Skip to main content

Millum ferðafólk og altartalvur

Um dagarnar hitti eg amerikansku hjúnini, Neils og Neelie Skoulund Kruse, sum búgva við Foxánna í Cary, Chicago. 

Tey vóru við ferðamannaskipinum Azamara, og nú Neils verður 75, hava tey sett sær fyri, fyrstu ferð, at vitja í Føroyum. 

Hann er av Kruse ættini úr lítla staðnum Snogebæk, "et fiskerleje", millum Nexø og Dueodde heilt har eysturi á Bornholm. 

Fyrsti Kruse, sum kom til Føroya, Jens Jørgen, var hagani og síðani hava nøkur fólk í føroysku ættini tikið Snogebæk sum millumnavn.

Fyrstu ferð eg møtti Neils var í januar 2001, tá Edward Fuglø, Unn og eg vitjaðu framsýningina, "Vikings: The North Atlantic Saga", í American Museum of Natural History í New York.

Ørindini vóru at skapa eina fatanarrammu um Útnorðurframsýningina "Hunters of the North", sum hevði føroyska heitið "Veiðimentan í Útnorðuri" og norðurlendska heitið "Fangskultur i Vestnorden".

Edward skuldi seta handritið hjá Jóan Pauli Joensen í senu, so framsýningin kundi gerast visuellur veruleiki á sløttum gólvi í allari høllini í Norðurlandahúsinum, sum varð myrkalagt.

Oddmar, beiggi mín, sum tá arbeiddi á Bornholm, hevði undan aldarskiftinum víst mær ættarskjøl í lokala bókasavninum í Rønne, og vit høvdu vitjað Snogebæk. Tina Holm í Bjæverskov visti alt um greinarnar, eisini tey, sum fóru til Amerika. Hon setti okkum í samband við Neils, sum í kalda januar 2001, kom til New York at hitta okkum.

Hetta var stórhending í hansara lívi, tí tað var fyrstu ferð, hann møtti einum livandi Kruse við ættarbondum úr Snogebæk, sum ikki var partur av hansara egna húski. Hann og Neelie hava tveir synir, Niels Andreas Kruse III og Alexander Quinten Kruse. 

Sum nøvnini benda á, hava tey danskar ættarfedrar, og búgva í einum øki, har tøtt sambond eru millum norðbúgvar, Scandinavians, sum tey siga. 

Í amerikansku Kruse ættini hjá Neils, er byrjanin Morten Jørgensen Kruse (1800-1885), sum í 1826 í Povlsker sogn giftist við Kirstine Pedersdatter Møller (1801-1843) og fingu átta børn. Í 1848 giftist Morten uppaftur við Karen Margrete Jensen (1817-1903) á sama stað og tey fingu børnini Marie og Kirstine. 

Her liggur grundin til amerikansku útrásina, um enn hon er javnfjar við føroysku útrásina hjá somu slekt úr sama øki til Føroya.

Vit møttust við Farstøðina í Havn, har bussar koyrdu ferðafólk aftur og fram, frá ferðamannaskipinum.

Sólin skein ikki, sum vit høvdu væntað, og kuldi var í fyrijáttaðu summarluftini. 

Kortini gingu vit út á Tinganes, heim í Boysensgarð, gjøgnum Paname, oman í Vágsbotn og út til Madam Andreasen á Hallarkletti, har vertsforeldrini hjá fyrsta Kruse í Føroyum búðu. 

Hin 6. juni 1863 giftust dóttirin Caroline Amalie Andresen, fødd í Keypmannahavn 1844, á hesum stað við Jens Jørgen Kruse, skipara, føddur í Gadegaarden í Snogebæk hin 6. juni 1837.

So koyrdu vit, Oddmar og Jonny, Poul Einar og Dora, og Unn og eg, við Neils og Neelie norður til Saksunar, har vit høvdu avtalað at møta Olgu Kruse, dóttir systkinabarnið, Óla Jákup, sum greiddi frá um lívið á Dúvugørðum, og gav eina bæði livandi, sannførandi og tíðarrætt meiningsfulla frágreiðing um ferðavinnu á helst mest vitjaða staði í Føroyum í dag. 

Neelie keypti eitt væl tilvirkað sheepskin, seyðaskinn, á garðinum.

