Skip to main content

Posts

Minniluti ella ikki?

Lesarabræv, Dimmalætting 4. januar 2002: Nakað herfyri var eg staddur í Keypmannahavn. Eg hevði fingið tað miklu eydnu, at fáa eitt lestrarár á Danska Læraraháskúlanum. Tað var skúlaárið 1999/2000. Tíðum var eg í Føroyahúsinum og hevði eitt frálíkt samstarv við Martin Fjalstein, leiðara har í húsinum. Ein dagin ringir Martin og spyr, um eg eri stinnur í enskum. Hví, spyrji eg. Jú, her kemur ein evropanevnd, sum vil hitta føroyingar, sum eru í Danmark. Tey hava nakrar spurningar, og arbeiðsmálið er enskt, sigur hann. Eftir at hava hoyrt um nevndina, og hvussu Martin er komin í samband við hana, taki eg av. Haldi tað vera spennandi at møta sovorðnari nevnd og verða hoyrdur, nú eg í lestrarørindum eri í Keypmannahavn eitt ár. Fundurin verður hildin á ovaru hædd í Føroyahúsunum á Vesterbrogade. MFS og onnur eru við á fundinum. Nevndin er fryntlig og dugir væl at leggja fram setningin, tey arbeiða við. Hann er at síggja til, at øll limalond í evropeiska felagsskapinum virða minnilutar. Hett

50 ár við Norrøna Felagnum

Tíðindaskriv, Norrøna Felagið í Føroyum, 16. november 2001 Sunnudagin eru fimmti ár liðin síðani Norrøna Felagið í Føroyum varð stovnað í Sjónleikarhúsinum Í Havn. Í hesum sambandi verður givið út eitt rit, sum í stuttum lýsir stovnan og søgu felagsins. Heiti á ritinum, sum telur 25 blaðsíður, er »50 ára rit um Norrøna Felagið í Føroyum«. Í ritinum heilsa politikarar, stovnsleiðarar og onnur, ið hava knýti til norrønt samstarv, felagnum. Felagið sjálvt tekur soleiðis samanum í fimmti ára ritinum: »Samanumtikið vil Norrøna Felagið í Føroyum á fimmti ára degnum seta fram ynski um, at almenna norðurlendska samstarvið í komandi tíðum í størri mun setir kikaran á hin einstaka borgaran og endurskoðar hugsanina um nærumráðini. Skal norrøna nyttan takast í fólksligum álvara, krevst harafturat minni retorikkur á heimsins mongu pallum og meiri virksemi, tí einstaka norðbúgvanum at gagni.« Fimmti ára hald felagsins verður leygardagin. Klokkan 18 verður limatiltak á Landsbókasavninum, har brævaski

Drunnur nummar 1: Kjak og kjakmentan

Fyrsti kapitil í drunni, sum Kári Árting setti í gongd 26. oktober 2001: Einaferð var nakað, sum tey lærdu róptu dialektikk. At møtast og skifta orð um mangt og hvat, sum frammi var, ella bara okkurt nýtt, sum skilafólk høvdu varnast í havsbrúnni. Kanska høvdu tey góðan kikara tá, skilafólkini uttan teldu. Kunnu dagsins telda og tøkni gerast okkara nútíðar-kikari, so er væl sloppið. Tí enn er teldan ikki vorðin tað. Heldur ikki kjakið. Kjakið er nærum ikki til, hvat so evni er. Og har kjak er, má eg tíanverri sanna, at kjakmentan okkara er mangan vánalig. Í minsta lagi ivasom. Tey, sum stíla fyri hesum kjaki, vilja blæsa lív í eitt mentanarligt kjak her heima. Veit ikki, um hugtakið »her heima« hevur nakra meining í tykisheimi. Men støði kann so, ið hvussu er, takast her heima. Eisini hjá føroyingum í útlegd. Harvið gera vit føroyska kjakið og heimliga samfelagið globalt. Soleiðis eru vánirnar í tykisheimi. Tað lokala gerst globalt. Frálíkt. Og tí taki eg fult og heilt undir við hesi æ

Hunters-art too controversial for the UK

Spiked-online 29. august 2001: “Hunters of the North” is the modest title of an exhibition galleries and museums in Scotland are afraid of allowing onto their premises. “The word “hunter” is obviously taboo in the UK, says Birgir Kruse, the co-ordinator of the exhibition. “In Edinburgh, Glasgow and Aberdeen we were told that the exhibition was too controversial. Some places would consider showing it, but that was under certain conditions: “Change the title so that the word “hunters” is left out, and leave out the artwork showing pilot whaling, says Birgir Kruse. The co-ordinator took this message back to his board but they stood firm and would not change the title. “The reason being that the title in their view expresses their communities fundamental right to a sustainable hunt”, says Kruse. “Hunters of the North” was initiated by the West Nordic Council and produced by The Nordic House in The Faroe Islands in co-operation with The Nordic House in Iceland and the Nordic Institute in Gr

