Nýggjasta matstova í Handilsgøtuni í Havn er Aroy. Ólavur í Beiti, sum fyri áratíggjum síðan fór undir Vágaportalin, um sama mundið eg fór at skriva mín egna blogg, hevur boðið til borðs, at tosa um samstarvið og at smakka ein bita av tailendskum mati, mitt í Havn, men úr fjara ferðamálinum, sum honum dámar so væl.
Eigarar og stigtakarar eru Nara, Naraphorn Chairoek, og
maðurin, Apiwat Chairoek, sum bæði komu higar at arbeiða í matstovuvinuni fyri
fimtan árum síðan, hann í Nantong og hon í Etika, tá nýskapandi matstovan við
sushi lat upp. Aftaná tólv ár í Etika, fór Nara í Glasir at arbeiða, og nú opna hon og maðurin hesa matstovu í Fransabrekkuni, har Andor Eirikstoft
rammaði málningar inn, Berec battarí og seymimaskinur vórðu seld, og seinastu
áratíggju hava ymsar barrir verið her, Loca millum annað.
Matstovan, Aroy, er altso mitt í býnum og hartil í einastu
gøtu, sum er frámerkt Handilsgøta. Kappingin móti SMS er tó kanska mest
sum vónleys, og seinastu tíðina er økið kring Fransabrekkuna so forfallið, at
talan er um desideraðan slumm, serliga hinumegin vegin, har eigarin, sambært
Kortal.fo er FR1. Eigaraviðurskifti hava tað, at fjala seg aftanfyri fordektar
James Bond stavir og dagfestingar úr árskalendaranum. So er ansvarið tryggjað í
ongamannalandi. Hesumegin gøtuna eigur handilsvirkið Thomas Dam allar
bygningarnar niðast í Fransabrekkuni. Tað stendur greitt og beint fram í
skránni.
Tí er gott, at lív, sum er sjónligt og meiningsgevandi fyri
vanliga borgaran, bæði kann síggjast og hoyrast, tá hann ella hon gongur
framvið og ikki minst velur at detta inn á gólvið. Tað gevur street
credability. Og koma vit til middags, so eru fleiri, ja fult hús, ið vilja hava
ein bita, eisini starvsfólk á skrivstovum, sum í so stóran mun hava yirtikið
miðbýin, at har er ikki búgvandi. Jú pengasterkari, jú størri búareal leggja
hesar fyritøkur undir seg, fyritøkur, sum vit seta pengar inn í og spara upp
til okkara aldurdóm, og í flestu førum longu eiga onnur og fleiri øki, sum eru
uttanfyri miðbýin at útinna virksemið á. Tað er eitt sindur rennvørgt og burdi
verið skattað nógv harðari enn tóm privathús á bygd.
Ná, men nokk um tað, nú eg sett meg á ein stól í miðbýnum, har tey fyrr seldu battaríir. Um eina løtu gøddur og løddur.
Men hvat merkir Aroy og hví hevur ein matstova fingið hetta heitið í tórshavnska tronganum í Fransabrekkuni?
Aroy merkir ”smakkar væl” á tailendskum máli, sigur kokkurin,
Nara. Smakkirnir, man kann vænta í Aroy, eru rættir fra heimlandinum, Tailandi.
Tað er longu møguligt at keypa tailendskan mat, thaimat, í Havn, men vit halda,
sjálvandi, at okkara smakkar nógv best, og tá buffet prísurin fyri hvønn er so
lágur sum 139 krónur, so kann okkara tilboð ikki berast saman við nakað annað,
tí tað er best, mált í krónum. Smakkurin og smakksuppliving er persónlig og
individuell. Okkara eydnukrav, sucesskriterii, er lokið, tá vit kunnu sanna, at
fólk velja at keypa mat frá okkum, antin heim við, ella eta á sjálvari
matstovuni, tí tey veruliga elska smakkirnar, tá er virksemið ein success.
Míni góðaráð eru, at tit hvessa og halda betur um hin autetiska tailendska smakkin, uttan at kína ov nógv fyri føroyska smakkgómanum. Autentiskt, konsiskt og sterkt. Og so tailendskt bjór afturvið, Singha ella Chang.
Fyri at ganga middagsmáltíðina burturav okkum, fara vit ein slank inn í Boysensgarð og har verða vit bodnir at síggja drívhúsið við søguliga vínstokkinum, sum helst er hundrað, og so inn í stovuna, har tey gera klárt til bókaframløgu. Stovan, ella báðar stovurnar, tær eru tvær, eru mest konsentreraða og best umboðandi privata myndlistasavn, eg havi sæð í landinum. Mikines í hópatali, Ingálvur og Leirvíksmálarin, Jóannes Kristiansen.
Í durinum út móti garðinum, sæst ein skitsa, har Mikines í orðum skrivar og teknar, hvussu givni málningurin, í hesum føri Skálafjørðurin, sæddur av Saltnesi, har Eysturoyartunnilin nú kemur upp, skal komponerast. Og so Pisubókin og upprunatekningar, vinjettir, sum William Heinesen og Jákup Zahle gjørdu til skúlabøkur, fyrstu illustratiónir yvirhøvur í føroyskum skúlaskapi. Hetta er eitt savn uttan líka. Her skalt tú vitja á Mentanarnáttini. Sum nummar eitt. Tað er eitt must.
Og samstarvið við Ólav, nú eg í tjúgu ár havi skrivað fýratúsund bloggar, hevur gingið framúr. Hann hevur tryggjað mínum skrivandi og publiserandi bloggi sjónligheit og útbreiðslu, so tað er blivi heilt stuttligt at skriva føroyskan gerandistekst, og vita at ein lesaraskari er har. Tað er stuttligt, hugvekjandi og eggjandi. Takk fyri samstarvið og takk fyri máltíðina úr Tailandi í Fransabrekkuni, mentanarnáttina á middegi.