Skip to main content

Posts

Nýggj fotobók úr Famará

Hósdagin verður ein nýggj føroysk bók løgd afturat tí sjáldsama lítla bókavarðanum, sum kallast fotolist. Tað er Edvard Nyholm Debess (f. 1960), sum í Norðurlandahúsinum klokkan fimm fer at leggja fram bókina Kærleiki og Vónir (Mentunargrunnur Studentafelagsins, Tórshavn 2014), ið er um Johan og Rakul Dalsgaard, meðan tey búðu í Famará árini 2010-2013. Myndina omanfyri tók eg av Edvardi við nýggju bókini uttanfyri køksvindeygað leygardagin meðan ruddingardagur var. Reyði vitin er hann, sum Fyr- og Vagervæsenet tók niður í Famará í 1984. Longu í kolofonini sæst at Edvard er Leicamaður. Fyrr havi eg heft meg við at ein annar føroyskur fotolistamaður, Ingi Joensen, er svorin Pentaxmaður. Ingi, sum starvast á Føroyaprenti, hevur medvirka í bókagerðini tað vil siga í lay-out, repro og prenti. Afturat sær hevur Edvard havt Steen Kristensen og Jóannes Lamhauge sum ritstjórar. Bókin, sum er svørt hvít, málar 30 x 21,5 cm og gevur eina deiliga kenslu at leggja á borðið og blaða upp í.

Pallurin vinnur!

Er tað meir enn? Eg helt, at nú var fyrra helvt av Grand Prixfinaluni liðug og bara endaumfarið, sum verður leygarkvøldið, eftir. Men so varð ikki. - God fest , sigur danski sjónvarpsspikarin eftir eyðkennistónarnar. Nú skulu tíggju sangir veljast. Sjov, róp og skrál, fløgg og málaði andlit, alt samalt í ovfarakæti úr B&W høllini í Keypmannahavn. Byrjað verður við eini Metropolisversjón av Tango Sjalusi hjá Jacob Gade, við labyrint bygnaðinum hjá Per, sum byrjar í býnum, fer eftir vegnum og upp eftir keymannahavnsku húsaveggunum og so beint inn á senuna. Ein stórbær visuell veitsla, sum úr køldum grábláum liti fer í sprettandi grønt og flammandi reytt og lilla við tónunum til Alle går rundt og forelsker sig og so aftur til Tango Sjalousi á norrønari fiól. Fantastiskt! Og so ropa tey trý vertsfólkini Good evening, Europe! Væl uppløgd, tí hetta er sjov, sum byggir á nýggjar tekniskar hæddir, sum ikki eru sæddar í norðurlendskum sjónvarpi áður. Eysturríkska Conchita Wurst, Lalla

Sól, vamp og drag - tað er Evropa!

Russiska sólscenugrafiin hjá tvíburðasystrunum, Anastasiu og Mariu Tolmachevij, sum 9 ára gamlar vunnu barnagrandprix í 2006, var hin sjónvarpssterkasta úr skipasmiðjuhølunum hjá B&W í gjárkvøldið. Men í melodiforløbi var San Marino hin tradisjonellasta, sum við Valentinu Monetta leggur seg lættast og tættast aftur at bakkataloginum, og tí kanska fer at enda ovarlaga á avrikslistanum. Men heilt uttan fyri nummar, ja ein ordeligur dark horse from the high plains,  var Háland við einum lágmæltum, men vælstemtum kovboysangi av niðurlendsku preriuni. Mín persónligi favorittur eru Ilse DeLange og Waylon (sic!), ið kalla seg Common Linnets við Calm after the Storm . Ein sangur, ið sum hin einasti fer at liggja leingi á, ikki bara the common linnets , men eisini á altjóða tónleikapallinum, tí hann ríður egnar akustiskar harmonileiðir á ævigu heiðini, har sólin aldri setur. Í hvussu er ikki hjá einum stílfullum reiðmanni, sum kallar seg Waylon og býr í einum góðum sangi. Mina at

Várið grør og grøðir

So er maisólin komin í Tórsbyrgi. Her skýnir hon á reyðu tulipanblómurnar hjá Jens Peturi í nummar fimm, sum eru avmyndaðar niðan móti málinum á fótbóltsvøllinum, sum er fyri endanum á Fútalág. Úteftir sæst Nólsoyggin í baksýni. Afturvið middagskaffi og Útvarpssendingini, Rót og Rútmu, eru skuggarnir langir og enn er bøurin ikki blivin heilt grønur. Men ljósið er so sterkt, at umframt úr erva, tykist tað eisini koma úr myrku moldini í neðra og skína upp millum krúnubløðini. Eisini á parkeringsplássinum møtast vársins litir, sum hin guli hjá Jón og Augustu, meðan skuggarnir standa hvassir undir middagssólini fyrsta leygardag í mai. Á reyða trænum hitti eg Gutta, sum í varsólini fortelur um skurðlæknan Bettinu úr týska havnabýnum Cuxhafen. Meðan sólin stavar miskunarleys og fjalir einki, sigur Gutti ósentimentalur frá um Landsjúkarhúsið og góðu skurðlæknarnar, sum har eru. Millum húsini, mitt á bønum fyrsta leygardag í mai. Og nú er so langt liðið út á á

Flaggdagur

Oddbjørg Christiansen, stjóri í Gamla Bókhandili á Vaglinum í Havn, peikar á heimbygdina, Leirvík, á nýggja føroyakortinum. Tað er í sambandi við flaggdagshaldið, at Gamli Bókhandil hevur opið, so til ber hjá fólki at síggja føroyakortið hjá FDS og Námi, sum nú verður sett til sølu. Nýggja kortið verður sýnt fram í hugnaligu stovunum í Gamla Bókhandli. Petur Dahl, fyrrverandi skúlastjóri í Hoyvík, peikar á heimbygdina Funning og fortelur um staðarnøvn og einaferð hann var óheppin í bili. Afturvið prátinum fáa vit ein drekkamunn og smákøkur. Dúkurin er nýggja føroyakortið, sum er plastað. Í innastu stovuni, aftanfyri tendraðar globussar og gomul føroyakort, eru allir álmanakkarnir, heilt aftur til hin fyrsta frá 1929, sum Rikard Long ritstjórnaði. Í túninum eru Guðrun, Lív, Katrin, Rosa Birgitta og Marin Katrina, sum møtast eftir at hava keypt eitt føroyakort í Gamla Bókhandili, tí tær upp á dagin fyri 34 árum síðani mannaðu  Sílið fyri fyrstu ferð. Klok