Í kvøld skulu Joe & the Shitboys á pall í O2 í Glasgow at hita upp fyri Iggy Pop. Tað er triðja konsertin teir eru bookaðir til at hita upp fyri 78 ára gomlu legenduna, sum í London fann uppá at enda konsertina í kistu.
Heilt vist er hetta størsta samband, nakað føroyskt rokknavn
hevur fingið við eina útlendska heimsstjørnu, og verður knýtt saman við á trimum
frammanundan lýstum pallum. Síðst eg hugdi, vóru sjey atgongumerki eftir í
Glasgow.
Hvussu fingu tit hetta samband, Fríði?
- Iggy varnaðist okkum við at lesa eitt blað, har hann sá
okkara lýsing til einaferð vit spældu í London. Hann helt navnið var stuttligt,
og fór so at lurta eftir okkum, og bleiv forelskaður beinanvegin. Hann hevur
síðan spælt okkum fleiri ferð í síni útvarpssending á BBC6 Music, har hann
millum annað tosar nógv um Hvalba, tí vit spældu í Hvalbiartunlinum. Eisini
hevur hann reypað um okkum á poddvarpinum hjá legendariska framleiðaranum Rick
Rubin, og vísti Joe & The Shitboys fyri heimsklassa trummaranum Travis
Barker, áðrenn hann skuldi trumma á seinastu Iggy útgávuni. Okkara núverandi samstarv,
at hita upp í London og Manchester og so í Glasgow í kvøld, kom upp í lag,
simpulten við at hansara manager spurdi okkum um við tímdu. Vit settu eingin
krøv og søgdu ja beinaveg.
Hvønn týdning hevur samstarvið við Iggy Pop havt fyri tykkum?
- Týdningurin er altíð ringur at vurdera. Vit hava møtt nógvum spennandi fólki, og spælt fyri nógvum, sum ikki høvdu hoyrt okkum áður. Tað er sjálvdan at avkast sæst beinaveg. Ein lítil konsert førdi beint til at hita upp fyri The Hives í Italia, ein onnur sendi okkum til Kanada. Kanska hendan sendir okkum á Mars, sigur Fríði Djurhuus. Hinir í Joe and & Shitboys eru Jónsvein Mikkelsen og Sigmund Zachariassen.
Hvør var tykkara settlisti, tá tit hitaðu upp?
- Vit gera altíð settlistar beint áðrenn, soleiðis at vit
aldrin eru heilt tilpass - ella keða okkum. Ein máti ella orsøk at gera tað so,
at eingin áskoðari far somu konsert tvær ferð. Tað sama við snakkipausum. Til
konsertina í London fingu vit ein hálvan tíma, og so 40 minuttir til tær í
Manchester og Glasgow í kvøld. Eisini hava vit spælt smærri konsertir millum
Iggy Pop konsertinar, sum hava ligið um ein tíma. Tað var stuttligt at fara frá
10.000 til ein hundrandapart av tí. Annars hevur okkara tilgongd verið, at vit
eru bókaðir upp á tað, sum vit longu gera, og tað er ikki nú vit skulu
eksperimentera.
Í gjár frættist, at Iggy endaði konsertina í eini kistu.
Hvat merkti hetta? Gevst hann med alla? Ella var hetta ein gimmick ávegis til
næstu konsert?
- Eg veit ikki heilt endamálið við kistuni. Hann brúkti hana
til fyrstu konsertina, men ikki hana í Manchester, og Glasgow konsertin verður
sum nevnt í kvøld. Trupult at siga týdningin av kistuni, men har eru nøkur git.
Har er eitt heilt toymi, sum bara er sett til at veita Iggy akutta heilsuhjálp,
um okkurt skuldi gingið galið. Hann sær ikki út til at feila nakað á
konsertunum, men hann verður borðin út við afturlatnum eygum, so skjótt hann er
liðugur.
Hvat gera tit nú?
- Beint nú eru summir, sum gera pappír arbeiði, bæði relevant og órelevant til Joe & The Shitboys, meðan aðrir eru farnir at bovla beint við síðuna av hotellinum, meðan vit bíða eftir at sleppa inn á spælistaðið klokkan hálvgum fimm og so er ljóðroynd ein tíma seinni, hóast har hevur verið opið síðan klokkan ellivu, sigur Fríði úr Glasgow.
Gwenaël Akira Helmsdal Carré tók báðar konsertmyndirnar av Joe & the Shitboys.