Skip to main content

Posts

Showing posts with the label politikkur

Javnaðarkapitalisman knúsar Skansan

Ikki bara fornminni, men helvtina, hálvtrýss prosent, av Føroya fornminnum standa nú fyri falli, takkað verið Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu.  Tað eru sambært stjóranum á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, bara tvey fornminni av serstakligum týdningi í Føroyum.  Tey eru Skansin í Havn og Múrurin í Kirkjubø.  Tað var annað evnið í frálíku útvarpsendingini, Breddanum.  Javnaðarflokkurin, sum bæði eigur borgarstjóran í Havn og havnanevndaformannin í Havn, hevur aftur drigið fram klandursskrímslið um privatkapitalistisku konteynarahavnina í høvuðsstaðnum, og mín sann eydnast at fáa uppskotið stemmað ígjøgnum. Og tað hóast vit annanvegin hava havnir frammanundan - ein er beint við higartil nýggjasta tunnilsmunnan inn í Eysturoynna - og hinvegin at socialdemokratiski móðirflokkurin, kosta hvat tað kosta vil, skal kvetta við russaraflotan um tað so, sambært kvalifiseraðar gitingar norðan av landi, fer at kosta nýval. So tørvurin til havnapláss er longu avmarkaður.  Javnaðarflokkurin í Ha

Tryggið biografin sum upplivingarrúm

Í dag var Filmsfelagið boðið á vitjan hjá Mentanarnevnd Løgtingsins. Ørindini vóru í fundarhøli nummar trý, næst við einasta biografin í landinum, at skifta orð við alla nevndina og skrivaran um uppskotið at seta úr gildi løgtingslóg um biografar.  Filmsfelagið er móti uppskotinum, tí uppskotið elvir til, at orðið biografur nú verður útskúgvað og aktivt skrivað út úr føroyskum lógarsmíði.  Filmsfelagið takkaði fyrst fyri høvið at sleppa til orðanna í hesum máli.   Filmsfelagið, sum er áhugafelag ið vísir listarliga áhugaverdan film, varð stovnað í Havnar Bio í 1962. Í dag er biografurin hin einasti í landinum, eins og felagið er tað einasta av sínum slag. Tí er felagið serliga takksamt á fyrsta sinni at verða spurt um biografvirksemi. Tað gevur tær eina stóra makt, at kunna ávirka lógarsmíð á einum málsøki, sum hevur felagsins áhuga, ella tín persónliga áhuga. Tað sóu og hoyrdu vit í gjár, tá løgtingslimir í samgongu tosaðu móti einum vinnumáli, sum um teir umboðaðu felagsskapir, ið ik

Fananskapur - bendur og lagdur í hond

 

Lira sleipar Ester

Í morgun lá eg uppá lúr á terassuni, at taka eina mynd, tí á Vessel Finder og Marine Traffic hevði eg sæð, at eitt russiskt skip, Lira , sleipar eitt annað russiskt skip, Ester , inn á Runavík.   Netbornu skipatænasturnar vita eisini, at Ester er drifting , rekur fyri vág og vind, var tað ikki, at samsinta systurskipið Lira sleipaði, og tí er skrásett at hava restricted manouverability . Í tilíkum føri eru stongdu føroysku havnirnar opnar fyri russarum. Í morgun var eisini prát í Útvarpssendingini Vikan , har presturin, Marjun í Kálvalíð, var hin einasta at melda greitt út, at vit av moralskum ávum eiga at slíta samstarvið við russarar, eisini í russiska partinum av Barentshavinum. Annars er eingin greið útmelding um Russlandssáttmálan frá 1977, ið politisku flokkarnar og føroysku bygdirnar og høvuðsstaðurin liggja og sleipa aftur og fram, sum vóru tey bæði drifting og havandi restricted manouverability. Tá er gott at listin , hon hjá Tóroddi Poulsen, kann melda klárt út við eini rein

