Skip to main content

Posts

Móðurmálskærleiki politikarans

Her sæst eitt púra ópolitiskt bókstavarað til øll at brúka uttan kostnað, hóast tað er sett á prent av einum kendum peningastovni. Ikki bara peningalig, men eisini politisk sjónarmið hanga uppi við, tá vit tosa um bókstavir. Summi góð, summi ring. Tí hava vit lukkutíð løgtingsval fjórða hvørt á. Ungdómstingið skapti fyrr í vikuni nýyrðið móðurmálskærleiki . Tað var, tá átta næmingar úr níggjunda flokki í Venjingarskúlanum skutu upp í Løgtinginum, at móðurmálskærleiki verður settur inn í grein eitt í lóg um fólkaskúla, soleiðis: “Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði, fólkaræði og móðurmálskærleika.” Dagin eftir kollveltandi kærleiksuppskotið frá uppfinnsama ungdóminum, hevur ein valdur politikkari úr kjøti og blóði verið í skúla og gjørt málsligar førleikakanningar. Við framsøgumanninum Henrik Old kann Javnaðarflokkurin á tingi nú staðfesta, at í skúlanum er føroyskt ov trongt, og at føroyskt í skúlanum ikki røkkur.

Sakaris í Teddy práti

Í CineStar Imax á Potsdammer Platz í Berlin hevði sjónvarpsjournalisturin Philipp Schmidt , sett Sakarisi stevnu eftir at Vetrarmorgun var frumsýndur. “Tað er stuttligt at síggja, hvussu eitt altjóða publikum reagerar uppá filmin,” sigur Sakaris. “Philipp, sum lýsir Teddyvirðislønina, hevði sett seg væl inn í filmin. Hann spurdi um alt frá fólkafráflying, dreymin um at flyta til eitt annað land, hvussu vit sum menniskju uppbyggja fasadur í leitanini eftir samleikanum og hvussu endin skuldi skiljast, opin ella afturlatin. Samrøðan gekk væl, persónliga dámdi honum filmin, og hann legði væl til merkis tey tingini, vit høvdu lagt mestu orkuna í, serliga tann gjøgnumgangandi spurningin um samleika,” sigur Sakaris eftir sjónvarpsprátið . Klikk á myndina og hoyr prátið, sum er á enskum og varar 17 minuttir. “Responsurin uppá filmin var ekstremt góður”, sigur Sakris Stórá úr Berlin. “ Vetrarmorgun bleiv sýndur saman við nøkrum øðrum stuttfilmum, sum allir vóru góðir. Men eg haldi at Ve

Maðurin og Fjallið

Avísin Los Angeles Times skrivar, at Leonard Knight er deyður á einum umlættingarheimi í San Diego, 82 ára gamal. Hann var kendur fyri Salvation Mountain, sum hann bygdi og búði í við lítla staðin Niland við Salton Sea, har suðuri í California. Í 2007 var hann við í filminum Into The Wild , sum Sean Penn gjørdi. Filmurin fekk eina Golden Globe virðisløn fyri   besta sang , Guaranteed , sum Eddie Vedder skrivaði., var í tveimum førum skotin upp at fáa Oscarvirðisløn og fekk fleiri aðrar virðislønir, eisini í sambandi við amerikanska ferðavinnu. Árið eftir, í 2008, hitti eg Leonard Knight á Salvation Mountain og skrivaði bloggin niðanfyri: "Ein hin mest hugtakandi løtan á USA ferðini hjá okkum í summar var tá 76 ára gamli einabúgvin Leonard Knight tók ímóti okkum í hellinum Salvation Mountain. Fjallið hevur hann sjálvur bygt úr mold, vatni, máling og burturkasti, so sum bil- og traktordekkum, gomlum bilhurðum og falnum viðarbulum, sum fólk hava borið honum. Leonard hevu

Hvør fær Gyltu bjørnina í Berlin?

Kanska er tað skilnaðurin millum eystur og vestur, ið hevur verið drívmegin, sum í 64 ár hevur borið árligu filmstevnuna í Berlin, Die Berlinale , fram um allar aðrar. Ikki tí at betri ella týdningarmeiri filmar verða vístir har, men tí at fólkaræði og margfeldni altíð sæst aftur í breiddini í skránni og í bíðrøðunum við hvønn biografin. Tí hetta er størsta almenna filmsstevna í heiminum. Og tað dregur bæði nýggj rák og ektaðu stjørnurnar til sín, ikki bara Sakaris úr Skopun, við stuttfilminum Vetrarmorgun , sum er í uppskoti at fáa Teddyvirðislønina , Krystallbjørnina og Special Prize fyri ungdómsstuttfilm, men eisini aktivistin George Clooney við spælifilminum The Monuments Men , sum er á høvuðsskránni, men ikki í kapping. Øll kunnu keypa atgongumerki og ikki færri enn tríhundraðtúsund plaga at gera tað, so tey sleppa at síggja nakrar av teim fýrahundrað filmunum, sum hvørt ár eru á skránni. Virðislønirnar eru mangar í Berlin, men bara ein spælifilmur fær  Gyltu Bjørnina ,

Ivaveður í litríkari Havn

Tað er leygardagur og ivaveður í Havn. Ein styrktur franskur seglbátur við spyrjandi heitinum Why liggur inn móti Sjarpholinum á Vestaru bryggju. Tveymastraði báturin er partur av ætlan, sum byrjaði í mars í 2010 undir heitinum Under the Pole . Manningin, ið telur tólv, skal kava og gera kanningar undir arktiska ísinum. Nú byrjar annar partur, sum varar í 22 mánaðir, har kanningar verða gjørdar fram við grønlendsku vestur- og norðurstrondini. Komandi vetur ætlar manningin at steðga á í Naresfjørði millum Grønland og kanadisku Ellesmere Island. Um grundsjónarmiðið við hesum ferðum, ið halda fram í Antarktis í 2016, siga fronsku fyriskipararnir at "l’Arctique est victime du réchauffement climatique, un monde fascinant est en train de disparaître, certaines espèces qui y vivent sont menacées d’extinction. Nombres d’entre elles n’ont même jamais été répertoriées." Hesin krógvaði partur av Havnini hevur spakuliga ment seg til at blíva mest áhugaverda íkast, ein dynamo

Finskar filmsperlur

Omanfyri sæst finski filmsleikstjórin Aki Kaurismaki (f.1957), sum saman við Lars von Trier (f.1956) man vera hin kendasti í Norðurlondum. Klokkan 17:00 í dag, mikudag 5. februar, sýnir Norðurlandahúsið ein film hjá Kaurismaki og ein annan spildurnýggjan í sambandi við finsku vikuna  Land í eygsjón: Finnland! Filmstiltakið í Norðurlandahúsinum byrjar við stuttum fyrilesturi um finskan film, sum Outi Heiskanen, omanfyri, heldur. Saman við Sif Gunnarsdóttir og trettan øðrum fakfólkum, er hon við í dómsnevndini, ið ger av, hvør fær stóru filmsvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Fyrilesturin hjá Outi er á enskum. Eftir fyrilesturin verður ein hin kendasti finski filmur í nýggjari tíð, Gentan á svávulpinnafabrikkini (Tulitikkutehtaan tyttö, The Match Factory Girl 1990), hjá stórsta finska filmsleikstjóranum nakrantíð, Aki Kaurismaki vístur við enskum undirteksti. Hann er avmyndaður ovast. Eftir Kaurismaki-klassikaran verður ein spildurnýggjur finskur filmur sýndur klokkan