Skip to main content

Kvinnan, sum dugdi gand - heilt til okkara dagar

Dagurin byrjar sum allir aðrir við at eg tendri Útvarpið. Hefti meg við tvær søgur, har hin fyrra peikar inneftir í sjálvsnøgd, og hin seinna peikar úteftir í einum vónartanka um spírandi samhaldsfesti.

Sagt verður fyrst í Útvarpinum, at konur fara at seta seg á trappuna í Vágsbotni at binda, eins og tær altíð hava gjørt á aðalfundi hjá Lærarafelagnum og framman fyri øllum innkeyptum fyrilestrahaldarum úr Danmark. Tað var hin innvenda.

Eftir døgurða sigur Ingi í Útvarpinum eina amerikanska søgu um kvinnur, The Highwomen, sum nýtulka arbeiðarasangin hjá øllum heimsins monnum, Highwayman, har kvinnuliga útgávan er um eina heks, ið verður ákærd fyri gand og hongd í Salem. Eins og mannfólkasangurin enda tær eisini við orðunum "I am still around". Kvinnurnar endurskriva arbeiðarakonseptið hjá monnunum, og seta kvinnur í søguni inn í staðin fyri menn, haldandi fast í at sálirnar koma aftur, kvinnur, sum hava verið kúgaðar, brendar og dripnar - og kortini liva víðari, sum sangurin sigur, nú vit hava Countryfestival. Tað var hin útvenda.

- Trúgva tit uppá gand, spyr Gunnvá, sum eftir at øll hava sett seg, er komin inn um hurðina í Brúgvafjósinum mitt í Skúvoyarbygd, vegg um vegg við toftirnar av húsunum, sum hennara alter ego, Sára Malena, búði í, og sum henda sama dag, trettanda juni í 1903, andaðist á sjúkrahúsi í Havn, 71 ára gomul.

Vit eru mitt í søguligum in situ einrøðuleiki, hjá Gunnvá Zachariasen, sum hon og Ria Tórgarð hava skrivað handrit til og Ria hevur leikstjórnað. Einkult og einfalt, so allir skúlar kunnu taka ímóti og seta leikin á pall. Tað er missiónin, sum eg skilji hana, í útbreiðslu av leikinum, tí hann hevur nógv uppá hjartað.


Hann varir ein tíma og er perfektur til elstu flokkar í fólkaskúlanum í einum breiðspektraðum evnið frá mannfólkasøgu, vit lesa í øllum bókum, í øðrum borðinum, umvegis tíðarleyst fátækadømi í stættarsamfelagnum, til fráveru av miskun í kirkju, skúla og almannaverki, til hardcore happing í bygdini í hennara lívi og samtíð.

Skúlavenda missiónin í leikinum verður eksemplariskt loftað við nútíðar ungdóms lingo og máliskum sum six-seven, so øll flenna. Gunnvá transformerar Sáru Malenu til nútíðina og ger hennara einsligu, fátæksligu og útsettu støðu í samfelagnum opinbera og greiða. Í dag vildu vit kalla hana - og setta hana í hagfrøðisliga teigin - ekstreman fátækraváða, sum fleiri børn í dag vaksa upp í.

Her er missiónin hjá leikinum, sum eg fati hann. Annan vegin ein søgulig frásøgn um farnar tíðir, vit onga ávirkan hava á, og hin vegin ein áeggjan, at varpa nógv sterkari og rættari ljós á tey veikastu í samfelagnum, sum longu við føðingini kunnu siga sum gandakenda ódýrið, Frankenstein, við pápan: "Tú gavst mær eitt lív, eg ikki vil liva". Ella sum í Oscartilnevnda libanesiska filminum "Capernaum", har tólv ára gamli drongurin, Zain, saksøkir foreldrini fyri at hava sett hann í verðina.

Við søguni um Sáru Malenu nema vit gamaní við gandakysntur - sum kanska mest hongur uppi við sansaleysari øði hjá eini lítið attraktivari kvinnu, ið er sett heilt út av øllum samfelagsligum rókum, og til teitis hjá monnum má klára seg sjálva í allari elendigheitini - men menniskjasýnið í hesum leiki er kollektiva bygdin og hvussu vit fara við okkara egnu, ikki minst við slaturi og sleygi á sosialu miðlunum.

Tí hevur søguligi leikurin eina greiða adressu til nútíðina, hvussu fragmenterað og polarisera hon er, nútíðin.



Takk fyri góða uppliving í eksemplariskt røttu og vælvaldu kørmunum, trygdina fyri, at hon ikki eisini í deyðanum varð útstoytt, men løgd í kristna jørð, í gamla kirkjugarði, sum yvirlitsmyndin hjá grannanum, Janusi Jensen, vísur, serveringina í skúlanum aftaná og aldubrotini við Sildberanum heimaftur, sum á enninum gav mær autentiska minnið um upplivingina.

Takk fyri.


Comments