At vinda stórar og nýskapandi visiónir úr gamla útvarpsmiðilinum, og gera orð til myndir, er tann rami gandur hjá okkum lurtarum. Hvørki meir ella minni. Tað dugir Gunnar Nolsøe, og tað hevur hann enn einaferð prógvað við arkitektonisku stuttrøðini "Meiri enn tak yvir høvdið", sum nú er komin í helvt.
Ikki tí, Uni Arge
hevur eisini nýliga gjørt eins drúgvu røðina "Oyggjar undir trýsti",
sum var áhugaverd.
Og tað er ikki
sum at siga tað, at gera lurtaravendar sendingar, sum tær hjá Gunnari, ið her
verður umrødd, har vit sum nakað heilt nýtt kenna okkum sum borin á lógvum og
fáa nýggjar tankar um tað, at seta búgv, ið altíð hevur verið og ivaleyst enn
er lívsendamálið hjá øllum borgarligum pørum og teimum, sum byggja.
So brúka vit
restina av lívinum at betala fyri tað. Tað ger búreising, sum orðabókin kallar
tað at byggja sær hús, til nakað heilt serligt, fyri ikki at siga
lívsbroytandi.
At rinda fyri
bústað man vera millum fremstu føroysku privatbúskaparligu raðfestingar. Og tað
síðsta, ið kemur í afturhond. Tað veit kapitalurin, sum í smáum og ofta lítið
mentum samfeløgum sleppur at hava mong andlit, sum ein kvinnuligur starvsfelagi,
eg møtti hjá bakaranum, kallaði insestuøs, tí tey eru so nær og ágangandi, og tilskila
sær rættin at fara um mark, tí tey altíð søkja sítt egna.
Í so máta hevur
tað, at seta føtur undir egið borð, altíð verið rættuliga egið, kann henda persónliga
anarkistiskt í liti og sniði, og tó einstáttað, tí tað skal verða bíligt. Men tað
kostar undir øllum umstøðum, og tú skalt spara nógv upp, fyrstu ferð at fáa
fígging til egnan bústað.
Bústaðir til
leigu er ein møguleiki, men frá søguliga eyka fíggjarmøguleikanum hjá gamla
Húsalánsgrunninum at byggja títt egna, og til núverandi Bústaðir, er eitt so
langt lop, at nú er eingin munur, ja kanska dýrari, at leiga frá almenna
bústaðarfelagnum, heldur enn at eiga og aldri at tosa við Bústaðir.
Straffandi
niðurstøðuorsøkin er, at tú skal byggja sjálv og eiga títt egna, og ikki dúva
uppá tað almenna, har tú tó, um tað er einasti útvegur, kanst stilla teg í
røðina við teim, sum vilja leiga, tí tað hava tey gjørt í dannandi
milliónabýnum Keypmannahavn.
Tað er ein
einføld, dannandi og sosialiserandi rundferð, var tað ikki fyri tiltakandi skeivleikanum
og allari polarisering í samfelagnum, har miðstættin svinnur skjótt, nøkur fá gerast
ríkari og allarflestu gerast fátækari, hóast tað síðan skúlaatlasið kom í 2014
hevur verið reypað politiskt um, at Gini-talið er tað besta í Føroyum. Áh tú helliga einfold. Men politikarin,
ið segði hetta, er farin og kann ikki forsvara seg.
Ein orsøk
í Havnini hugsi eg er, at longst sitandi býráðslimur, Heðin fyri
Javnaðarflokkin, plagdi at siga, at bústaður var ein persónlig sak. Tí bleiv so
lítið gjørt við tað frá hansara og kommunurnar síðu. Borgarin skuldi sjálvur
skritta av og ganga runt um ætlaðu húsini, sum skulu málast á øllum fýra síðum.
Soleiðis var narrativið í mong ár. Úrslitið hava vit sæð og livað við í mong ár
og fara at gera tað, til húsabyggjarar eru mettir og leggjast undir bretti.
Og mest
løgna landspolitiska mál varð, at Bústaðir skuldu bara byggja á útoyggj, har
eingin vildi búgva og kapitalistiska kappingin var samsvarandi. So tættur er
kapitalurin blivin upp at summum ørindaflokkum, les Fólkaflokkinum, sum nú er
stjórnarberandi við løgmanni á odda.
Man skal
ikki hava stóra koyrikortið í profittmaksimering at síggja, at fastogn er besta
og skjótast umsetiliga handilsvøran hjá pengagrammum monnum og konum, sum eru
komin so illa fyri, at tey – nýrík sum fananum lík – brenna inni við pengum, og
noyðast at leggja seg í kjalarvørrin á politikarum, soleiðis at tey bæði treyta
tilveruna hvør hjá øðrum.
