Í einari verð, sum er borin uppi av polarisering, spenningi og andstøðuskering, ið heimligu orðabøkurnar siga um hesa sterkastu samfelagsmegi, polarisering, var Dolly Parton ein brúgvasmiður. Hon ikki bara kávaði útyvir eyðsýndar manglar í stættarsamfelagnum, nei hon slættaði sjógvin, sum tey siga á bíbilskum máli, ið var eitt av førleikamálum hennara.
Sum
ímyndin av einum røttum countrysangara, vaks hon upp við einum pápa, ið hvørki
dugdi at lesa ella skriva. Í 1995 setti hon sær fyri at skapa Imagination
Library á heimrustini. Í dag er bókasavnið hjá Dolly víðkað til fimm enskt
talandi lond, har børn upp til fimm ára aldur, hvønn mánað fáa ókeypis bøkur
sendandi.
Countrysjangran
er einasta tónleikarasjangra, ið á plátu, sum vit kalla miðilin, miðvíst og
tilvitað arbeiðir við orðum og søgum úr gerandisdegnum hjá arbeiðaranum. Í dag
er countrytónleikur sum hin einasti á plátumarknaðinum ein stuttsøgusjangra í
sjálvum sær. Í ta tíð ein sangur á plátu varir, oftast lítið meir enn tríggjar
minuttir, verður ikki bara søgan søgd beint fram, men altíð við eini óvæntaðari
vend í endanum, sum vit vanliga kalla eina krúllu á halanum.
Fá hava
sum Dolly Parton dyrkað hesa sjangru og máta at siga nútíðarmenniskjanum eina
søgu í eygnahædd, leys av gini tølum, fátækraváða og stigmatiserandi stættarheitum
sum white trash.
Millum
kendastu eru lítillætni sangurin, "Jolene", um kvinnuna, sum krúpandi
eyðmjúk spyr medsystrina, um hon ikki kann lata verða við at taka mannin
"just because you can", og lágstættarsangin, "Coat of many
colors", ið skrivar seg inn í tilvitskuna hjá lurtaranum sum ein bíbilskt
bygd og virðisskapandi andsøgn til sosial fátækramerki, sum í hugtakinum
happing, verða skapt og lagað í skipaða skúlanum.
Men Dolly
Parton, sum sigst hava skrivað fleiri enn trýtúsund sangir - Harlan Howard
megnaði fýratúsund - var frammi í sjey áratíggju og bygdi á systurnøvn sum Patsy
Montana, Kitty Wells, Loretta Lynn og Patsy Cline, sum hvør hevði sítt tíðarmerkta úttrykk
og eyðkenni, ið heilt vist er støðið, sum fremstu sangstjørnur í countryhevdini
í dag byggja á - allar kvinnur - við Emmylou Harris í alternativa oddinum,
síðan Reba McEntire í mainstream mongdini, og í dag Kacey Musgraves og Gretchen
Peters, sum í heilt egnum og modernistiskt persónligum stíli kortini leggja seg
poetiskt tættast upp at farnu Dolly í hennara bestu eygberingum. Og í
áminningum um stættarstríðið, ið aldri fer at hvørva og enn minni enda, er Margo Price helst hon,
ið mest sjónlig ber honky tonk kyndilin hjá Dolly fremst.
Hesar
avmáldu tilvísingar og sanglinjur upp til nútíðina, kunnu peika aftur til
grundleggjandi sangir, sum Dolly Parton skrivaði og sang longu fyri hálvari øld
síðan, so sum teir beiskt kargu "Down from Dover", "The
Bridge" og "Evening Shade", hin undirfundiga spælandi "The
Bargain Store" og sjálvsagdi sangurin "Just because I'm a woman".
Í einum
polariseraðum heimi, frá Trump í vesturi til Putin í eysturi og heilt niður í
smámunir í okkara egna gerandissamfelag, hevur Dolly Parton verið fremsti
almenni persónur at linka um ævigt tiltakandi polariseringina, sum skipaðir og
politiskt valdir ørindasveinar, helst uttan at vita av tí sjálvir, seta í verk,
serliga tá umræður so grundleggjandi maktviðurskifti sum religión og kynsliga
sannføring. Ørindasveinarnir eru hvørki illir ella óndir. Teir hava bara lurtað
ov lítið eftir Dolly.

Comments