Fyrst í sendingini í Andgletti í dag er Beinir Johannessen ikki nóg greiður og politiskt miðvísur, men hann lukkast at venda setninginum "at vita best". So kemur hann, ið pr definitón veit best, og tí forskattaði pensjónina, Jørgin Niclasen. Árni Skaale er hann, sum í dagsins sending veit næstbest um skatting í hesum flokki, sum í mínum optikki er so morðgírigur, flokkurin, at hann ikki unnir nøkrum tað svarta undan neglini, og eg júst av hesi orsøk altíð havi hildið verið hin besta at koma við fíggjarmálaráðharranum, tí hann er so materiellur, at alt er um at gera at sita tungt á kistulokinum. Men nú er hann, í hvussu er Jørgin, komin til eitt mark, sum næsta ár sigst fer at verða uppbrúkt, forskatting av pensjónunum. Nýggi maðurin á Fólkaflokslistanum, Fróði Magnussen, sum í gjár slepti eini innanflokku bumbu, sum kom út í almenningin og beinanvegin brast í hondini á øllum – skeiva avgerðin hjá Jørgini Niclassen at forskatta pensjónirnar í 2011 – slapp ikki við í sendingina, nú valið nærkast. Helst er hann mest óynskti maður á A listanum í løtuni. So óynsktur, at samskiftisfólk á Fróðaskaparsetrinum írættisetur hann. Tað var ikki Fróði, men Hans, ið roknaði feilin út. Halló. Væl veit eg, at tað er eitt mentanarlyndi hjá føroyingum, ið verða spurdir um eitthvørt, altíð at starta svarið við eini írættuseting, "Eg má líka rætta teg", og so svarar viðkomandi journalistinum. Hetta er fyrstu ferð, at eg síggi ein journalist, sum írættusetur. Og sjálv írættusetingin hevur einki at týða í míni fatan. Tað er nóg mikið hjá mær at fáa at vita, at ein nýuppstillaður floksfelagi klokkulkárt sigur, at Jørgin tók feil og nú fær tað fylgjur. At starvsfelagi hjá einum á Setrinum roknaði fyrst og best, er í so írættusetandi og púra óneyðugt í hesum høpi beint upp undir valið. Fín sjónvarpssending hjá Elin Mirjamsdóttir og Frants Jensen beint úr útvarpsstovuni. Serliga fegin eri eg um Frants'a ágangandi spurningar. Koyr á! Árni Skaale roynir eina løtu at taka yvir spurnaðarrolluna, gerst illur og patetiskur, ger seg til reiðara, sum hann krevur eisini skulu verða fataði sum "fólk". Løgin fremmand hugsan, hann ber við sær inn í útvarpsstovuna vegna onkran annan, sum vit ikki fáa upplýst hvør er. Sum ørindasveinur vil hann ikki geva seg undir ræðið hjá journalistunum í stovuni í Havn. Hann betraktar seg sum uttanfyristandandi og upphevjaðan. Gott, Frants. Mirjam kom eisini við. Haldið fast í einum hvast formidlandi greiddleika okkara vegna. Formatið er einfalt, eisini grafiskt, men so mikið effektivari, kanska eftir fyrimynd frá NRK, har tey seta kamera inn í útvarpsstovuna. Tað nýtist ikki meir. Her er talan um samskifti og meiningar millum uppstillaðar politikarar í valinum, sum nú er í endafasuni. Beint sum eg helt alt var liðugt, kemur Elsebeth Mercedes í studio, tí hon stillar upp fyri flokkin til bæði valini, tað føroyska og tað danska. Hon er danskur politistur og stillar upp fyri at steðga rúsevnasmugling til Føroya. Útlendingalógin, sum eisini er donsk, skal strammast. Flokkurin, sum eg fyrr helt bara vera materialistiskan, er nú eisini fyrisitingarliga tekniskur og garantur fyri bølgnandi umsiting. Men adressuleysir pengar, skulu ikki koma til Føroya, sigur Elsebeth. Tykist, sum Frants hevur eitt gott samband við tey, sum eru í studio og vilja úttala seg. Tað er ein góður og virðismikil leiklutur í almannavarpinum, nú tey mistu John. So er Beinir aftur í studio og skal svara tíggju skjótum spurningum. Tá gongur munandi betri enn í innganginum. Sannføring í orðum og egnum markerandi handarørslum afturvið eru avgerandi. Her kemur unga lyndi hjá fremsta valevninum fram á ein ektaðan og sannførandi hátt. Eftir tíggju ár í politikki, er hetta eftir øllum at døma yngsti løgmaður. Tað heldur hann sjálvur. Avbjóðingin er at sannføra meg um tað. Og tað er líka við at tað eydnast. Men søguliga draslið, flokkurin hevði við í studio, er sjónliga ein avbjóðing hjá unga manninum, ið nú varir av tí flokkinum, sum eftir øllum forhondskanningum, verður so nógv hin størsti. Hann er sannførandi, og eg trúgvi veruliga, at hann fær bloytt upp í tí mest forstokkaða partinum av hesum flokki, ið sprettur úr hands on vinnulívi og fríkirkjuligum átrúnaði, og hevði mist Havnina, so vit hava eitt verbalt haturskríggj millum bygd og bý. Fara vit aftur til upprunan, so gera øll hesi parametur júst henda flokk til hin mest spennandi at granska og fylgja við í. Góð sending, nú Kringvarpið veruliga er komið upp í gir við valsendingum. Takk fyri!

Comments