Skip to main content

Posts

Umbiðið pláss

Tá bløðini vóru betur fyri enn nú, vóru tey dyggasti lýsingamiðil. Tá plagdi onkuntíð at koma fyri, at ein blank síða varð prentað, har skrivað varð: "Umbiðið pláss". Tað vildi so helst siga, at onkur, ið var lopin frá ordranum, allíkavæl fekk rokningina. So sterk er marknaðarstøðan hjá bløðunum ikki longur. Men sama mynd hómaðist í dag, niðast í brekkuni, har Køkubúðin einaferð var, á húsunum har Charles Smith og tey búðu. Hvør býr har nú veit eg ikki, men á síðuni, sum vendur móti gomlu Køkubúðini, er eitt stórt uppslag við Anniku Olsen, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin. Spennandi verður, hvør fær veggjaplássið niðaneftir. Men at verða hongdur einsamallur uppa á gamla kirkjugarð, við útsýni móti Kagganum og Frelsunarherinum, tað hevði eg ikki unt mínum ringasta fígginda, heilsumálaráðharri ella ei. Øssur Winthereig hevur brotið við stirvna os smakkleysa litbrúkið hjá Tjóðveldi. Úti við Strond, uttanfyri tyrluplássið, við Boðanesi í baksýni, hevur Øssur sett eina livan

Kavin kom í morgun

Kavin kom í morgun syngur Martin Joensen. Ein nýggjur mótspælari hjá politisku valevnunum, sum skulu ferðast millum bygda og standa á gøtum og strætum at seta upp valplakatir í almenna rúminum. Myndin er tikin framman fyri terassuni heima í Tórsbyrgi klokkan átta í morgun. Upp í hondina havi eg tikið ein brúnan innkeypsposa frá City Lights Books í San Francisco, har Alan Ginsberg (1926-1997) húseraði og skrivaði Howl , sum hann gav út í 1956 og varð rættarsøktur fyri. Sá filminum Howl í gjárkvøldið og tað var ikki sørt at argumentini hjá føroyskum politikarum eru so meinlik teim retarderaðu amerikansku sjónarmiðum, sum vórðu dømd deyða at vera, tí tey vóru brot á mannarættindi og allan talurætt fyri 55 árum síðani, tá umræður kynsligan samleika og rættin at orða seg frítt sum skald. Gunnar Hoydal hevur umsett Howl , sum er endurgivið í Vencil 2006 undir heitinum Ýl . Langt er síðani beat ættarliðið var frammi. Kanska kunnu vit kveita eitt kvink til vinstru. Har byggja tey ellish

Framsókn er fremst

Í gøtumyndini í høvuðsstaðnum er Framsókn fremst. Eingin ivi um tað. Tað sást skilliga gjøgnum regn og viskarar við eini hálvvánaligari iPhone úr bilinum í dag. Eyðkennið hjá Framsókn, hvítt F á avmáldari appilsinlittari bakgrund, er sett ovarlaga á steyrar í Havn, har sum brandmenn annars plaga at seta 'Vælkomin á ólavsøku' og líknandi dreglar. Hóast nakrir arbeiðsdagar enn eru til løgtingsvalið, er eingin annar flokkur sum í elegansu, sniði og liti tekur Framsókn. Men enn eru eingi valevni hjá teimum at síggja á uppsløgunum. Og beware, her er Tjóðveldi eitt skrekkscenario. Tey brúka svart-hvítar myndir á signalgrønari bakgrund. Tveir óhugnaligir litir, sum eru alt annað enn harmoniskir. Fólkaflokkurin sýnir á ymsan hátt valevni, sum spæla solo í stórum formati. Hinar flokkarnar, til dømis Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, havi eg ikki sæð við vegjaðaran, burtursæð frá onkrum uppslagi við løgmanni. Skurvut soloryttarí riggar illa í visuellum valdysti í almenna rúminum, hóas

Glaðar bøkur

At glaða og brenna vita kallaðist ein bók um boðsending hjá Roberti Joensen frá 1961. Á bókamessu í Frankfurt eru bókafólk glað. Tey brenna ikki bøkur, so sum vit verða mint um á torginum í býnum, men eru bara glað. Glað um bøkur. Carl Jóhan Jensen hevur gjørt enskan tekst úr skaldsøguni Ó - søgur um djevulskap (2005). Hann er avmyndaður undir fossinum í Gásadali á føroyska bókabásinum í Frankfurt. Nobelvinnarin, svenski Thomas Tranströmer (f.1931), sæst í permu hjá Bonnier um hornið, og mitt millum okkara básar er íslendska Forlagið við einum skaldabornum sitati hjá Halldór Laxness (1902-1998): "Whoever doesn't live in poetry cannot survive here on earth". Ein av teim tíggju úrvaldu føroysku bókunum, sum vera sýndar fram á bókamessu í Frankfurt, er Undir Suðurstjørnum hjá Gunnari Hoydal, sum upprunaliga kom út í 1991, á donskum í 1996 og á enskum, Under Southern Skies , í 2004. Nú eru tingingar við størsta íslendska forlagið, sum bara eitir Forlagið, um íslendsk