Vilt tú ein góðveðursdag, meðan tokan liggur gráslavin yvir Havnina, uppliva eina grasgrøna bygd, sum enn er autentisk, og harumframt fáa ein eyka ágóða framíhjá og púra óvæntað uppliva og eygleiða, hvussu hon tekur móti fremmandafólki, er at fara norður til Tjørnuvíkar.
Tað gjørdi eg í dag - hóast tað ikki er ráðiligt at traðka í
fótafarið hjá meistaranum, Jørgen-Frantz, sum frá sjósíðuni skrivaði
ferðafrásøgn úr Sjeyndum her á Tjørnuvíksleiðini í 1927. Men kargari
eygberingar kunnu eisini gera tað ein óforpliktandi hásummardag knapt hundrað
ár seinni.
Kom út úr heilhuldu Havnini, byrjar at klárna í Sundalagnum, har tað gongur upp fyri mær, hvussu avkrøkt Sundalagið er blivið, eftir at Eysturoyartunnilin varð tikin í brúk hin vegin.
Onkur eg tosi við, fegnast, at nú er friður av teim mongu bilunum,
sum tíðliga og seint koyra til og frá arbeiði og gera sneisaørindum í Havn, hóast
depilin kring brúnna um Streymin varð skýrdur og veruliga væntaðar at verða
miðdepil Føroya. Nú skulu vit standa saman her norðuri, er útsøgnin. Men eg
hugsi, at hesin íkomni friður er dýrt keyptur og setur økið langt aftur í ta
røð, vit urbaniseraðu bygdafólk, ið ikki eru ókunnug á hesum leiðum, eru farin
at rópa menning.
Men komin norður um somu brúnna, har eg gekk í realskúla, verið
eg Streymoyarmegin avbrotin við eini sjón, eg ikki havi sæð fyrr.
Á møtiplássinum í ytra borði á Gjánoyravegi, millum kristna
leguplássið í Nesvík, og gomlu hvalastøðina á Gjánoyri, stendur ein svartur BMW
leigubilur, og uttanfyri bilin hevur ein kona, brett eitt teppið út á lendið,
har hon við klæði um høvdið leggur seg fram eftir rommum og tíðuliga biður,
mest sum suðureftir seinrapartin klokkan tvey. Hetta grundi eg yvir, til eg eri komin
til Langasands, tá eg síggi ein stóran kross á fyrsta svarta húsaveggi fyri
norðurgangandi har í bygdini. Eg grundi yvir hesar óvæntaðu sjónir, sum nú eru
tríggjar í tali, eri fyrst paff, og haldi so, at nú er religiøs javnvág íkomin,
sum ger meg nøgdan, ja næstsum fegnan, at uppliva henda jarðiska praksis við
vegjaðaran ein hásummardag.
Koyri framvið kirkjuni í Vík, har heimsins vakrasta
altartalva er goymd og flestu turistum helst ókunnug, steðgi so fyri reyðum og
bíði til mín túrur er at koyra oman í Kingostaðin Tjørnuvík. Alt fer róliga og
sámuliga fram, hóast bilarnir eru fremmandir og skulu venja seg við smala vegin
í brattlendinum. Komin á slætt er at parkera eftir øllum forskriftum við
kirkjuni fyri framman.
Gangi oman á sandin, at taka nakrar myndir út í hav, har týski seglbáturin Hilke liggur við ílatogi, og so niðan móti bygdini, sum eg ofta havi gjørt fyrr, tí rukkubylgjuti aldusandurin er so grafiskt illustrativur.
Liðugur at hyggja í myndatólið, síggi eg ein turist við berari reyv, sum beint upp at mær skiftir og ætlar at svimja. Hetta var ikki gamalt, at vera so eksibitionistiskur, tá tú uppá kropp er so lítið tekkiligur sum hesin hvíthvalur í almenna rúminum. Kløkkur gangi eg burtur frá manninum og møti einum heri av flennandi fólki úr Fjareysturi, sum gera tiktok rørslur framman fyri telefonini, ið stendur á eini stong, meðan ungir menn standa við ár á upplástari brimfjøl, kanska paddle board. Familjur savnast, og tvær kvinnur havast at onkrum heilt privatum við ein hyl, langt burturi.
Nú er litríkt fevnandi summarbygdin blivin ein so áhugaverd og spennandi vitjan, at í tilvitskuni havi eg tikið meg minst eitt fet ella tvey út í rúmdina, so eg í frástøðu kann eygleiða antropologiska ferðavinnueksperimentið Tjørnuvík.
Eftir sandinum, út á Lending, framvið livandi høsnarhúsinum við gákandi hønum og einum harðmæltum móðurmálshana, sum sigur kokkalarakó, og nýsligið gras, sum er koyrt oman av vegnum og slær upp í næsarnar, og konan, sum undir norska flagginum millum húsini sigur, at kaffen kommer snart, og danska parið, sum í áðni leyp í aldurnar á sandinum, hon við sløttum nalva, siga bæði vælnøgd ja, so er den frisklavet.
Hoybøndin, sum er pensjoneraður lærari, sigur yvir sláimaskinuna, at her er ikki sláandi fyri turistum. Tey eru allastaðni og koma oman av niðurtraðkaðu gøtuni har uppi, helst tí onkur í Havn hevur sent tey. So tyggir hann uppá orðini, sum vit báðir lata hanga okkara millum, sum Ívar, tá hann las um dollarin og yennin, ið gingu kykir millum veggja, til alt fall, malið og rikið burtur í einki.
Kanska er tað ikki so nógv at finnast at í vælvirkandi nútíðarbygdini, sum kortini er vælkrøkt í fyrndini og øllum siðvenjum, sum ikki lata seg skúgva til viks, hvaðna minni renna seg um koll, nú dagsins rend av ferðafólki kom til bygda, aldri meir enn parkeringspláss eru til, og sessir í bláa rutubussinum.
Fyri mær at síggja, er avmálda atkoman ferðavinnustýringin sjálv. Her er eitt mark fyri, hvør og hvussu mong kunnu koma higar í senn. Tað er gott. Tí tá tímin er umliðin eru bæði eg og hini, eg sá, farin avstað aftur.
Hinvegin,
eigur tú eini hús við parkeringsplássi innast í bygdini, so ert tú vælstillaður, ja í spitzenklasse, hesa ársins tíð. Men í teimum túnunum hoyrdi eg bara móðurmálið.
Tá grønt er, koyrið eg niðan brekkuna úr kulørtu summarbygdini. Ein útvarpssending heldur meg fastan í minninum av ævigum sunnudagskvøðuljómum, til eg hoyri ein nýggjan sang hjá Páll Finnur Páll við groovy elgittara og góðu røddini hjá Finni. Men tá eri eg komin til Havnar.













Comments