heldur enn offspring hjá Dimmu í kjallaranum hjá Arbeiðskvinnufelagnum í Havn.  Tað hevði verið greiðari.  Útvarpið, sum einki ger við tað fjølmiðlakritiska í skránni til lurtaran, hevur slept hesum upplagda vertsmøguleika, sum burdi veri har, men bara ikki er har.  Tey bæði eru so púra natúrliga heilt har uppi í journalistisku føðiketuni, at tey slett ikki verða fatað sum Jesu-Kristi-Kirke-af-Sidste-Dages-Hellige, tá tey tilskila sær rættin at kommentera tað, sum hini fyrr hava kommenterað, Norðlýsið í Klaksvík og Eirikur í Havn. Evnið er, at Føroyar eru limur í FIFA og í fýra vikur skal heimsins besti fótbóltur nú avviklast, sum útvarpsfólkini siga, í oyðimarkarlandinum Katar, ið hevur fingið gestaarbeiðarar at byggja sær eftirgjørdar býir og spælistøð fyri menn,...

Holocaust og morgunmatur - eitt 80 ára minni úr Wannsee

  Nýggi týski spælifilmurin Die Wannseekonferenz fylgir tíðarrætt øllum tí, ið fór fram fyri 80 árum síðan, tá Heydrich bjóðaði fremstu nazistum til morgunmat við Wannsee í Steglitz-Zehlendorf býarpartinum í Berlin.  Afturvið siðiligu innkallingini og vælskipaða fundinum í framúr vøkru húsunum hin 20. januar 1942, var eittans mál á skránni: Hvussu kundi endaliga beinast fyri teim 11 milliónum jødunum, sum búðu í Evropa. Tað er við hetta høvið, at leikstjórin Matti Geschonneck, ið er føddur í eysturtýska býnum Potsdam í 1952, setur á pall arkitektarnar, sum á morgunmatarborðinum teknaðu og skaptu Holocaust sum eina endaliga loysn, á týskum: Endlösung der Judenfrage. Ørindini hjá leikstjóranum eru ikki at halda mennirnar fram sum ódjór. Tvørturímóti eygleiða vit ábyrgdarfull menniskju, sum eru í góðum starvi hjá eini ruddiligari ráðharrastovu, Ministerium, sum hevur givið monnunum stóra ábyrgd í samtíðini. Og júst av hesi vælskipaðu orsøk, fara vit skjótt at fata persónarnar su...

Oyðimarkargongd og sjálvgleði

Meðan vit í sannari og óblektaðari matgleði aftur kunnu svølgja tað besta av matinum hjá Gutta - í nýggjasta partinum enntá grønt og heimagrógvið av Sandafløtti - boðar løgmaður frá vali til løgtingið á gitnaðardegi Marriu, so jólagleðin, tað er so vist og sætt, verður púra forstýrað. Ikki tí, løgmaður liggur væl fyri til val, væl ger hann tað, men tað kann ikki sigast um fyrsta politiska stavin í durinum. Tað er ikki tann dagur, at sitandi stuðlar fyri A-toymið ikki koma kropp á kroppi í miðlarnar at siga frá, at teir ikki longur stilla upp fyri tann flokkin. Harvið tó ikki sagt at teir melda seg úr flokkinum. Nei, noy. Teir bara siga frá, so segði hann. Nýggjasta er, at Annika fer í Tjóðveldi, og at skilagóði ungdómsformaðurin stingur í sekkin. Ímillum liggur ein oyðimarkargongd hjá hyggjaranum, lurtaranum, lesaranum - og eftir øllum at døma veljaranum eisini. Alt síðan A-toymið fekk sær núverandi búmerki, havi eg fatað grøna bringuprýðið sum ímynd av oyðimarkargongd. Skuldi eg eina ...

Nú skal Matkalendarin fáast um málstrikuna

- Týdningarmiklasta beint nú er at koma um málstrikuna, sigur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, ið stendur fyri hinum føroyska  Matkalendaranum .  Eg avmyndaði hana í Vágsbotni í summar, tá matmarknaður var beint fyri ólavsøku. - Í skrivandi stund eru vit á 57%, og vit hava til 13. november at savna og røkka teim 100%. Á hópfíggingarsíðuni hava vit skrivað eitt sindur um endamálið við Matkalendaranum og um málbólkarnar, og leggjast kann afturat, at kalendarin byggir á samrøður við heimildarfólk, sum dagliga takast við staðbundna matframleiðslu, so sum útróðrarmenn, kavarar, bøndur, bjargamenn og taraframleiðarar, sigur Sunniva. Lena Nicolajsen, sum sæst omanfyri, teknar allar matmyndirnar við hond, og hon sniðgevir eisini allan kalendaran. - Vit ganga høgt upp í burðardygd og góðsku, so kalendarin verður prentaður á hágóðsku endurnýtslupappír. Hann verður sniðgevin soleiðis, at hann kann hanga á vegginum í mong ár. Tað er ikki neyðugt at keypa nýggjan kalendara á hvørjum ári....