Skip to main content

Braindrain rakar tingið

 

Tinghúsið, tað sum er á Vaglinum, og ikki tað samhaldsfasta, sum undur sama navni er uppi á Hjalla, var púra laiv í Breddanum í Útvarpinum í morgun. Sjálvt undir kønu og greiðu hondini hjá vertinum, Marjun, í henda knappa útvarpstíma, kann eg ikki annað enn sanna, at týska og seinni eisini enska frammandaorðið braindrain er poppað upp úr orðabókadvalanum og hevur rakt nýggju tingsamansetingina í olukkumát. Sum nývalda Bjørg førdi fram, uttan at tingliggjørdu tinglimirnir, serliga norðan av landi, tyktust skilja nakað, so er fyrsta átak hjá samgonguni at blaka tjúgu milliónir krónur eftir mobilum oljupengum í eitt ørstutt summarskeið. Fólk missa nummarpláturnar. So illa hevur ongantíð staðið til, sigur hin eina um bilaprátið, sum er nýggja mátieindin hjá stjórnarflokkinum. Nummarpláturnar. Øtist, at braindrain so bráddliga og so harðliga hevur rakt og gjørt innrás í tinghúsið. Hetta treingir so nógv til sporing og avbalansering á dekkverkstaðnum, at eg kenni meg raktan av eini flóð av braindrain og yvirdrivnum hugi at ringja til super dekk. Minnist ikki, at eg fyrr havi verðið so sannførdur um, at tey, sum í tinginum í okkara representativa parlamenti, skapa so nógvan trekk, mannaskaptan braindrain, eftir so stuttari tíð, sum hoyrdist púra laiv í Breddanum í morgun. Vænti, at hetta valskeiðið fer ikki at vara fýra ár. Kanska er tað gott tað sama. Tí fátækraváðin er aðrastaðni enn við bensinstøðirnar. Men tað heldur samgongan ikki.  

Comments

Anonymous said…
Nú nú. Fyri okkum uttanfyri Tórshavnar kommunu (sum eisini umboða bróðurpartin av fólkatalinum í landinum), er "braindraini" so absolutt eitt fyribrigdi ið fólkavald úr Tórshavn líða herviliga undir. Tað er óskiljandi at trøllvaksin fólkavald umboð, tosa niður á trupuleikan ið høgu brennievnisprísirnir hava á gerandisdagin hjá okkum bygdafólki. Føroyar eru meir enn Tórshavn, landspolitikkur er meir enn ókeypis býarbussar, høg frívirðir í havnini og súklur til arbeiðis. Helvtin av Føroyingum mugu dúva uppá bilin. Dagliga, skulu tey ikki enda á ørmundarhúsið!