Varpa ljós á veiðumentan

Tíðindagrein, Dimmalætting 25. juni 2001: Framsýning: Veiðumentanini í Útnorði er evnið á stórari framsýning, sum fer av bakkastokki næsta á. Framsýningin, sum verður ein ferðaframsýning, skal serliga røkka enskttalandi stórbýarfólkið við Norðuratlantshavið Stóra norðuratlantiska ráðstevnan í Norðurlandahúsinum um havið er júst farin aftur um bak. Næsta summar verður Norðurlandahúsið karmur um eina stóra framsýning sum eisini snýr seg um havið. »Veiðumentan í útnorði« er heitið á ferðandi framsýning, sum er partur av verkætlan, sum á enskum kallast »Hunters of the North«. Ætlanin er at sýna trý lond, sum í øldir hava livað í og við eini veiðumentan, og gera tað enn hóast tey eru blivin háteknologisk samfeløg. Framsýningin hevur tríggjar síður. Eina listarliga, eina fólkaminnisfrøðiliga og eina teknologiska. Lagt verður fyri í Norðurlandahúsinum í juni næsta ár. Har verður ein framsýning, sum verður bygd upp eftir einum modelli, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur gjørt. Ætlanin er at b

Eitt forum til journalistiskt kjak, takk!

Bodil Rahbek er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole 1988 og hevur í trý ár verið redaktiónsleiðari hjá Danmarks Radio. Nú er hon farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya Viðtal, Birgir Kruse, Sosialurin 24. februar 2001: MENNING. Tey journalistisku arbeiðsplássini eru smá her. Júst tí hava fólk, sum arbeiða á hesum øki, tørv á at hittast og skifta orð um fakligar journalistiskar spurningar, heldur Bodil Rahbek. Hon arbeiðir við menningarætlan í Útvarpinum og heldur, at Blaðmannafelagið átti at sæð tað sum sína uppgávu, at skipa fyri journalistiskum kjaki. Bodil Rahbek, sum er útbúgvin tíðindakvinna, er farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya. “Verkætlanin snýr seg um persónliga og fakliga menning hjá programmfólkunum í Útvarpinum”, sigur Bodil, sum er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole 1988. “Tá talan er um menning, at dagføra sína vitan og gerast betur førur fyri at røkja sína uppgávu, so hugsa tey flestu helst um eftirútbúgving”,

Bókadeild Føroya Lærarafelags 45 years

The Bókadeild Føroya Lærarafelag, a Faroese publishing house that’s been looking after the children for 45 years NORDIC LITTERATURE 2001 BY BIRGIR KRUSE The Bókadeild Føroya Lærarafelags, or The Faroese Association of Teachers’ Publishing House (the B.F.L.), was founded in 1956 in acknowledgement of the vital importance of providing Faroese children with books in Faroese. When the B.F.L. was founded, they didn’t only have books for children and young people in mind: school textbooks were a high priority, too. At that time almost all the textbooks on the islands were Danish. But then a proper Faroese educational publishing house was founded, the Skúlabókagrunnurin, and from then on the B.F.L. gave up publishing school-books and concentrated exclusively on books for children and young people. Right from the start, and for many years afterwards, a board consisting of five teachers was in charge of all the publications. All the work was done after school, and books were published whenever

Verkamaðurin og leiklistin: Weekend á deildini

Tað várar fyri fyri føroyskari leiklist. Hóast vetur er á deildini og hon er afturlatin, hava vit nógv og gott í væntu, tá Gríma hin 17. mars fer at frumsýna nýggja leikin hjá Jóannesi Neilsen Eitir nakað land Weekend . Í gjár var høvið at lúra á Meiarínum. Birgir Kruse Sjónleikur At hjarta Jóannesar Nielsen slær hart fyri Skipasmiðjuni er einki nýtt. Hann hevur bæði yrkt, leikað og barst fyri hesum staði og teim, sum har virka. Men hin 17. mars síggja vit hesa staðfesting í nýggjum ljósi á gamla Meiarínum í Havn. Tá fer yrkisleikbólkurin Gríma at frumsýna leikin Eitir nakað land Weekend . Henda várdag, fer høvundurin Jóannes Nielsen at sita undir liðin á sjálvum skipasmiðjustjóranum Poul Mohr. Tað var treytin, tá Skipasmiðjan, kvitt og fritt, lat pallin til nýggja leikin á gamla Meirarínum. Enn ein hugfarslig staðfesting av, at vinnan og mentanin kunnu ganga hond í hond. Jú, tað várar fyri leiklistini í Føroyum. Kveikjandi leikrit Hetta er annar leikur, Gríma framførir hetta skeiðið.