Skip to main content

Rolling Stones betri enn nakrantíð

Við frontmonnunum, Mick Jagger og Keith Richards, The Glimmer Twins, sum báðir ganga á tríogfýrsinstjúginda ári, geva teir í Rolling Stones út nýggja LP, "Foreign Tongues", sum er hin fimmogtjúginda í teirra katalogi, sum byrjaði fyri fýraogtrýss árum síðan - og enn er í gongd.

Tað er eindømi í rokksøguni. Beatles eru langt síðan givinir og Bob Dylan, sum man vera einasta samanberiliga navn og ikon, hórar enn við konsertum.

Hin níggjuhálvfjerðs ára gamli Ronnie Wood, sum fyrr er kendur frá Jeff Beck og Rod Stewart í Small Faces, er triði í surrealistiskt sundurklipta pastellmálninginum omanfyri, "Stones Trinity" (2025), hjá unga amerikanska listamannininum, Nathaniel Mary Quinn (f.1977).

Hann sigur á heimasíðuni hjá Larry Gagosian, har hann er umboðaður, at "Creating the album cover for the Rolling Stones is an artistic honor - a dialogue with one of the most enduring forces in cultural history."

Eins og Rolling Stones hava sangir sum hin speed skjóta "Rip this joint" (1972) á úrvalsverkinum "Exile on Main St", so hevur Quinn eisini havt tað fyri, at rippa áður kend listaverk og gera nýggjar fragmenteraðar identitetskollasjur og flyta klassiska vakurleikan inn í sítt egna univers, The Robert Taylor Homes, málað á veggir í fátækabýlinginum, sum tá hann í 2015 gjørdi "Erica with the Pearl Earring" við støði í minninum um eina sterka svarta gentu í somu húsum, har hann búði, segði:

"Erica's presence carried the same quiet magnitude I had come to recognize in Vermeer's figure. My work is an ode: an effort to elevate a girl from the margins of society into the space of reverence historically reserved for subjects of European painting. Unlike Vermeer's figure—often understood as imagined, though sometimes linked to his daughter - Erica was real. She lived next door, on the sixth floor of the Robert Taylor Homes."

Troystarleysa økið, sum varð bygt í 1962 og rivið niður í 2007, er við áttaogtjúgu hæddum helst størsta íbúðarbygging í heiminum, ikki ólík Hitler'sa "Kraft durch Freude" í tríatiárunum at skapa arbeiðaranum frítíðaríbúðir á størstu týsku oynni Rügen.

"Foreign Tongues" er kendasta navn, mær kemur til hugs, sum minnir okkum á, at LP plátan úr vinyli er komin fram aftur og húsin, tær eru í, aftur kann verða lyftur fram og blíva ein listaligur pallur og úttrykk, sum hevur verið burtur, nú stroyming er týdningarmesta útbreiðsla av tónleiki, og mest sum bara hevur handilsligu ørinindini at slóða fyri konsertum.

Millum kendu plátuhúsarnar í søguni eru fyrst og fremst "Sgt Pepper's Lonely Club Band" (1967), sum Peter Blake gjørdi fyri The Beatles, allir húsarnir, sum Storm Torgeirson gjørdi í farnu øld fyri teknistovuna Hypgnosis, við orkestrum sum Pink Floyd og Yes, niðurlendski fotografurin, Anton Corbijn (f.1955), ið við street kamera fotograferaði nøvn sum Depeche Mode og U2, og skapti teirra visuella stíl, og so "Face Dances" (1981) hjá the Who, sum áðurnevndi Peter Blake fekk til uppgávu, at biðja sekstan bretsk myndlistafólk mála teir fýra í The Who. Rolling Stones hava brúkt fotografin Gered Mankowitz á "Between the Buttons" (1967) og Norman Seeff á "Exile on Main St" (1972), samanhildið við myndum úr "The Americans" (1958) hjá Robert Frank, ikki ólíkar "Amerikanske billeder" (1977) hjá ferðandi danska fotoprestinum Jacob Holdt.

