Millum túsundir á Vaglinum fær Siri okkum at minnast hin eina falna í Berlin og tey mongu særdu í býnum, har heimsins fyrsti LGBT aktivistur, Karl Heinrich Ulrichs skrivaði søguna "Manor", sum nú er gjørd til film í Føroyum. Í ein stillan minutt, sum stendur meitlaður í sinninum hjá fremmandafólki, sum ganga framvið ánni, men verða kúrr, tí tey vita, eins og vit, hvat evnið er.
Silvurdrongur, sum brúkar sítt borgarliga navn Trygvi, tá hann stillar út uppi í Steinatúni, kemur á pallin við einum óbetaliligum sjovi, sum byrjar við heimstónleiki av Balkan. Gjøgnumføroyskt entertainment í strammum búnað og matsjandi húgvu. Havi ikki hoyrt so kompakt stílsikra framførslu, sum til avmálda høvið er í góðari kontakt við áhoyraraskaran, ið er visuelt svangur, vil klappa, flagga og syngja við.
Siri, sum
er stórtekkiligur og larger than life pallstjóri og frásøgufólk í drag, hevur
fullkomið tamarhald á øllum teim møttu í miðbýnum, og ger meg stórbilsnan, ja
málleysan, tá hon skiftir á eina persónliga heimakanal, og fer at syngja sálmin
frá 1860'unum, "Yes, Jesus loves me", sum vit eisini kenna frá Whitney
Houston, so miðbýarkarmurin hesa løtu er eins væl Harlem og downtown Tórshavn
undan ólavsøku. No limit, um so áin rennir undir ella omaná.
Henda
vend í almenna rúminum, at ítaluseta ráðandi maktfaktorin, sum religiónin altíð
hevur verið, á ein nýggjan hátt, krøkir eisini í góðorðini hjá Martu á Lakjuni
á Facebook í gjár, har hon við støði í ælabogagøtuni í Steinatúni umrøður samkyndleika
og fosturtøku:
- Við hesum
í huga haldi eg, at tað er vert at spyrja, um tað er skynsamt, tá kristin
standa við øksini fremst í málum, sum eitt nú umrøða samkyndleika og
fosturtøku. - Ikki tí at etiskir spurningar eru týdningarleysir, men tí at
fokusið tá flytur seg frá evangeliinum til mentanarbardaga ella stríð um
moralskar og samfelagsligar spurningar, har vandi er fyri, at evangeliið verður
skúgvað í bakgrundina, meðan mentanarbardagin og kjak og tvídráttir taka yvir. Tá
koma fólk at hoyra tey kristnu sum eina rødd, ið ber fram fordøming og
mótstøðu, heldur enn gleðiboðskapin um kærleika, náði og vón…Hetta er ikki ein
grundgeving fyri, at kristin skulu gevast við sínum sannføringum. Tað er ein
grundgeving fyri, at sannføring uttan eyðmýkt, miskunn og kærleika lættliga ger
meiri skaða enn gagn. - Tað var júst tann freistingin, Jesus ferð eftir ferð ávaraði
ímóti: At kenna sannleikan, men gloyma kærleikan.
Eftir góðorðini hjá Martu, heilsar ein fríkirkjumaður henni við
næstan haiku orðunum: "Gud er góður. Ikki óður."
Henda vend í almenna religiøsa retorikkinum undrar meg positivt.
So fer innbodni høvuðstalarin á pallin hjá LGBT+ Føroyum, Ólavur Eysturdal, sum nú er prestur í Danmark. Hann er so stálsettur, at hann vil hava bann fyri umvendigarterapi.
Kørgu orðini,
sum gamaní vórðu pakkað inn í vælkomponeraða bíbilska poesi, liggja enn á, tá
eg heimkomin møti elsta manni í grannalagnum.
- Hevði
hasin prædika herheima, hevði eg farið at gingið í kirkju aftur, sigur hann,
nomin og rørdur.
Kirkjan og
praktiseraða religiónin eru týðuliga í eini rembandi broyting. Einki tykist
kunna steðga hesi transenderandi broytingartilgongd. Og tað eri eg fegin um. At
vit eiga fólk, sum á ólavsøku kunnu klæða maktreligiónina í ein menniskjabúnað.
Takk fyri
tað.





Comments