Skip to main content

Lira sleipar Ester


Í morgun lá eg uppá lúr á terassuni, at taka eina mynd, tí á Vessel Finder og Marine Traffic hevði eg sæð, at eitt russiskt skip, Lira, sleipar eitt annað russiskt skip, Ester, inn á Runavík.  

Netbornu skipatænasturnar vita eisini, at Ester er drifting, rekur fyri vág og vind, var tað ikki, at samsinta systurskipið Lira sleipaði, og tí er skrásett at hava restricted manouverability. Í tilíkum føri eru stongdu føroysku havnirnar opnar fyri russarum.

Í morgun var eisini prát í Útvarpssendingini Vikan, har presturin, Marjun í Kálvalíð, var hin einasta at melda greitt út, at vit av moralskum ávum eiga at slíta samstarvið við russarar, eisini í russiska partinum av Barentshavinum.

Annars er eingin greið útmelding um Russlandssáttmálan frá 1977, ið politisku flokkarnar og føroysku bygdirnar og høvuðsstaðurin liggja og sleipa aftur og fram, sum vóru tey bæði drifting og havandi restricted manouverability.

Tá er gott at listin, hon hjá Tóroddi Poulsen, kann melda klárt út við eini reinari menniskjastøðu, leys av gruggandi partapolitikki og stuttskygdum lummapengum.

Í nýggjasta bloggoddi hjá Tóroddi stendur hesin brandaktuelli tekstur, STØÐA; TÝSDAG, sum eingin journalistur fæst at taka í sín munn, og eg tí endurgevi til dagin, vegin og fjørðin við loyvi frá høvundanum:

 tað hendi ikki so nógv týsdag

andstøðan vildi hava sáttmálan við russar í tingið aftur

tí teir vilja so illa sleppa at stuðla putin og hansara álopskríggi

andstøðuni dámar so væl at nógv ukrainsk børn verða dripin

tað gevur henni eitt slag av religiøsum fulnaði

so kunnu fólk aftur fáa ókeypis fish and chips á sjómannadegnum

og børnini fáa túr við brandbilinum og ikki minst

at tey vaksnu í framtíðini sleppa at royna nýggja skannaran

sum tey ikki høvdu fingið

um tey ikki stuðlaðu hópdrápsmanninum í kreml

og øll eru so glað fyri vatnkríggið á vágni

næstu ferð verður reyður fruktlitur koyrdur í vatnið

so tað líkist ordiligum kríggi akkurát sum tað hjá putin