Skip to main content

- Kanska skuldi eg sungið fyri teimum

Brimheim hevur leiklutin sum Beinta í filminum "No Rest for the Wicked".

Hvussu fekst tú henda leiklutin?

- Tað var mín góði vinur, Heiðrikur á Heygum, sum var við í fyrireikanini og ráddi filmsliðnum at kontakta meg. Eg havi altíð havt áhuga í leiklist sum listagrein, so eg hugsaði "hví ikki", tá eg fekk fyrispurningin í telefonini, og fór til casting, hóast eg kundi vænta, slettis ikki at sleppa við.

Eg hevði latið meg í frakkan og skuldi fara, eftir at hava lisið nakrar senur fyri Anju, sum var castari, og leikstjóranum, Kaspar, tá eg vendi inn aftur og hugsaði - kanska skuldi eg sungið fyri teimum!

So eg fór inn aftur og sang "Hurricane" úr míni nýggjastu plátu. Innan eg var liðug, sótu tey bæði og grótu, so eg fór avstað, eitt sindur meira sannførd um mínar møguleikar at sleppa við.

Hvussu var at gera film saman við Pilou Asbæk og føroysku leikarunum, við Egor Venned fremst fyri?

- Tað var vakurt at eygleiða eyðsýnda sambandið, sum var millum Pilou og Egor. Eg elskaði at síggja teir arbeiða saman. Summi fólk kunnu bara tendra fyri teirra tekki og yndi at vera á einum skermi á ein hátt, sum heilt ítøkiliga broytir ljósið, skynið og rúmið, sum er uttan um tey. Tað hugtók meg.

Sjálv var eg serliga fegin um at spæla saman við Kjartan og Sofiu. Tey eru ikki bara gávuríkir leikarar, sum eru millum tey fremstu í teirra faki, tey vóru eisini so fyrimyndarliga fitt, at hjálpa mær við vegleiðandi uppskotum og fáa meg at kenna meg trygga, fyrstu ferð eg spældi á filmi. Tað eri eg ógvuliga takksom fyri.

Sum føroyingur, var tað ein greið kensla av stoltleika, at hoyra til størra partin av filmsliðnum, tí hetta var heilt vist nakað heilt serligt.

Hvussu fataði tú Føroyar sum upptøkuland og karm um søguna?

- Sjálvsagt kanst tú ikki finna ljósið og vakurleikan í landslagnum nakra aðra staðni. Tú fart so nógvar gávur úr náttúruni beint her.

Onkrir dagar vóru krevjandi, tí veðrið var ræðuligt. Tá tóku øll seg saman, og júst tað gjørdi keðiligu løturnar til at bera. Eg elski arbeiðsmátan við samstarvi, sum listagreinin filmur er - tað krevst, at hvør einasti persónur, sum er partur av filmsgerðini, ger sítt allar besta, skal nakað gott spyrjast burturúr, og tað syrgdu øll fyri hvønn einasta dag. Eg hevði størstu virðing fyri filmsliðnum, sum alla tíðina arbeiddi nógv meir og longri enn vit leikarar. Vónandi koma fleiri verkætlanir sum henda til Føroyum í tíðini framyvir, har samstarv er millum filmsfólk á staðnum, og stór framleiðslufeløg við fíggjarmøguleikum at gera nakað so stórt, sum hetta.

Comments