Teldutala Móðurmálsorðabókin hevur stuttliga orðið pottaður , at verða pottaður. Tað var ein klaksvíkingur, sum eg gekk í flokki saman við á Læraraskúlanum, sum lærdi meg orðið fyrst í 80'unum. Hann hevði verið við línubáti á Flemisch Kap. - Har ráddi alt um, aldri at verða pottaður, segði hann. - Altíð at kunn arbeiða undan og aldri steðga upp. Tí tá vart tú pottaður. Komin í afturhond við at egna línu, sum orðabókin sigur. Samheitaorðabókin hevur eisini orðið náttlagdur , við sama týdningi. Flaggdagin, bæði hin føroyska og grønlendska, skulu almennar og upptaldar danskar flaggstengur flagga føroyskt og grønlendskt. Ein teirra er hon hjá Ríkisumboðnum í Havn. Tað verður til nógv fløgg. Bara einaferð hevur elsta danska flaggfabrikkin, Dahls Flagg Fabrikk, sum varð stovnað í 1864, havt útselt. Tað var fimta mai í 1945. Nú arbeiða fimm mans á fabrikkini. Bara teir ikki verða pottaðir flaggdagin.