Skip to main content

Ferðing sum spegil, at skilja teg sjálvan

Jú fleiri vit fáa at ferðast henda vegin, jú dýrari verður hjá okkum fastbúgvandi at sleppa uppí part. Tað verður dýrari at gista, eta og helst eisini alt hitt, sum heldur ferðavinnuni uppi, so sum at leiga bil.

Og tá tosa vit ikki um fólk, sum løgreglan sigur eru ólógligir ferðaleiðarar við egnum ferðandi, ella ferðafólk sum tyrpast í leigubilum á vegum og við fossar at taka myndir, sum øll hava tikið frammanundan.

Tá hetta hendir, samstundis sum altjóða kanningar vilja vera við, at miðstættin víkir, so vit í størri mun hava undirstætt og yvirstætt, mugu vit spyrja fyri hvønn ferðavinnan, okkara triðja vinnuliga inntøkubein, ætlast at virka. Og hvussu hon virkar í øðrum londum, har vit elska at vitja.

Hyggja vit í yvirskipaða samgonguskjalið, sum skal stýra okkum komandi fýra árini, so verður sagt, at "ferðavinnan hevur stórar vakstrarmøguleikar, men krevur javnvág. Vøkstur skal fara fram á ein burðardyggan hátt, sum leggur upp fyri náttúru, lokalsamfeløgum og infrakervi" og at "Landbúnaðurin hevur eisini ein týdningarmiklan leiklut í ferðavinnuni, og menningin eigur at byggja á gott samstarv og virðing millum partarnar."

Tá tú leitar í samgonguskjalinum varnast tú skjótt, at leitorðið ferðavinna eisini korresponderar við vælferð. Bæði orðini innihalda 'ferð'.

Steðga vit ferðini og grunda eina løtu yvir hesi bæði hugtøkini, ferðavinna og vælferð, sæst umhvarvi av eini greitt neiligari gongd.

Tað havi eg ikki varnast fyrr. Tí tað hevur verið beint tværturímóti.

Mín størsta fragd hevur verið og er enn at møta ferðafólki, og gjøgnum tey fáa eina fatan av, hvussu vit og Føroyar virka sum ferðamál.

Sum fastbúgvandi kann eg jú ongantíð verða ferðafólk í egnum landi. Tað eri eg bara í øðrum londum.

Og gjøgnum árini er ferðing blivin ikki bara frítíðarítriv í orðabókatýdninginum hobby.

At ferðast, men ikki sum í greinini "The Case Against Travel", ið Agnes Callard skrivaði í The New Yorker 24. juni 2023, har hon tvíheldur um, at ferðing í veruleikanum ikki broytir okkum, hóast vit halda tað.

Hon heldur enntá, at ferðing ger okkum til verri útgávur av okkum sjálvum, hóast vit ímynda okkum tað øvuta.

Greinin er ein filosofisk, sjálvkritisk og stundum beisk viðgerð av ferðing sum eitt sosialt ritual, ið byggir á heilaspuna og sjálvsvik, vit keypa okkum til. Ferðing er "a boomerang - it drops you right where you started."

Ofta sitera vit H.C. Andersen, tá hann segði "At ferðast er at liva," og skriva tað á bussar, plakatir og veggir. Men hann hevði eisini ein skugga, ævintýraferðarin.

Ferðingin lovar okkum broyting, men gevur okkum bara ein nýggjan vinkul at síggja okkara egna skugga úr. Vit fara avstað sum vit eru, og koma heimaftur óbroytt, bara við fleiri myndum og kann henda færri orðum.

Vit royna at sleppa undan ferðafólkum, turistum, men finna hann aftur í speglinum.

Siga, at vit vilja læra um onnur, men vit síggja bara okkara egnu vanligu hugsan, løgd í fremmand landsløg. Ferðingin er eitt ritual, sum lovar vídd og víðsýni, men endar sum ein repeterandi rundferð. Ein boomerang, ið altíð finnur vegin aftur til sama heimapersón, sigur Callard.

