Skip to main content

HM setur Kurasau á heimskortið

Í dag er bólturin farin á rull, so vit veruliga fáa innlit í miðlafótbólt í real time, annan vegin sum heilsugóð savningarmentan, men hinvegin sum náðileys pengamaskina.

Við 48 londum byrjar hin størsta heimsmeistarakappingin í mansfótbólti, FIFA 2026, í dag, 11. juni og endar 19. juli. Tilsamans 104 dystir í 39 dagar, spældir í trimum londum, USA, Kanada og Meksiko í fýra tíðarøkjum. 

HM 2026 verður hýst í 16 vertsbýum í USA, Kanada og Meksiko. Fyrsti dystur verður spældur á Estadio Azteca í Meksikobýi, mest ikoniska HM-stadion nakrantíð, tí har var fyrsti HM dystur í Meksiko í 1970, tá Brasil við triðja HM sigri hjá Péle vann 4-1 á Italia, og so "Hand of God" og "Goal of the Century" hjá Maradona í 1986, tá Argentina vann 3-2 á Vesturtýsklandi. Azteca verður nú fyrsti leikvøllur at hýsa HM fyri triðju ferð. Endadysturin verður spældur 19. juli á MetLife Stadium, East Rutherford, New Jersey.

BBC hevur eitt yvirlit, har øll 48 kappingarlondini verða lýst.

Føroyskir fótbóltsjournalistar og -frásøgufólk hava altíð hildið málsliga málið reint. Tey hava gingið undan, tá umræður at navngeva og stava fremmand lond, ikki minst tey, sum vit sjáldan taka upp á tungu, og so serliga at halda fast í ymsu meir og minni logisku siðvenjum at kalla lond Holland ella Niðurlond, Grikkaland ella Hellas, Montenegro ella Svartfjallaland, Grønhøvdaoyggjar ella Kabo Verdi, ella - sum tað nýggjasta - Curaçao ella Kurasau. Tað er ongastaðni og ongantíð, at málið liggur í hondum, sum hjá fótbóltsjournalistum, frásøgufólkum og viðmerkjarum. 

Nýggjasta frá Málráðnum er, at Curaçao nú verður kallað Kurasau. Tvær oyggjar út fyri Venesuela í Suðuramerika, bara onnur er bygd og telur 156.000 fólk. Kurasau gjørdist sjálvstøðugt land í Niðurlendska kongaríkinum í 2010, men er ikki limur í ST. Kurasau er partur av Smáu Antilloyggjum, sunnast í Karibiahavi, ið er sunnanfyri Kuba, Jamaika, og Meksikoflógva, sum vit siga í okkara skúlabókum, men amerikanski forsetin, Trump, á lógligan innanríkis hátt hevur loyvt sær at kalla Amerikanski flógvin, Gulf of America, hóast altjóða heitið er og verður Meksikoflógvi, Gulf of Mexico. Fótbóltur er eisini eitt show hjá Trump og ikki minst bilettseljaranum Infantino.

Stavsetingin Kurasau hevur verið umrødd í Málráðnum og Birkblog hevur í dag fingið innlit í samskiftið, har tað sæst, at mælt verður til at nýta eitt føroyskt snið av navninum, Kurasau.

- Hetta tí, at stavsetingin fylgir einum føroyskum stavsetingarsniði, samstundis sum framburðurin rímiliga væl endurgevur upprunaliga framburðinum hjá navninum. Harafturat slepst undan fremmanda tekninum ç, og Málráðið hevur áður mælt frá at nýta fremmant tekin í landanøvnum, sum ikki siga føroyska brúkaranum nakað um framburð. Møguliga kann upprunaformurin Curaçao nevnast fyrstu ferð: Kurasau (Curaçao). Við hesum verður vanliga stavsetingarreglan um landanøvn eisini fylgd:

“Málráðið tekur undir við regluni um, at nøvn á heimspørtum, londum og fyribrigdum, sum fevna um fleiri lond, fáa føroyskt snið og føroyska stavseting, men at landafrøðilig fyribrigdi inni í einum landi verða skrivað á einum almennum máli í hvørjum landi sær.”

Eg eri av teirri turkatrúgv, at heimin, høv og landgrunnar vinnur tú bara við at seta navn á. Har er tað sum í ævintýrinum um Hitt Gandaða Lyklaholið.

Londini, sum eru við í heimsmeistarakappingini í mansfótbólti hjá FIFA eru bólkaði soleiðis:

Bólkur A: Meksiko, Suðurafrika, Suðurkorea, Kekkia

Bólkur B: Kanada, Bosnia-Hersegovina, Katar, Sveis

Bólkur C: Brasil, Marokko, Haiti, Skotland

Bólkur D: USA, Paraguai, Avstralia, Turkaland

Bólkur E: Týskland, Kurasau, Fílabeinsstrondin, Ekvador

Bólkur F: Niðurlond, Japan, Svøríki, Tunesia

Bólkur G: Belgia, Egyptaland, Iran, Nýsæland

Bólkur H: Spania, Grønhøvdaoyggjar, Saudiarabia, Uruguei

Bólkur I: Frakland, Senegal, Irak, Noreg

Bólkur J: Argentina, Algeria, Eysturríki, Jordan

Bólkur K: Portugal, Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo, Usbekistan, Kolombia

Bólkur L: Ongland, Kroatia, Gana, Panama

Comments