Plátuhúsin tykist verða komin aftur, eisini hjá føroyskum útgevarum, serliga tutl, og teirra tónleikarum.

"Foreign Tounges" er ein merkiliga góð LP, sæð í mun til aldurin á bólkinum og stevfasta marknaðartakið. Forsangarin er hin minst ellismerkti. Hann er sum fyrsta dagin, ja minnir um brøðurnar Gibb í Bee Gees, tá hann syngur "Jealous Lover" í falsett, sum var tað ein tíðarleysur unglingi til upptøkuroynd hjá Motown við góðum bassi í botninum, og so urgan, sum rennur út og inn, hon hjá Steve Winwood og Benmont Tench, sum eisini var við í orkestrinum hjá Jeff Beck.

Djevulska hanastevið, vit kenna frá Jaggerdansi og gomlum plátum sum "Sympathy for the Devil", og eisini ein farra av kórinum í "Gimme Shelter", billi eg mær inn at hoyra sum myndandi røddir í bakgrundini.

"Divine Intervention" við framdrívandi trummum hjá nýggja trummusláaranum, Steve Jordan, er standard Stones, aftur við stílsikrari og væl varðveittari forsangara rødd, eisini í hæddunum, hjá Jagger, og skitnari Keith gittarsolo, sum tó saktans kundi verið Wood, uttan at skæla vørumerkið, við góða bassinum hjá Darryl Jones aftanfyri.

"Ringing Hollow" er ein av sangunum, sum mær dámar besta á nýggju plátuni. Vælskaptur og harmoniskt fullkomin sum ein road movie over there. Hann byggir heilt vist á kennskapin og sambandið við Gram Parsons í Joshua Tree í Mohjave oyðimørkini, sum fyrr er blivin til "Wild Horses" á LP plátuni Sticky Fingers (1971) og eisini sarkastiski sangurin "Far away eyes" á LP plátuni Some Girls (1978). At koyra í bili um náttina, um einsemi, um at gera tað liðugt, um nothingness og einsemi á amerikansku barrunum og vegunum, ikki minst í Bakersfield, fyrr, og í Dallas, nú. Og so ein formidabul gittarsolo við slide enda, sum eg giti er Wood'sa og so liggur Keith undir.

At Mick Jagger ger eina coverversión er sjáldsamt. Tað ger hann við Amy Winehouse sanginum "You know I'm no good" av Back to Black (2006), sum eg haldi hann tekur til nýggjar søgufraserandi hæddir, sum klæðir honum og orkestrinum serstakliga væl. Her er best of both worlds. Amy plus Jagger pluss fylgispælið og sterku punktueringarnar og munnhørpan, framúr, ein fleirfaldur klassikari er blivin til.

So er tað sangurin hjá Keith Richards, honum, ið syngur like a dying dolphin, sum ein ummælari segði, tá hann sang "Say it's not you" saman við George Jones í 1994. Hann hevur eina heilt serliga kenslu fyri tí inniliga tónanum í einum ektaðum gamaldags countrysangi um longsul, sum við ellismerktu røddini fær ein heilt serligan gamlamannafarra í egna sjarmu sanginum "Some of us", ið helst er besti sangur á nýggju Stones plátuni.

"Back in your Life" er ein poetiskur sangur við eins poetiskum gittarspæli hjá Ronnie Wood, sum smakkar mær væl móti endanum á hesi óvæntað góðu plátu, ið vísir hvussu gott tak teir allir hava á rokktónleiki, og sum onganting enn og eftir seks áratíggju kunnu seta saman ein perlurøð av sangum, sum í meir enn ein tíma kava í allar ættir og sjangrur. Chuck Berry fær eina heilsan til endans eins og Muddy Waters fekk eina heilsan síðst. Respekt. Hesar hevði eg vilja hoyrt laiv. Einki er kunngjørt, tað eg dugi at síggja, men við hesi manning er einki ógjørligt.

Comments