Tinghúsið, tað sum er á Vaglinum, og ikki tað samhaldsfasta,
sum undur sama navni er uppi á Hjalla, var púra laiv í Breddanum í Útvarpinum í
morgun. Sjálvt undir kønu og greiðu hondini hjá vertinum, Marjun, í henda
knappa útvarpstíma, kann eg ikki annað enn sanna, at týska og seinni eisini
enska frammandaorðið braindrain er poppað upp úr orðabókadvalanum og hevur rakt
nýggju tingsamansetingina í olukkumát. Sum nývalda Bjørg førdi fram, uttan at tingliggjørdu
tinglimirnir, serliga norðan av landi, tyktust skilja nakað, so er fyrsta átak
hjá samgonguni at blaka tjúgu milliónir krónur eftir mobilum oljupengum í eitt ørstutt
summarskeið. Fólk missa nummarpláturnar. So illa hevur ongantíð staðið til,
sigur hin eina um bilaprátið, sum er nýggja mátieindin hjá stjórnarflokkinum. Nummarpláturnar. Øtist,
at braindrain so bráddliga og so harðliga hevur rakt og gjørt innrás í tinghúsið.
Hetta treingir so nógv til sporing og avbalansering á dekkverkstaðnum, at eg
kenni meg raktan av eini flóð av braindrain og yvirdrivnum hugi at ringja til
super dekk. Minnist ikki, at eg fyrr havi verðið so sannførdur um, at tey, sum
í tinginum í okkara representativa parlamenti, skapa so nógvan trekk, mannaskaptan
braindrain, eftir so stuttari tíð, sum hoyrdist púra laiv í Breddanum í morgun. Vænti, at hetta valskeiðið fer ikki at vara fýra ár. Kanska er tað gott
tað sama. Tí fátækraváðin er aðrastaðni enn við bensinstøðirnar. Men tað heldur
samgongan ikki.

Comments