Skip to main content

Posts

Pottaður

Teldutala Móðurmálsorðabókin hevur stuttliga orðið pottaður , at verða pottaður. Tað var ein klaksvíkingur, sum eg gekk í flokki saman við á Læraraskúlanum, sum lærdi meg orðið fyrst í 80'unum. Hann hevði verið við línubáti á Flemisch Kap. - Har ráddi alt um, aldri at verða pottaður, segði hann. - Altíð at kunn arbeiða undan og aldri steðga upp. Tí tá vart tú pottaður. Komin í afturhond við at egna línu, sum orðabókin sigur. Samheitaorðabókin hevur eisini orðið náttlagdur , við sama týdningi. Flaggdagin, bæði hin føroyska og grønlendska, skulu almennar og upptaldar danskar flaggstengur flagga føroyskt og grønlendskt. Ein teirra er hon hjá Ríkisumboðnum í Havn. Tað verður til nógv fløgg. Bara einaferð hevur elsta danska flaggfabrikkin, Dahls Flagg Fabrikk, sum varð stovnað í 1864, havt útselt. Tað var fimta mai í 1945. Nú arbeiða fimm mans á fabrikkini. Bara teir ikki verða pottaðir flaggdagin.

Kovboyfilmur í kava um grima hevnd

Teldutala Note to movie pussies: The Revenant is not for you!  Soleiðis byrjar amerikanska tíðarritið Rolling Stone sítt ummæli av nýggja filminum hjá meksikanska Alejandro González Iñárritu, The Revenant , sum júst hevur vunnið tríggjar tær mest týðandi Golden Globes, og nú er í uppskoti at vinna ikki færri enn tólv Oscarvirðislønir. Umframt Leonardo di Caprio í altavgerandi høvuðsleiklutinum, er meksikanski Emmanuel Lubezki, við ótrúliga eftirnavninum Morgenstern, ikki minni høvuðsleikari sum fotografur. Hann filmaði eisini Sleepy Hollow í 1999 og The Tree of Life í 2011. Tá segði hann, at The language of film is further and further away from the language of theater and is closer to music. It's abstract but still narrative. Everything feels less rehearsed. It's more experimental than classical. Heitið á nýggja filminum er úr franska revenir , at venda aftur, nakað sum í Herzog filminum um Martin Guerre , har lagna og náttúra eisini spæla upp móti mannliga høvu...

Havnin í kava

Teldutala Omanfyri Havnina er Húsahagi. Tað er har, sum Tyrvingarstøðin og Vatnverkið eru hjá Tórshavnar kommunu. Spyr ikki meg, hví drekkivatn og tyrving hava so samantvinnaða søgu í Havn. Men ein stillan kavadag er frálíkt útsýni hiðani yvir Havnina og Nólsoynna, ja heilt til Skálhøvda, innan Kirkjubøreyn fjalir sólina og januarmyrkrið leggur seg yvir landið. Innkoyringarvegurin frá Oyggjarvegnum er enn opin, og til ber at koyra inn á tyrvingarøkið at fáa nýggja svarta Havnarmold, ella sleppa sær av við hina gomlu. Moldina, altso. Útsýnið er frálíkt í allar ættir henda góðveðursdag við liggjandi kava í Suðurstreymoy. Steyrarnir og ellinjurnar geva myndunum ein syngjandi dynamikk. Á vegnum standa gravikýr í ymsum litum, har serliga henda gula suðurkoreanska Daewoo tekur seg væl út frammamfyri seinastu sólstrípunum, sum í tí fjara raka Mjóvanes, og eisini beint út í fjørðin, út móti Nólsoynni, við ein klassiskum steyra við klokkum og øllum mitt fyri. Eins og nógva...

Les bloggin við talu

Hoyr tekstin her Nú ber til at lesa bloggin við teldutalu. Trýst á slóðina omanfyri, ella eina av slóðunum, sum er á bloggunum niðanfyri. So kemur tú inn í valmyndina, sum sæst omanfyri. Trýst so á play niðast vinstrumegin. So verður teksturin lisin upp. Ovast høgrumegin kanst tú velja, um ein maður, Hanus, ella ein kona, Hanna, skal lesa. Beint niðanfyri kanst tú áseta lesiferðina, skjóta ella spakuliga.