Gerontium

Nei, tað er ikki ein nýggjur indiánari í ættini hjá Geronimo, sum nú hevur sett Merkið í nakkaprýðið.  Tað er heldur Føroya aldrandi fólk og arbeiðsstyrki, sum eftir eitt lívlangt knoss og ótaksamt arbeiðsstríð, hevur strítt seg til endans, og nú, við The long and winding betalings road, sær fyri sær eina møguliga pensjón, sum hvør einstakur hevur sankað og savnað í kontur og kistlar. Men hvat, eftir politiska for-skatting skulu vit nú arbeiða enn longri, siga tey, sum fáa løn og eftirløn og fundarpengar fyri nettupp at siga tað, sum valdið hevur sett tey at siga. Vit skulu arbeiða enn longur út á lívskvøldið, tí vit, Føroya fólk, hava bara politiskt haldføri til undirsjóvartunlar, ein hvønn vegin.  Og so er tað arbeiðsgevarin, hann, ið av miklari náði hevur givið arbeiðstakaranum so mikið, at hann hevur til lívsins uppihald, hann hevur av onkrari óransakiligari orsøk fingið tað fatan, at hann, gevarin av arbeiði, er guddómurin, sum tryggjar okkum at sleppa turrskødd inn í ellina. Vorð

Mitt í havsins hjarta

Myndina omanfyri tók Magni Arge mikudagin úr køksvindeyganum í Borgartúni á Argjum. Hon sýnir Norwegian Star , sum henda dag steðgar frá níggju til sekstan, tí hon er á ellivu daga cruise ferð úr Tromsø til Reykjavíkar.  Í baksýni er norska kongaskipið Norge , sum kom higar sunnudagin við drotningini Sonju umborð. Hon arbeiðir við list, umsitur Queen Sonja Print Award og hevur fyrr verið her í privatum ørindum at síggja føroyskan grafikk.   Norge liggur á Havnini til í morgin. Hóast ferðamannaskipini eru mong og stór, til vinstru Bolette , til høgru Seven Seas Splendor og fremst fyri hin skúmandi Smyril , so er langt síðan at eg havi sæð tað, sum vit fyrr róptu innrás av ferðafólki í Havnargøtum.  Gamaní liggja korona og samfelagsligur niðurstongsil í allari verðini ímillum.  Ein útlendingur, sum eg gekk við í gomlu Havnini í síðstu viku, helt fyri, at her var einki ferðafólk at síggja.  - Tað hevði eg ikki væntað, segði hon, sum kom úr Íslandi og kendi til ferðavinnu á okkara leiðum

Mann kann ikki liva í frið sum kristin

Mynd KVF - Mann kan ikki liva í frið sum kristin, sigur Rasmus Paludan í Útvarpinum í morgun . Og tey flestu, kanska øll, sum brenna Koranir, tey eru muslimar, sigur hann í danska morgunprátinum við Finn Koba.  Royndin var væl meint og í allar mátar uppá sítt pláss, men tílíkir krossfararar hava tað at fara við mikrofonini, sum er heilagaða svørðið á okkara døgum. Kortini er eingin áhugi registeraður hjá donsku løgregluni her norðuri, ja mitt í arktis, sigur onkur, at síggja og hoyra Rasmus í aksjón, dagin fyri fótbóltsdystin hjá pengasterkasta liðnum í Føroyum, har kanska onkur muslimur er og flestu heimsins fótbóltseygu fylgja við. Kortini bjóðar Útvarpið honum innar. Kanska var tað gott, sum ein detronisering og burturveiting av óvæntaðum háspenningi í hægstu agurkutíð.  Men tá prátið er liðugt, og hann av trygdarávum ikki kann siga, hvussu leingi hann verður her, minnir hann meg mest um Trump.  Hetta sama klandruta lyndið, at tiltuska sær sjálvsentreraðu eginmaktina, hana sum gudhj

