Danska grundlógardagin og pápadagin kom russiska fýramastraða barkskipið Крузенштерн ella Kruzenštern á Havnina at vitja Faroe Ship. Ikki kann sigast annað, enn at vitjanin uppá dagin sementerar og endaliga staðfestir føroyskt-russiska vinarlagið, sum sjálvt høgravongurin í politisku skipanini og frambrúsandi vinnulívið tekur undir við, eingin nevndur eingin gloymdur. Vit lata myndina við russiska flagginum á barkhekkuni og Føroya fremsta og sterkasta brandi á russiska marknaðinum standa eina løtu, ikki minst fyri at arga danska ES-fólkatingið, og minna tey á, at vit duga eisini at skapa altjóða sambond, hóast onkur eru nakað skurvut, her út í Norðuratlantshavi. Stásiliga skipið, sum Pressarin trýstir á pláss, er millum tey størstu, ið enn sigla og ikki eru eftirgjørdar krússkútur úr nýggjari marglætistíð. Tað varð bygt á Joh. C. Tecklenborg-skipasmiðjuni í Wesermünde, sum í dag er Bremerhaven, í 1926. Stápilavløbsdagur, sum tey enn siga á Skála, var 24. juni hetta árið.