Torbjørn Olsen 60 ár fríggjadagin

Hoyr tekstin lisnan upp við teldutalu her: Fríggjadagin 22. januar verður Torbjørn Olsen 60 ár. Henda dag letur upp ein heiðursframsýning í Steinprenti við grafikki, sum Torbjørn hevur gjørt í samstarvi við litografin Jan Andersson frá 1993 til 2016. Omanfyri er Torbjørn avmyndaður í bussinum til Skálavíkar at fáa Mentanarvirðisløn Landsins 16. januar í fjør. Niðanfyri er Torbjørn avmyndaður saman við Zachariasi Heinesen í grafiska verkstaðnum Steinprenti í november í 2010. Aftanfyri sæst journalisturin Beate Samuelsen. Í marsmánaði í 2012 sýndi Torbjørn Olsen fram í Listaglugganum í Dr. Jakobsens gøtu í Havn. Í profil og front, fangaði eg hann framman fyri eini sjálvsmynd úr ateliérinum. 28. august í 2010 tá Heystframsýningini lat upp á Skipasmiðjuni, avmyndaði eg Torbjørn og myndhøggaran Andrias Andreassen framman fyri einum litføgrum málningi av Ester hjá Olivuri við Neyst. Á somu Heystframsýning sýndi Torbjørn Olsen fram ein stóran málning við bíbilskum m...

Maktin at geva virðislønir

Hoyr tekstin lisnan sum teldutalu her Omanfyri sæst Cheryl Boone Isaacs, sum er forseti í The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, eisini kend sum Oscarnevndin, ið hvørt ár ger av, hvør fær eina Oscarvirðisløn í 24 ymsum bólkum. Hetta er mest týðandi filmsvirðisløn í øllum heiminum. Um 6000 professionell fólk úr filmsvinnuni eru limir og hava makt at atkvøða. Í so máta eru tey fáu fólkini, sum gera av hvør fær Golden Globes, nógv sterkari. Maktin at gera av hvør nýggjur filmur vinnur eina Globevirðisløn er savnað á 93 hondum. Javnan verður sagt, hvussu stóra ávirkan hesi fáu fólk hava á Oscardómsnevndina og marknaðarføringina gjøgnum alt filmsárið, sum nústani er byrjað. Cheryl Boone Isaacs, 67, er triðja kvinna og fyrsti forseti av afrikanskum uppruna at leiða felagsskapin, sum varð stovnaður í 1927. Í gjár sendi hon út eini boð um í størri mun at fevna einum ymiskleika, at fremja inklusjón, heldur enn at útihýsa fólki í kappingini um Oscarvirðislønirnar. Varisligu boðini...

LucasGamer í kirkju

Hoyr tekstin lisnan sum teldutalu her LucasGamerFC eitur hann á YouTube, har stóra fyrimyndin er  comedyshortsgamer . Til gerandis eitur hann Líggjas av Vollanum, er fjúrtan ára gamal og gongur í áttanda flokki í Kollafjarðar skúla. Avmyndaði hann í Vesturkirkjuni sunnudagin, tá hann saman við mammuni, Karinu, filmaði eina samrøðu við prestin Derhard Jógvansson, sum greiddi frá um føstu. Upptøkan verður at síggja á eini temasíðu hjá Námi um føstulávint . Líggjas fortelur, at hann filmar við eini Iphone 6 Plus og klippur við forritinum Imovie. Lidnu filmarnar leggur hann á YouTube. So skftir hann til enskt. - If you want to do YouTube, you'll have to get a great set up, a mic, computer software editing program, a game capture HD camera, and something people want to see and enjoy. - Sorry, to do YouTube, hvat er tað, spyrji eg púra lost. - Tað er at uploada video'ir frequently, sigur hann promte. - Hvørji eru tey bestu tips, tú kanst geva einum, sum ætlar s...

Sjórok

Hoyr tekstin lisnan upp við teldutalu her Seinastu dagarnar hevur verið sjórok. Orðabókin sigur, at sjórok er sjógvur, sum rýkur ella stendur í andarisi í nógvum vindi. Og tað sæst aftur á vindeygunum, saltið í sjórokinum. Omanfyri er gluggin opnaður oman móti Ríkissalinum hjá Jehova Vitnum. Eingin nevndur, eingin gloymdur, men her er ein arbeiðsuppgáva, sum helst man røkka um alt landið, skulu vit síggja út á fjørðin, har einki rok er longur. Bara stilli, sum leygardagin tá Triton sleipaði Brimil í logn. Stilli og einki rok á sjónum.