Framleiðarin, Lars Bredo Rahbek, sigur, um
"Manor", at hesa søguna hevur Karl Heinrich Ulrichs hugsað og
staðsett langt burturi frá meginlandsmentanini, á sama hátt sum Bram Stoker
pallsetti Dracula í Transsylvania.
- Føroyar, henda frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin
hjá eini móðir, at skilja sonin. Tað var sterkt og hjartanemandi. Og hóast Egor
og Pilou manna høvuðsleiklutirnar, so er tað Sofía, ið er hin veruligi
høvuðsleikluturin, tí av øllum er hon tann, ið mennist og broytir seg mest.
Ævintýrið hjá H.C. Andersen "Søgan um eina móðir" er livandi og
nemandi søgugongdin, subplottið, ið gevur filminum eitt ævigt gildi og breitt
galdandi virði, metir Lars, sum er í starvi hjá størsta norðurlendska
filmsframleiðara, SF Studios. Hinir báðir framleiðararnir eru Outlier Projects
í Føroyum og Truenorth í Íslandi.
Hvat sigur tú sum leikari til hesa meting frá framleiðaranum
Lars?
- Sum
sjónleikari sær mann altíð søguna úr perspektivinum á sínum egna leikuti, um
mann so er høvuðsleikari, ella ein minni leiklutur. So í "No Rest for the
Wicked" var eg øgiliga upptikin av søguni um mammuna, sum følir at hon
missir sonin, og sum skal akseptera hann. Tað kenst fyri mær sum ein sterk og
altíð galdandi søga.
Tað var ein
ótrúliga spennandi leiklutur at arbeiða við. Rasmus Birch og Kasper Kalle hava
skrivað hana fjølbroytta. Hon hevur hennara egnu søgu í hesari kærleikssøguni.
Hon hevur ein hug, ein vilja og má berjast nógv við seg sjálva gjøgnum filmin.
Tað er ein vøkur
samanbering, Lars ger við ævintýrið hjá H.C. Andersen. Og eg eri samd við honum
í, at mamman er leikluturin, sum skal ígjøgnum størstu broytingina.
- Tú ert útbúgvin sjónleikari, og í Føroyum løgdu helst tey flestu merki til tín leiklut í Geytavinnaranum í 2014, ”Skuld”, hjá Heiðriki av Heygum, sum eisini fekk Áskoðaravirðislønina. Men síðan hevur tú havt sterkar karakterdrivnar leiklutir saman við Kurt Ravn í filminum hjá Anton Petersen, ”Eitt sindur um hvussu vit elska”, og í donskum filmi sum ”Mørkeland” og komandi filminum ”Kvinde ukendt”. Eru tað serligir leiklutir, sum tú gongur eftir og velur burturúr?
- Eg havi spælt nógvar klassiskar leiklutir, og havi eisini
sjálv dámt væl, at spælt drama og tragediu. Men seinastu árini eri eg eisini
sloppin at spæla meira komediu og sangleikir, musikals, og performativt teatur,
og tað hevur verið ótrúliga stuttligt, og hevur uppá nógvar mátar latið dramaið
upp uppá ein nýggjan máta. Komedian og tragedian hanga tætt saman. Eg leggi meg
ikki eftir ávísum leiklutum, men eg haldi ofta, at um søgan er góð og
leikstjórin og toymið arbeiða væl saman, so verður tað altíð spennandi.
- Hvussu fekst tú boðið leiklutin í ”No Time For The
Wicked”?
- Eg var boðin til casting hjá castaranum, Anju Philip, í
Keypmannahavn. Kasper Kalle, leikstjórin, var har og vit prátaðu og spældu eina
senu. Síðani gekk nakað av tíð meðan tey settu alt toymið saman. Eg fekk so boð um, at eg hevði
fingið leiklutin. Eg bleiv øgiliga glað, tí longu tá eg las manuskriptið, varð
eg púra hugtikin av søguni. Og enn meira, tá eg møtti Kasper, sum er ein
ótrúliga dugnaligur leikstjóri.