Men í kategoriskari hugsan eru eisini avmarkingar, sum raka teg aftur. Haldi, at Callard í ferðagreinini, sum kanska av algoritmum, tengdum at mær sjálvum, javnan hevur verið at sæð á Facebook hesi árini síðani hon kom út í 2023, er nakað avgjørd.

Haldi fyri vist, eisini við sjálvsinnliti, at nógv fólk uppliva veruliga broyting, um enn ikki altíð so djúpa, men tó týdningarmikla, júst gjøgnum ferðing.

Greinskrivarin í The New Yorker ger ferðing til eitt elitistiskt moralspæl: Tað er lætt at kritisera ferðing, tá ein longu hevur møguleikan at ferðast.

Men hon undirmetir læring gjøgnum kroppsliga nærveru, tí tað at vera í einum øðrum landi, er ikki tað sama sum at lesa um tað á skúlabonki. Kroppslig nærvera skapar annað innlit, enn intellektuellur lesnaður.

Callard hevur rætt í, at ferðing ofta verður romantiserað og yvirmett. Men hugsi hon fer skeiv, tá hon sigur, at ferðing ikki kann broyta okkum. Tað kann hon. Men ikki altíð, og ikki uttan at vit sjálvi arbeiða við tí.

Hetta er kanska tann mest spennandi vinkulin, tí Føroyar eru bæði eitt land, sum móttekur ferðafólk, og eitt land, har fólk ferðast nógv sjálvi. Vit síggja ferðafólk, sum royna at sleppa undan at vera frámerkt sum turistar, tí tey leita eftir autentiskum støðum, vilja tosa við lokal fólk og vilja hava veruligar upplivingar.

Men hetta er júst tað, Callard skrivar um. Ein jagstran eftir einum autentisiteti, sum ikki kann fangast, tí hann broytist, tá hann verður eftirlýstur og er ein viðfáningur, tá hann verður funnin.

Vit kenna okkum aftur í nógvum av tí, hon sigur. Vit taka myndir av okkum sjálvum á kendum gøtum, við minnismerki, á strondum og á fjallatindum, vit fara á túrar, sum vit ikki skilja, men gera tað kortini, tí onnur gera tað, og vit royna at fáa eina kenslu av at vera komin víðari, sum tey siga í sjálvrealiseringsbókini hjá ótolandi time management fólki.

Men vit ferðast eisini, og kanska fyri nógv mesta partin, við einum heilt serligum endamáli, sum er at fáa luft, at fáa frið og at fáa eina nýggja sjálvvalda kenslu av rúmd. Ein skáa, a break, a getaway. Ein eksistentiellur tørvur og ikki bara ein turistmaskinell uppliving í ferðavinnumeldrinum.

So leingi vit unna okkum at ferðast, er tað ikki bara ein innantómur aktivitetur, men ein identitetsgerð, ein máti at staðfesta seg sjálvan uppá í einum støðugt skiftandi og nú eisini polariserandi heimi. Tú ferðast ikki bara til ein stað, ella eitt land, tú ferðast inn í eitt mentanarligt rúm, tú av forvitni og sum lívstreyt altíð ber við tær.

Ferðing skal ikki sleppa at verða avmarkað til “vit vóru har”. Ferðing eigur eftir mínum tanka og peilipunkti altíð at vera ein søga, ein broyting av sjónarhorni og ein estetisk uppliving, sum allar helst eisini gevur tær fleiri fotomyndir til heimasavnið, ið var har frammanundan. Ein narrativur identitetur, tí tú byggir teg sjálvan gjøgnum søgur, tú hevur upplivað.

Haldi, hetta er eitt slag av ferðing, sum Agnes Callard ikki fangar í greinini "The Case Against Travel". Ferðing sum tilvitska hins einstaka, identitetsarbeiði, og ikki sum fyrisitingarligt vinnumál, sum turistmaskinell uppliving, ið onkur hevur sett á skrá, kanska í tí fjara Kina.

Ferðing sum spegil, at skilja teg sjálvan. Ein tanki, sum spratt við morgunborðið, nú eg sá, hvussu dýrt tað er at gista í Føroyum.

Comments