Skip to main content

Tarvafjósið ein týsdag

 

Fert tú til Eiðis í dag, so sært tú gamla Tarvafjósið uppi í Kolli, sum Telefonverkið seinni gjørdi reytt, myndprýtt við verkinum "Garden of Memory", Garður við minnum, har vit síggja eina eldri konu, liggja barðlong á rygginum í sólini, við reyðum garni í niðara vinstra horni, einum farra av sjógvi ella luft uppi til vinstru, og restin av myndini, niðast, ovast og longst til høgru, eru barnaleiku, ein bamsa og ein bátur, ein seymimaskina, at spæla við, og ein tómur dukkuvognur.

Eg spyrji italska veggjamyndlistamannin, Edoardo Ettorre, um motivið og kvinnan eru av Eiði.

- Nei, sigur hann og festir sær í. It's universal. Tað er eitt altjóða motiv, eg arbeiði við.

Eg spyrji, um eg skal vága mær at ganga undir hangandi lyftina í bakkanum, og hann nikkar og sigur jú, her er alt trygt.

- Hvaðani ert tú, spyr hann, tá italski parturin er liðugur. Jú, eg búði her til í 1976. Aha sigur hann, og fortelur, at hann býr in a cottage by the sea har niðri. Og har niðri á Hamri, við kajuna, fari eg at mála enn ein vegg á Eiði. Betongveggur á einum neysti, hjá Niels Emil, gita vit okkum fram til, við fronti móti sjónum og Sundalagnum.

Sum Hergeir Staksberg í Havn sigur vegna We Need Art: "Hevur tú hug at uppliva bæði náttúru og veggjamálningar í heimsflokki, so er at fara ein túr til Eiðis!"

Eftir neystið hjá Niels Emil, er ætlanin at mála ein vegg í Saksun.

Á bygd er annarleiðis útsýni millum húsini enn í Havn. Har eru ofta nógvir litir og annarleiðis óstortligar samanrenningar av byggistíli, hurðum, grundum, vanligum forfalli og vinnuligum virksemi.

Onkuntíð haldi eg, at júst tann samanrenningin eisini er hugvekjandi stuttlig fyri títt sivila myndaeygað, tá tú ein týsdag er farin úr Havn.

Comments