Hvussu
var at spæla á hesum settinum og saman við so kendum nøvnum sum Pilou Asbæk og
so føroyingum, við Egor Venned á odda?
- Tað var
eitt stórt upplivilsi at spæla á føroyskum saman við føroyingum á hesum
filminum. Eg havi arbeitt nógv í Danmark, so tað var ótrúliga skeg, at sleppa
at tosa føroyskt bæði aftanfyri og framanfyri kameraði. Tað var eitt stórt
fornøjilsi at arbeiða við Egor. Hann er opin, dugnaligur, intuitivur og
ótrúliga fittur. Vit fingu eitt tætt samband beinavegin.
Pilou
møtti eg fyrstu ferð á sjónleikaraskúlanum í Keypmannahavn, har vit gingu um
somu tíð. Hann gekk á fjórða árgangi tá eg gekk á fyrsta árgangi. Og so var eg
so heppin at spæla saman við honum í mínari debut, aftaná sjónleikaraskúlan, á
Folketeatret í Keypmannahavn. Ein leikur, sum hevði stóran týdning fyri meg. So
tað var ordiliga skeg at møta honum aftur nú, so nógv ár seinni. Mann merkir, at
hann er sera royndur, og so er hann fittur og stuttligur at spæla saman við,
ein ótrúliga góður starvsfelagi. Hann hevur eina spæligleði, sum smittar.
Hvussu
upplivir tú Føroyar sum location og filmsland?
- Tað er
fantastiskt at hava eitt so vakurt land at filma í, sum okkara. Veðrið ger
sjálvandi sítt, og man má laga seg nógv eftir tí. Eg haldi, man følir væl, at føroysk
filmsfólk eru von við hetta. Øll arbeiða væl og íðin. Leikar vindurin ov hart í,
noyðist mann at halda eina pausu, og so eru øll klár, tá filmast kann aftur.
Fólk eru klár, dámlig, røsk, blíð, dugnalig og hava stóran hug at verða við.
Hvat
gert tú til dagligt í hesum døgum?
- Eg eri
akkurát byrja venjingar til "Tríggjar systrar" hjá Anton Tjekhov, sum
verður á Tjóðpallinum frá septembur. Vit eru eitt stórt leikaratoymið, níggju
leikarir á palli, og vit spæla uppi í Hoydølum. Vit hava ein russiskan
leikstjóra, Eugenia Gromova, Sámal Blak ger pall og búnar, ljósstjórin úr Norsku
Operuni, Marte Syormo, er komin higar at gera ljós og Baldur Kampmann ger ljóð.
Hvør
er næsta professionella uppgáva hjá tær?
- Eftir "Tríggjar
systrar" eri eg partur av tveimum stuttfilmum her í Føroyum. Einum hjá
Heiðrikki á Heygum og einum hjá Gudmundi Helmsdal, báðir hjá Outlier Projects við
Jón Hammer sum framleiðara. Eftir tað skal eg til Danmarkar á Århus Teater at
spæla ein leik, “Whatever happened to Baby Jane”, sum er ein adaptión av bókini
og filminum frá 1962 við Bette Davis og Joen Crawford.
Hevur
tú eitt stikkorð til føroyska áskoðaran, innan hann fer í biograf at síggja “No
Rest For The Wicked”?
- Hetta er ein filmur, sum fyri meg var eitt stórt upplivilsi at gera, og sum eg eri glað og errin, at vera ein partur av. Tað er ein vøkur kærleikssøga við einum spennandi twisti. Áðrenn kendi eg hvørki rithøvundan, Karl Heinrich Ulrichs, ella hesa søguna, sum hann hevur staðsett í Føroyum. Men hon passar perfekt her við sínum stórbæra kærleika, drama og horror elementum. Eg vóni at fólk njóta filmin og fáa eitt áhugavert upplivilsi.



Comments