Jórunn Gudmundsen er leiðari í nýggju Messuni í Sørvági. Við sýni inn móti sandinum tváar countrytónleikur rundleitta rúmið við einum himmalskum sangi, so eg hyggi upp. Haldi, at staðbundni tónleikurin fær tað at klárna inneftir, og knýta uppeftir í kjølstrekta longsulin, sum í eini langfarabygd var kjarnin í einum ektaðum countrysangi.
Pól Skarðenni hevur teknað Messuna, ið er bygd undir bátinum Astrid, sum í 1973 hoyrdi heima á Tvøroyri, og síðan aldarskiftið var í Fuglafirði undir navninum Marna FD 193, men upphøgdur í 2018. Nú sæst hon hálvd omaná Messuni. Pól, sum er verkfrøðingur, og sjálvlærdur listamaður, hevur starvsstovu í Vatnsoyrum. Í løtuni sýnir hann fram uppi í Dalinum. Her er motivið úr Funningi.
Tað var sørvingurin og bókavørðurin, Erhard, sum við einum Facebookuppslagi í dag freistaði meg at koyra vestur. Tað gjørdi hann í einum fyndugum setningi um tey, sum ikki eru á ásveldinum, tignarligu maktleingjuni í tvørskurðinum av Sentralføroyum, har Klaksvík er norðast við Varpinum, Runavík mittast við Løkshøll, síðan Havnin við Tjarnir og Tvøroyri sunnast við Salt.
- Vit longur úti á veinginum, vit í Sørvági, hava tað heldur friðarligari, men her er eitt nú nýggja Messan við fleiri potentialum, og her kemur skjótt eisini nýggj ítróttahøll. So vit fara eisini at fáa onkrar háintensivar upplivingar her í bygdini, sigur Erhard, og nevnir Country festivalin.
- Men kanska er menningin í Klaksvík ov rívandi, tí býarstoltleikin KÍ tapti í gjár í Klaksvík fyri 07Vestur, og spælararnir hjá KÍ vóru troyttir, skrivar Norðlýsið, hvat vit so skulu leggja í tað, sigur hann.
Soleiðis dystast tey úti um landið ein sunnudag í grásumri, meðan Neil Diamond syngur "And the Grass won't pay no Mind".
Meðan eg
síggi eina barnafamilju seta frá sær og rulla kuffertini frá borðinum til
bátin, sum skal føra tey út í Mykines, er greitt, at ferðafólk, og júst tann
leiðin, fer at merkja summarið her. Vetrarnar fer Jórunn at leggja dentin á
lokalt virksemi, og at gera Messuna til eitt savn við modellskipum, sum enn
standa á goymslu. Umframt høli til ráðstevnur, veitslur, konsertir og aðrar
samkomur, tekur høllin 300 fólk. Meðan eg hugsi um Blátt Gras og eina heiðurskonsert
við Hank Williams sangum, má eg geva Erhardi rætt. Her er rívandi potentiali
við vágna.
Fyrimyndarliga staðið til borðreiðing her vesturi, er Gásadalsgarður uppi í Dalinum, har Poula borðreiðir við rugbreyði og turrum
kjøti úr bóndans haga.
Tankin um Blátt Gras er ikki meir enn sleptur, tá eg felli í tos við eini hjún úr amerikanska bluegrass statinum, Kentucky, sum síggjast aftanfyri Poulu. Tey eru júst komin, og hetta er fjórða steðgistað.
- You
gotta eat, siga tey, meðan vit hyggja at myndum og filmi á stórskíggjanum á
vegginum, sum beint nú sýnir blóð og slakt, knapt og væl valt alt samalt, við
taljuni undir loftinum og frárenslinum á gólvinum kring alt rúmið, sum ber boð
um "a converted slaughterhouse", eitt sláturhús, sum bóndin um sumrarnar umskapar
til kafé og matstovu við útipalli og egnum øli, tá veðrið er gott. Tað dámar teimum væl at
síggja og skilja slíkan autentisitet. Mest gjøgnumhugsaða matupplivingarstað,
sum í eini handavending bjóðar til at møta forvitna ferðafólkinum - og lukkast
við bravour.
Við næsta
borð er ein røð av japanskum ferðafólkum, øll við myndatólum, serliga Sony, har
eina kvinnan er í gulum regnjakka við áskriftini "Welcome to Nature"
niðast á bakinum.
Á
heimleiðini er bygdin Bøur so vøkur í summarsliga gráveðrinum, tí ein gandakend
dýpd er í ljósinum, heldur enn ein-dimensionelli bláhimmalin, um tað var sól og
skífrítt.
Gangandi
millum ferðafólk við altskyns tungumálum og nummarplátum má eg sanna, at Vágar
eru hugtakandi, sum fáar, kanska eingin, oyggj í landinum, har landfast er úr
túninum. Kanska er tað har, at útferðarlongsulin á hásumri verður best lektur.
Við einum biltúri. Og kanska einum countrysangi.
















Comments