Og nærri
sambondini tykjast við myndugleikarnar, jú tættari, hægri og vánaligari verður
bygt í høvuðsstaðnum, har flestu vilja búgva.
Fer man
sum brúkari runt í nýbygdum økjum, so verður tú skjótt deprimeraður.
Tí er
framúr, at Gunnar sum einasti reportari og miðlamaður í fyrsta lagi hevur
smittandi útvarpsáhuga í hesum lívsdýra og torgreidda evni, búseting fyri
brúkaran, og síðan dugir at knýta sterkar fakpersónar, arkitektar við meiningum,
afturat sær í eini stuttrøð, sum tryggjar aktualitet, og ikki verður drúgvari
enn at vit sum lurtarar hanga í og ikki missa tráðin og áhugan. Og tá alt kemur
til alt, hvør annar enn útvarpið og sjónvarpið hjá Kringvarpinum, skulu átaka
sær hesa upplýsandi miðling, sum búreising er, í navninum á public service?
Kringvarpið er í so máta einasti miðilin. Eingin annar ger tað.
Í fyrstu
sending varð nomið við rúmini millum húsini, og í aðru sending, sum var munin
áhugaverdari, tí hon var meira nærverandi, varð í størri mun sagt frá um egna bústaðin hjá
arkitektinum og týdninginum at hava gott útsýni, ikki bara í túninum, men heilt
út í havsbrúnna. Og so varð ljós varpað á bilin og vaksandi fermetarnar, sum
hann, bilurin í fleirtali, tekur og støðugt sleppur at taka, ár eftir ár, allastaðni
har bygt verður.
Fekk úr
góða útvarpsprátinum tann tanka, at meðan vit tosa um at avmarka skermar hjá
børnum, sum beint nú eru byrjað aftur í skúla, er eingin, ið hugsar tankan at avmarka
talið á bilum hjá tí vaksna, har hann kemur, fer og byggir.
Hugsi, at
bilurin er ikki minni tjóvur í øllum okkara umhvørvum, heima, til arbeiðis, í
skúla, til handils, fitness, svimjing, fótbólt, festivalar, møti, jarðarferð, matstovu,
umborð á ferjum, í biografi, Norðurlandahúsinum og á flogvøllinum. Tað gerst einki uttan bil. Allastaðni og uppá
eingang. Øll bilapláss skulu friðhalgast og altíð standa tøk. Og har sum sami
borgarstjóri segði, at tjóðpallur skuldi byggjast, har ber einki til, tí bilar skulu
standa á Skálatrøð. Eingin hoyrist seta avmarkingar til innvasiva bilin. Tað
var ein áhugaverdur tanki, sum nomin varð við í aðru sending.
Enn eru
tvær sendingar í væntu og eg gleði meg stórliga til báðar.
Og nú eg rósi
Gunnari, má eg eisini rósa Johan í Kollafirði, serliga fyri seinasta partin
í "Radio Stjernekilde", sum varð merktur og borin uppi av dyggum
kanningararbeiði, research, og einum persónligum frásagnarstíli, sum eyðkennir
vertin, til dømis tá hann í tíðarløgum nevnir Grím Kambans gøtu frá P. A.
Restorff og oman til Kvøldlot - har einasta dømi er um, at bilar verða
avmarkaðir í mun til fótgangarar - og so Lyrec bandupptakarar og Yamaha knallertir,
sum innramma persónligu søguna, so eftir stendur ein spilllivandi og persónliga
observant tónleikasøga um tíðina, hann hevur fingið heimildarfólk at siga frá
um, tá Útvarpið bleiv til, og dúvaði uppá Tónleikafelagið, Birna Dam, Tey av
Kamarinum, Faroe Boys, Hansemann og Tonglatummas. At tílíkar sendingar sleppa á
skránna í Kringvarpinum er at varðveita miðling og fólkaræðisligu samrøðuna,
hvørki meir ella minni.
Framúr.
Gott
útvarpsarbeiði skal rósast. Tí tað er ikki nøkur sjálvfylgja og hoyrist ikki á
hvørjum degi í doyggjandi útvarpsmiðilinum, sum tær kanningar, vit síðan
aldarskiftið hava fingið avmarkað innlit í, prógva, at færri og færri lurta
eftir, so sum vit hava kent hann í skjótt sjeyti ár, hesum fremsta og genuint
føroyska miðili, sum í dag sjálvdan hjúklar um kjarnalurtaran við nýgjørdum
sendingum, sum vilja út um senukantin, tí tey hava nakað upp á hjartað og ikki
eru steindeytt vinstrahondsarbeiði, sum umboðar fólkakirkju, bókaforløg,
festivalar ella líkandi íognarar og áhugapartar. Takk fyri gott og upprunaligt útvarpsarbeiði,
brúkaranum at gagni, og sum ikki var endursending.

Comments