Flaggið í Sortudíki

Flaggsøgan stendur sterk í grannalagnum uppi í Sortudíki í Havn. Tað er so vist og sætt. Útvarpsstjórin, sum sjálvur var á Vaglinum í 1940, skrivaði flaggsøguna so fyrimyndarliga í 1980, og setti síðan eina stóra stong á vøllin framman fyri húsunum í Sortudíki, sum helst vóru tey seinastu at foreina tjóðina í einum samanhangandi tanka, whatsoever. Í 1983 kom Norðurlandahúsið í grannalagið og Hotel Føroyar longur uppi við Oyggjarvegin. Perlur uppá tráð allan vegin. Seks ár seinni varð altjóða filmstevna við norðurlendskum filmum í Norðurlandahúsinum. Heiðursgestur var sámiski Nils Gaup, sum árið fyri var í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina fyri legendariska filmin Veiviseren . Norðurlendska umboðanin var so sterk, at danski filmurin Babettes gæstebud streyk við henni. Høgni, sum samskipaði filmstevnuna fyri Filmsfelagið, Norðurlandahúsið og teir norðurlendsku filmsstovnarnar, hevði keypt størsta sámiska flaggið, sum bókahandilin í Kautokeino sendi í pakka til Føroya.  Flaggið, sum hvør

Trap Føroyar á netið

Niels Elers Koch er fyrisitingarstjóri hjá Trap Danmark og ritstjóri, nú sætta útgávan av bókaverkinum kemur út. Bøkurnar telja 34 bind, tólvtúsund blaðsíður, eg eitt bind er burturav um Føroyar, har 71 føroyingar hava medvirkað. Tann bókin fæst nú á føroyskum og enskum, við einum føroyakorti inni í bakpermuni.  Tað áhugaverda er, at Trap Danmark nú fer á netið, og Nám hevur tryggjað sær rættin til ikki bara føroysku og ensku bókaútgávuna, men eisini til talgildu netútgávuna av Trap bókini um Føroyar. Netútgávan væntast at verða klár um ársskiftið. Tað sum beinanvegin fangar mín áhuga, eru nýteknaðu kortini um havstreymar í Norðuratlantshavi og kring Føroyar. Fyrr hevur verið so ómakaleyst at siga, at tú ert úr einum landi, sum er við endan á Golfstreyminum. So vita øll hvaðani tú ert og hvar Føroyar eru. Jú minni landið er, jú størri er forvitnið úti í heimi, eins og egna trongdin at siga frá um landið, tú ert úr. Men um Golfstreymurin viknar so mikið, at hann ikki longur kann sigast

Kann tøkni skapa læring?

Nú eru aftur krøv um at taka telefonir úr skúlastovunum. Orsøkin er árliga UNESCO frágreiðingin, The Global Education Monitoring Report , sum kom í dag. Sum sæst á permuni omanfyri, er heitið "Technology in education: A tool on whose terms?" Tað er løgið, at so sterkar og ofta lítið rótfestar heimligar meiningar stútt og støðugt leggja seg upp at skúlanum. Men hvat, tað er har maktin er, í skúlanum. Og so í tí religiøsa umhvørvinum. Og har sum samanfallandi áhugamál og ynski um persónliga makt eru í hesum báðum pørtunum, tá er at verða uppá vakt. Nú varð eisini at hoyra í Útvarpinum , at UNESCO bannar snildfonum í skúlanum.  Havi leitað í allari frágreiðingini, um hetta er so. Hava leitað eftir orðunum "ban" og "banned", og ongastaðni funnið eitt krav um ella so mikið sum eitt tilmæli um at banna telefonum í skúlanum. Allíkavæl framtúrar Útvarpið við tíðindum um, at heimsins lærustovnur undir ST, UNESCO, krevur eitt bann av tílíkum amboðum. Hetta passar ik

Á songarstokkinum má verða markið

Tríggir norðurlendskir filmsgranskarar, Gunnar Iversen, Mariah Larsson og Isak Thorsen skriva í hesum døgum Handbook of Nordic Cinema . Í hesum sambandi hevur Isak Thorsen skrivað ein kapitul um donsku Sengekant -filmarnar í Grønlandi, og spyr, um teir eisini hava verið vístir í Føroyum. Hóast lotur, er mítt svar eitt rungandi ja.  Við filmsgerð er tað í øllum londum so, at innlendskur filmur, ella tjóðskaparligi mentanararvurin, um hann so er filmur ella annað mentanaravrik, er sjálv beinagrindin í viðkomandi landi, tá umræður ikki bara filmsgerð, men so sanniliga eisini biografvirksemi, um tú vilt tað ella ei. Handilsliga uppgávan, tí hon liggur frammalaga, kanska fremst í júst hesi sjangru, er at finna fram til, hvat kann lokka fólk í biograf. Heldur enn filmslist, er hetta handilsmannskapur, sum liggur fremstur í samtíðini, har og tá lættir pengar eru at finna. Serliga fyrst í sjeytiárunum sæst, at nógvir danskir seingjastokkafilmar hava verið vístir í teim mongu føroysku biografun