Nú vóru stundir at koyra suður gjøgnum tronga Saksunardal við nógvari ferðslu, og so norður til Eiðis, at vitja Sigruna Gunnarsdóttir, ið er abbadóttir Niels Kruse (1871-1953), og mannin Tord Niclasen, ið hevur verið í Chicago, og sum vit týtt og ofta hava samskift við um ferðamálið Kuba.



Umframt at síggja verk hjá Sigrun, sum lukkutíð gav sær stundir at møta okkum, hóast hon hevði japanskar gestir, er altíð hugvekjandi at síggja litakassan, the paintbox, og myndafótin, hjá abbanum, sum var fyrsti føroyski listamálari. 

Tað er sum at lenda, touching base, tá tú kemur uttan úr heimi, og ber sama navn, stundar til tey 75 og fyrstu ferð er millum fólk í Føroyum, ið hava ein fjaran felags uppruna. 

Og sjálvur er hann ikki uttan myndlistarlig evni, avdúkar hann í samskifti við abbadótrina.

Sofus Debes Johannesen bendir okkum á Símun Niclasen, sum hoyggjar á stykkinum næst við Gjáar kirkju, og letur okkum upp, so vit sleppa inn í kirkjuna frá 1929. 

Hon var hin fyrsta, at verða vígd á føroyskum, enntá við føroyskt umbidnari altartalvu frá Niels Kruse úr grannabygdini Eiði, sum frammanundan hevði gjørt altartalvuna í Selatraðar kirkju.

Myndaevnið er bíbilskt, tikið úr fjúrtanda kapitili hjá Matteus. Ovast stendur: "Harri, bjarga mær!" Undir bíbilska myndaevninum, har vit í staðin fyri Genesaretsvatn síggja norður í Djúpini við Kallinum á Kalsoynni í baksýni, ið nú er kendur sum staðurin, har James Bond legði beinini, stendur: "Fátrúni maður, hví ivaðist tú?"

Orðini eru tikin úr ørindi 31 og báturin er, sum skilliga sæst, føroyskur. Í kapitlinum í "Gjáar søgu" um føroysku vígsgluna og serføroysku altartalvuna, sigur Petur Jacob Sigvardsen, at hann, ið sat fyri hjá Niels Kruse, tá hann málaði Pætur, sum heldur í hond Frelsarans, var Edmund í Garði.

So eta vit ein góða bita úr picnickurvini, vit høvdu pakkað við skerpikjøti og øllum boblutilhoyri í Havn, í Gjáarhúsunum, sum dóttir Doru, Jastrid, og maður hennara, Hálvdan, hava endurreist av einslistum í Túni mitt í bygdini. 

Enska tosið gongur lívligt, eisini um, hvat føroyskt er, og hvussu tað bleiv til, um flaggið, skúla, kirkju og herseting, og hvørji grannalandamál eru næst, og best skilja hvørt annað, hóast øll almenn skjøl eru á donskum, sum tilflytarar úr fjarari londum ikki skilja, hóast tey pliktskylduga læra seg føroyskt, og tá renna seg í hetta skuggamálið, sum er danskt. Mál er ikki bara samskiftisamboð, men eisini mentanarberi, og tað ikki bara hjá vanliga fólkinum, men eisini hjá fjaru øvrigheitini.

Út á seinrapartin eru stundir at koyra suðuraftur til ferðamannaskipið, har ferðalagið, sum hevur verið aðrar útferðir við skipaðum og løggildum ferðaleiðarum, nú bíðar eftir Neils og Neelie at hava ein sonevndan white dress døgurða. Omaná spæla Spælimenninir hjá Kristiani Blak, Sharon, Ívar og Torleik, umborð.

Heimkomin eftir hesa nemandi kirkju- og listasøguligu fyrstuhondsferð við ferðafólki á heimrustini í mínum egna heimlandi, tendri eg Kringvarpið, og hoyri beinleiðis prædiku úr kirkjuni í mínari egnu heimbygd, sum ikki er á føroyskum, prædikan.

Eftir vitjanina í søguligu kirkjuni í fyrrnevndu grannabygdini, og eftir at hava staðið undir eins søguligu altartalvuni við føroyskum myndaevni, gongur ein løta áðrenn eg kann sodna inntøkuna av kirkjumáli í almenna rúminum, sum 97 ár seinni ikki er á føroyskum. 

Við orðunum "Fátrúni maður, hví ivaðist tú?" gjørdist júst tað mín fremsti undrunarspurningur restina av degnum, og er tað enn.

Fátrúni maður, hví ivast tú í, hvat móðurmál títt er?

Comments