Skip to main content

Posts

Vælkomin til Havnar

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum vælkomnum til Havnar, ella Tórshavnar, sum uppslagið sigur, á ólavsøku. Tey eru mong, ið leita til Havnar í hesum døgum. Á ferðmikla havnaøkinum, av Kongabrúnni um Bursatanga fram við Norrønu og út eftir bryggjuni, kunnu sjáldsamar samanrenningar koma fyri, eitt nú at Ternan flaggar við donskum flaggi, so sum tykist niðanfyri. Men so er ikki. Uttan av havi kom í dag skúlaskipið Danmark við 80 næmingum á vitjan í tveir dagar. Manningin telur fimtan. Eingin føroyingur er, hvørki millum næmingar ella manning. Veðrið var ringt sunnan fyri Føroyar og tey vóru eitt samdøgur seinkað, siga ungu næmingarnir, sum eru av báðum kynum. Høvi verður hjá allmenninginum at vitja umborð á skúlaskipinum Danmark í dag og í morgin. Seinast skipið var á vitjan í Føroyum var í 1991. Umframt danska skúlaskipið, sum er bygt í Nakskov í 1932 fyri skúlaskipið København , ið gekk burtur um ársskiftið 1928/29, vitjaði knapt so g...

Ein krossur aftan, ein krúna framman

Ein heimligur sunnudagsskúlasangur, sum stavar úr Assam í India, nevnir krossar aftan og krúnur framman. Hesin sangur kom mær til hugs, nú vit viðgjørdu grafiskar samleikar í Kringvarpssendingini hjá Gunnari Nolsøe, sum hann beinrakið kallar Stykkjagóðs. Ein av sterkastu ímyndum á okkara leiðum er krossurin. Ikki verðsligi valkrossurin fjórðahvørt ár, men krossurin, sum er so kristiligur at hann varð brúktur at hanga fólk á. Við naglum. Kanska er tað ti, at henda ímynd sæst so skilliga, har hon er í almenna rúminum, blóðdryppandi frívillig ella ikki. Tá BankNordik um miðjan juli skapti tíðindi, varð brúkt ein mynd av inngongdini í høvuðsskrivstovuni. Kring búmerkið síggjast teir beru krossar, sum sæst niðanfyri. Tá Pál Joensen fer at svimja á Olympisku Leikunum í London, er Tryggingarfelagið Føroyar ein av sjónligu stuðlunum. Myndin omanfyri av Páli er tikin í einum svimjihyli, har vanligt er at svartar keramikkflísar markera longd og dýpd í hylinum. Men sædd úr hesin vinkul...

Tigandi stigar

Stigar í Tórsbyrgi eru marglittir í hesum døgum. Tigandi siga teir frá um allar litir. Teir stirvnu, sum fyrr vóru bundnir at aðalfundarviðtøkum og grannaloyvum, til teir floygdu, sum blóma frítt sum sóljan. Stigar, sum tala í litum og døgum, nú mjørkin legst yvir landið, tig fyri tig.

Sum at koma á mánan

- Hetta er sum at lenda á einu grønum mána, sigur Claartje van den Broek í matstovuni á Hafnia, har tey borðreiða við fiski. Tað er fyrstu ferð hon er í Føroyum. Forvitna niðurlendska blaðkvinnan er útbúgvin í sjónleikarasøgu og vitjar her við manninum, sum spælir saksofon í De Amsterdam Kletzmer Band á Gøtusandi í kvøld og í annaðkvøld. Hon spyr um mál, mentan og politikk - og eg sigi henni um Hans Andrias og Janus og um frísarnar í Akrabyrgi. Longu fyrsta mai kundu G fólkini bera hesi boð: "Vit avdúka nevniliga higartil stuttligasta ískoyti til skránna: Teir víðagitnu Amsterdam Klezmer Band. Ella sum teir eisini vera kallaðir: The Magnificent Seven of Balkan and Klezmer. Við yvir 1000 konsertum í viðförinum eru teir vorðnir millum kendastu og virdastu klezmer og balkan bólkarnar í Europa. Og hvar aðrastaðni enn á G! hevði tú roknað við at hoyrt klezmer og balkan í summar?" Góða kletzmer skemtun!

