Skip to main content

Posts

Chianti Brava

Úr Firenze fara vit á middegi suðureftir í einum gráum Fiat Brava leigubili frá Europcar. Í GPS'aranum velja vit allar stórar autostradur frá og koyra sostatt bara eftir bygdavegum, ið snara seg upp og niður um heyggjar og fjøll. Og eftir niðanbrekku kemur ósvitaligt ein omanbrekka, har vit í eina førinum steðga og njóta sýnið yvir heiðarnar í tí fjara, meðan fólk hanga út á snórin og draga heklaðu og broderaðu gardinurnar fyri. Vit lesa uppá italsku landspartarnar í nýggja heimsatlasinum hjá Námi og koma eftir, at vit skjótt eru 60 kilometur sunnanfyri Firenze, mitt í Toscana. Vit koma til bygdina Cavriglia, har færri enn 10.000 fólk búgva. Her røkkur eingin GPS'ari, tó hava vit umvegis TripAdvisor fingið frænir um ein bónadagarð, sum ein sonur og pápi hava keypt og endurreist síðani 1990'ini, uttan at vera vínbóndagarður, men tó staðsettur mitt millum vínmarkirnar, sunnast í Chianti. Og so dregur hann á luftina. Vit fara í Sparmarknaðin í

Kirkjur og Pinocchio

Leygardagin rullar tokið inn á tokstøðina í Firenze. Vit rulla kuffertini víðari eftir Nýggja Sankta Maria torginum, omanfyri, og skriva okkum inn á Palazzo Dal Borgo, har tey brúka ein søguligan lykil, sum ikki fer í lumman av misgávum. Hóast fýrastjørnað er nóg mikið við tveimum. Niðanfyri sæst útsýnið av gamla miðbýarhotellinum, eitt av mongu Santa Maria tornunum í býnum, sum høvundurin T.S. Eliot skal hava notið í 1957. Tað sigur ein dagbók við diskin. Tykist, sum áhugin fyri altjóða yrkjarum er stórur á hotellinum. Millum mongu tilboðini um útferðir, eru eisini yrkingasøvn frá ráðstevnum, sum hava verið í býnum, frammi á borðunum.  ST stovnurin UNESCO hevur skrásett søguliga miðbýin í Firenze sum ómissandi part av heimsins mentanararvi. Skeltið hongur í prangandi býarhúsunum, Palazzo Vecchio, har standmyndin av Dávidi upprunaliga stóð. At trongu gøturnar og stórbæru bygningarnir í miðbýnum eru týðandi verk í heimsins mentanarsøgu, er einki at taka seg