Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2024

Havnin etur fisk

Jógvan S. Rasmussen er køksleiðari í Áarstovu Tað man vera gastronomisk rekord, at trýhundrað fólk fara út at eta fisk á trimum matstovum eitt og sama vikuskifti í høvuðsstaðnum. Aktuella talið í Havn er mett eftir teim plássum, sum eru á Áarstovu, Barbara Fish House og Húsagarði.  Fiskurin, sum tú fyrr hvørki keypti ella át úti, tí hann var partur av einum peningaleysum rensli í seinastu rembingunum av einum naturalia samfelag, er nú komin til heiður og æru á landsins bestu og mest vitjaðu matstovum.  Tað ljóðar næstan bíbilskt, umsíðir at fáa mettuna av fiski, so sum evangelisturin Jóhannes skrivar um, tá Jesus mettar fimm túsund. Ikki tí, ikoniska fiskateknið hjá teim fyrstu kristnu stendur ikki á durastavinum, so dogmatiskir eru matstovueigarar ikki. Men hetta eru fiskamatstovur fyri fólkið, bygdar upp meðan ferðavinnan við útlendskum gestum kom til.  Áarstova borðreiðir í kvøld við bankatoski, ugga, rogni, livur og høgguslokki av Bankanum. Afturvið skeinkja tey Chabl...

Plátuveitsla við Aggrasoppum

Tá eg fyri stuttum kom aftur úr feriu, og hevði trálurtað eftir Worth It hjá 26 ára gomlu RAYE, sum aftur lurtar eftir Lauryn Hill, lá ein krossorðagáta frá Aggrasoppum í postkassanum. Lurting skapar afturljóð. Men var so ruddingarsinnaður, at alt fór í skrell, tilboðsbløð og gátan, sum var innbjóðing til útgávuveitslu. Tá eg dagin fyri tiltakið ikki hevði latið við meg koma, skrivar Trygvi á Messenger og spyr, um eg havi hugt í kassan. Well, vit senda postharkaliðið omaftur til tín, sigur hann, og boðar seinni sama kvøld frá, at nú hevði postgrýlan verið á gátt. Eri paff, annan vegin at listafólk eru blivin so tjekkað, at tey miðvíst rokna logistikk upp í framførsluna, og hin vegin, at nakar so ungur vil hava ein pensjónist, ja fyrsta dagin, við til tað, sum heilt vist verður ársins release party. Einki minni. Eg tók av. Skundaði mær oman í Tutl at keypa LP plátuna, so eg kundi hava allar tekstir í hondini, meðan eg lurti á Spotify, tí hetta er eisini eitt yrkingasavn. Húsin, sum Hann...

409 trappustig til Horisontin

Frá strondini eru 409 trappustig niðan til Horizon, sum er nýggjasta hotellið á ovasta heygnum í sólríka býnum Puerto Rico de Gran Canaria. Hotellið er fimmstjørnað og virtuelt, sum merkir, at ongin situr í móttøkuni, tí alt verður avgreitt um WhatsApp.  Vit lenda nógv seinkað í Las Palmas og klokkan slær midnátt, tá vit eru á Horizon hotellinum. Við portrið hitta vit Jan og Duritu úr Klaksvík, sum eru á silvurbrúdleypsferð. Vit hava ikki møtst áður, men koma at fylgjast teir næstu dagarnar. Eitt frálíkt vinalag, sum tá Bogart sigur í endanum á Casablanca: ”I guess this is the beginning of a beautiful friendship!” Hotellíbúðin, sum vit hava funnið á booking.com, skuldi fyri vist hava sea view og besta sólargang, men er í veruleikanum fjald handan ein sementsproytaðan klett, sum morgunmatartúnið er fest í. Eftir hampuliga parlamentering á midnátt fáa vit lyfti um nýggjá íbúð í morgin, an upgrade, tey kalla. Og tað er ikki hissini. Hóast eitt meirgjald ráða vit nú yvir íbúð við egnum...