Homo Danicus

Sjónvarpssendingarnar hjá Suna Merkistein, O móðurlandið , eru lidnar og hava skapt nógv kjak, akkurát sum sendingar eiga at gera. Tað er teirra endamál.  Tobbi, Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur var við í sendingunum, skapti hugtakið Homo Danicus at lýsa helst einasta mentanar- og tulkingarfelagsskap, sum ikki er danskur, men tó hevur danskheit og alt, ið danskt er, sum livibreyð, fyrimynd og lívsendamál.  Hetta er vælrakt hugtak. Men hugtakið er eins og tær seks sendingarnar ikki ein framseting á Setrinum, fíggjað sum phd lestur, men tignarleys framleiðsla til fólkið.  Tá liðugt er, kunnu vit øll meta um partarnar og avrikið, yppa øksl ella frøast, alt eftir hvønn tilverurætt vit hava tiltuskað okkum í almenna rúminum, hvønn kjakvong vit av onkrari orsøk bekenna okkum til og hvussu vit fata og handfara miðlar og tær sendingar, har eru.  Ein sending er eins og ein konsert einki annað enn júst tað hon er. Rein konkretisma.  Vit kunnu illani hyggja at eini sending og hugsa okkum til, ella

Tá tónleikur er bestur

Her er dømi um styrkina í sangi og tónleiki. When all is said and done, sum Grand Prix vinnararnir í 1974, Abba, seinni sungu, kom niðurlendski vinnarin í 2019, Duncan Laurence, á pallin í Liverpool í gjárkvøldið og savnaði øll tey medvirkandi í felagssanginum hjá fótbóltsbýnum - You’ll never walk alone.  Akkurát sum The Band gjørdu, tá teir savnaðu fólk til The Last Waltz í 1976.  Fólk vórðu so rørd, at BBC segði, at hetta var fyrstu ferð í 67 ára søguni, at vertirnir máttu fáa pausu at turka tárini.  Í okkara maktfulkomnu gernadishugsan, har eingin annar enn vit sjálvi eru harrar í egnum lívi, húsi og arbeiðsplássi, mugu vit í okkara heimadyrkaðu mentan og atferð yvirgeva okkum og sanna, at sangur og tónleikur er størsta og sterkasta styrkin, tá vit samkenna við teim órættaðu, tí eitt kúgað fólk hevur altíð rætt. Aldri áður hevur sangur og tónleikur staðið so unisont sterkur, sum hesa løtu, har ukrainski vertskapurin var fluttur til Liverpool.  Man fær næstan hug at fara hagar ein tú

Leysir endar - Annika Hoydal 40 ár seinni

  Tú kennir teg sum lesandi í fyrstu Mósebók, har andarnir sveima yvir vøtnunum, tí alt er nýtt. Og tó, so kennir tú teg sum ferðafólk niðri í gomlu Havnini, har alt er trygt og kent, ja gongur í ring í egnum býi. Delikata akustiska fylgispælið hjá 77 ára gomlu Anniku Hoydal førir okkum aftur til nakað upprunaligt, eina byrjan, sum er havið og vatnið, ið rekur aftur á tilverusøkjandi útgávuna Havið . Men tað var ein onnur tíð og ætlan. Í kvøld skvulpar aldan við suðuramerikansku strondina, ið gav yrkjaranum Violettu Parra 49 ár, til hon sjálv kvetti tráðin í landinum, sum lívlangt lá fyri henni - Kili. Hesin darrandi sangur, hin oftast tulkaði úr Suðuramerika, er í sínum kvittandi sjálvmorðstóna samstundis so kátur og bjart fevnandi, at hann er hin perfekti at byrja við, just tí hann dregur á bæði, eins og øll konsertin. Í hvussu er í Anniku’sa katalogi í baksýni, sum eg hoyri tað fyri mær, serliga í áðurnevndu útgávu frá 1997, har bróðurin Gunnar hevur skrivað tekstirnar, ið snara um