At lata tað gamla møta tí nýggja

Fjórða hvørt ár, annan týsdag í november, er kommunuval. Hóast hundraðogfjúrtan dagar eru til valið, hava vit í eins nógvar dagar, kanska fleir, verið mint á henda ósvitaliga veruleika. Býráðslimir hava gingið kykir at lata upp og halda røður, eitt nú yvir ómálaðum brettum við áarósan eitt steinkast hiðani úr nýggja Áartúni, heima í Havn. Á Røðubrettum var onkur skjótur at nevna staðin, eins skjótt og Flatskattabrúgvin fekk sítt sjálvsagda navn úti undir Bakka hinumegin Reynið. Í dag var hátíðarhald á grundini, har Áarstova stóð, frammanfyri núverandi og samnevndu matstovuni, sum er í Vertshúsinum, eisini kallað Hotel Djurhuus, ið hevur inngongd í Sandskoti. Í vár varð eitt nýsproytað skelti sett á henda veggin og 6. mars skrivaði eg soleiðis um skelti yvirhøvur í miðbýnum: "Longur niðri er við somu tøkni, sproytumáling og dekkteyp, sett skelti yvir inngongdina til stásiligu, men hugnaligu matstovuna hjá Áarstovubrøðrunum. Hetta skelti haldi eg vera av allar leið, t...

Woody Guthrie 100

Aaron Meshon er teknari í New York, sum fekk til uppgávu at gera eitt Amerikakort við tjúgu sangum hjá Woody Guthrie, nú hundrað ár eru liðin, síðani kendi fólkasangarin varð borin í heim. Sum sagt so gjørt. Úrslitið sæst omanfyri og kann takast niður sum Pdf-skjal , so allir sangir kunnu finnast og granskast nærri. Woody Guthrie varð borin í heim í Oklahoma 14. juli 1912 og doyði sjúkur í New York, bara 55 ára gamal, 3. oktober 1967. Í 1936 yrkti hann fyrsta landskenda sangin So long, it’s been good to know you. Sama árið rýmdi hann heiman og fór á eina 25 ára ferð, vestureftir móti California. Illa ber til at hugsa um Woody Guthrie uttan at nevna John Steinbeck (1902-1968), serliga skaldsøguna Grapes of Wrath (1939), ið er ein samtíðarsøga um húskið Joad, sum eru niðurundirkomin bóndafólk úr Oklahoma, ið hava sæð so vakrar lýsingar úr lovaða landinum California, at tey rýma hagar. Her liva tey eina tíð av náði frá harðrendum góðseigarum, men náðin rennir undan og tey gera...

Summar í Tórsbyrgi

Leygardagin boðaði nevndin í Eigarafelagnum í Tórsbyrgi til arbeiðs- og grilldag. Byrjað var við felags morgunmati í Orkulonini kl 10, og so varð málað og arbeitt eftir skránni hjá forkvinnuni, Hallbjørg Lamhauge. Bogi í Homrum kom við hvítari máling til múrin. Og sum í einum røttum kollektivi málaði Bogi eisini múrin hjá grannunum, ið vóru burtur. Meðan Bogi málar hvítt, er Sigrún Mohr farin eftir svørtu málingini og tekur alla hjallsrøðina sum fyri er. Her eru knotur í konum. Anna Dahl er farin í reyða málingablikkið og strýkur eftir plankunum á felagssøkinum. Meðan flestu liftir skifta, hava reytt, svart og hvítt, verið brúktir á felagsøkinum síðani Tórsbyrgi bleiv bygt í 1976. Heðin Klein metir um hvíta múrin, sum aftur í ár skal hava ein umgang. - Her bindur so illa, sigur Heðin, ið hevur grundað og nú fer at mála hvítt. Jón Kragesteen og Augusta Mikkelsen hava verið morguntúr við blómukønum fólk. Kveikt av øllum villblómunum eru tey farin at mála g...