Tað er Astrið Gullborgardóttir, sum framman fyri skúlanum í Fuglafirði er við í lýsingini hjá Kovboyfilm um elbilin Toyota C-HR+ hjá Reyni Service.
Í fjør legði
eg meg í kjalarvørrin á teim, sum ljóðleys rógva í grøna orkuskiftinum. Eg keypti
mær elbil at koyra við og hitapumpu heima. Meir um tað í endanum.
Men henda grein snýr seg ikki um elbilar og hitapumpur, men um fremstu føroysku lýsingalist á filmi, ein minuttur og tríogtjúgu sekund til longdar, gjørdur til stóra biografløriftið, men frumsýndur í Sjónvarpinum undan HM-dystinum millum Noreg og Brasil tíggju minuttir í níggju sunnukvøldið.
Her á blogginum sæst hann tó longu nú.
- Eg havi tikið russisku linsuna við, sigur Thomas Koba, og greiðir frá, at øll lýsingin er
filmað við gomlum russiskum linsum.
- Keypti
eitt refurbished set av linsum herfyri, fyri at fáa hattar bleyta, softa,
lookið. Tað eru gamlar stillkamera linsur frá 60 og 80'unum, sum eru modifiseraðar
til at passa á mítt Sony kamera. Tær eru eitt sindur torførar at arbeiða við,
men tað er vert tað, sigur Thomas um listaliga lýsingafilmin, hann hevur gjørt.
Í filminum síggja vit tríggjar sjónleikarar, tvær kvinnur í stovuni, og ein mann, sum er uttanfyri, og ger bilin kláran. Í summarhitanum síggja vit eisini køldu djúsmaskinuna, glintandi ísterningar, og aftanfyri, kanska úti á bønum, hoyra vit ein hund goyggja, ið skapar eina ironiska distansu og ein farra av lakoniska leikstjóranum Tarantino og subversiva filminum The Big Lebowski.
Sjónleikararnir eru Astrið Gullborgardóttir, Hanna Flóvinsdóttir og Rani Dahl-Olsen. Annar av Kobabrøðrunum, Thomas, eigur hugskot og kamera, og hin, sum er við í hesum føri, Michael, er framleiðari. Hans Petur Hansen hevur tendrað og stjórnað ljósinum, Anna Kristin Bæk hevur gjørt set design og valt klæðir, Shaila Dam Jacbobsen og Julia Jacobsen hava sett hár og lagt makeup, Heidi Mortensen er rekvisitør, meðan Rúna Koba og Jan Petersen eru hjálparfólk. Alt er filmað on location í Fuglafirði. Hyggir tú nær, so sært tú skúlan.
Til frumsýningina av lýsingafilminum hjá Kovboyfilm, tí flottasta av slagnum og við hægsta production value, eg havi sæð í føroyskari lýsingasøgu, varð eg sum undirvísari og filmskennari boðin at innleiða filmin í hølunum hjá Reyni Service við eini stuttari greining og almennari innføring í lýsingar, sum nema við tað frælsið, sum er at koyra bil, og tað fasinatiónsobjekt, sum bilar og fartelefonir eru í brúkarasamfelagnum.
Mítt
innleiðandi uppaháld var, at bilur er ultimativa frælsismaskinan. Samstundis er
tað eitt søguligt faktum, at eingin bilur er ein eitt-fólka-bilur, hóast teir
finnast. Minst eitt setur er við síðuna av føraranum av bilinum, sum umframt at
koyra, eisini kann standa stillur, bilurin, og tá verða fremsta fasinatiónsobjekt,
ið er eitt hugtak, fasinatión, sum skiftir millum at verða frástoytandi og
tiltrekkjandi, eins og stóru málningarnir, serliga hjá Ingálvi, sum púra laiv
eru á veggunum í sølurúminum.
Starvsfólkini
fingu ein visuellan undranarspurning, sum er eitt lyklahugtak í
Fólkaskúlalógini, undranarspurningur: Kann ein stillur bilur verða meira
fasinerandi enn ein koyrandi bilur? Hví og hvussu kann hann tað?
Eftir
bilin er telefonin næstfremsta fasinatiónsobjekt er mítt uppáhald. Vit taka
hana fram, velja Sprota-appina og finna orðið Juxtapose í ensk-føroysku orðabókini.
Hvat er tað?
So taka vit Coca
Cola reklamuna frá Vi Unge í 1978 fram á stórskíggjan, har ein drongur situr í
eini trillubør og tvær gentur trilla, onnur hyggur á drongin, og hin hyggur
beint fram. Hvat merkir tað í lýsingagerð og samskiftisgreining, at persónarnir
verða bundnir saman á henda hátt? Nú Sprota vit enska orðið: Availability.
Nú eru vit fakliga klædd í estetisk arbeiðaraklæði at síggja lýsingina hjá Kovboyfilmi fyrstu ferð.
Eftir at hava sæð
filmin fyrstu ferð, fáa øll starvsfólkini eina uppgáva. Tá øll eru tald við, eru tey ikki færri enn 58 í øllum landinum. Men í dag eru
vit bara í Havn, og fara í fýra bólkar. Uppgávan er, sínamillum, og ikki til tíðarkrevjandi
framløgu upp í saman í plenum, í bólkunum at semjast um eina einstreingjaða endursøgn av filminum, men nú
við einum greiðum kynspolitiskum broddi.
Kjaksetningarnir í bólkunum eru: Hvussu nógv fólk eru í filminum? Hvat kyn? Er nakað samband millum eitt-tvey-ella trý? Um so er, hvat er sambandið? Takið síðan støðu til production value: Hvønn týdning hevur ekstrema skarpheitin og detailgradin fyri filmin? Hvar í filminum hendir nakað, har eini persónurin stetlar og næstan missir ondina og alt, ið viðkomandi hevur í hondini? Minst til ta senuna. Met um ta senuna. Lukkast hon?
Nú síggja vit filmin
aðru ferð.
Eftir seinnu
sýningina taka vit eina kollektiva selfie, og kjakast við kaffi og kaku í
hondini millum bilarnar. So er liðugt og ein hálvur tími við listaligari
lýsingalæru ein fríggjamorgun í Hoyvík er farin.
Og so varð tað inngangslyftið um royndirnar við hitapumpu í summarhitanum heima, hyggjandi yvir Nólsoyarfjørð:
Friður og frídagur
kaffi á
terassuni
longsta
dag
beinini
upp á borðið
sum er
úti
og
nýggjastu
meiningar
úr brøvum
frá
frælsisbrøðrum
fyri eyguni
so fer pumpan í gongd
hon sum skapar
hita
fyrst ein so
hinar fimm
fari inn
at drekka
kaffi
liðugt
lati
hurðina
aftur
tá
inniparturin
tey rópa
fer í
gongd
og ljóðar
av nýskotnum
poppkorni
blundi og
síggi
undir
eygnalokunum
stóra
biografin
við grøna orkuskiftinum












Comments