Skip to main content

Posts

Tá skipanir gloyma børnini

So stuttligt er jólatræið, sum fyrst í mai lýsir tilboðini til børn og ung í Føroyum í dag. Tað var fríggjadagin, at ein sjáldsama hugvekjandi ráðstevna var í Norðurlandahúsinum. Undir heitinum Kná børn , hevði Almannaverkið sett sær fyri at ”seta gongd á eitt arbeiði, sum skal tryggja, at øll børn og ung í Føroyum, rættstundis, fáa javnbjóðis møguleika at standa seg í lívinum.” Tað, sum fyrst fangaði meg, umframt stóra og sjálvrannsakandi evnið, var, at Almannaverkið á triða sinni bjóðaði øllum til ráðstevnuna, uttan at tekna seg frammanundan og uttan at gjalda. Hvussu í allari víðu verð skulu tit halda skil á hesum, hugsaði eg við stirvnum læraradøgum í huga, har øll skulu tekna seg, fáa navn í bringuna, fáa koyripengar og váttan um frían vikar, og so akkurát tann mat, sum hóvar teimum og einki annað grønt úr Havn. Men allar ivasamar hugsanir og fyrivarni úr læraraverðini vórðu gjørd til skammar av tí heilt annarleiðis virkna Almannaverkinum. Teknmálstulking var alla tíðina í

Bóndaparanoia

Einki er sum at sleingja um seg við orðum. Tað mátti eg aftur sanna, tá eg var á veg til arbeiðis í morgun og rendi meg í eitt bussskýli, sum eg mátti avmynda. Ikki tí, havi sæð, at júst hetta skýlið er fermur orðamóttakari hjá somu hond, ið skrivar við gulltussji, svørtum tussji og onkuntíð á pappír, sum verður heft við hønu á veggin. Nýgjørd orð eru góð og smakka mær væl. Tí tá alt kemur til alt eru tað bara orð vit hava. Tað er sum slagarasangurin hjá Bee Gees: "It's only words, but words are all I have". Nýggju orðini, eg fangaði í morgun, eru  bóndin og paranoia . Veit ikki heilt fyri vist, hvat orðauppskotsstillarin heldur og meinar, men eg fati tað annan vegin sum ein greið siping til bøndur, ið eru bangnir og óðir um alt fremmant, ið kemur á teirra jørð, og hin vegin til okkum sjálvi, sum ikki eru bøndur, men hendingaferð traðka á teirra jørð, ið hava skapt okkum sjálvum eina ræðumynd av bóndanum, sum ein, ið skjýtur frá hond og beitir hundin eftir okkum. Vit e

Daniella um Gásadalsfilmin

Gott kvøld øll somul! Eg eiti Daniella Strandberg - eg eri ættað úr Gásadali. Omma mín var fødd og uppvaksin har. Pápi mín, Malmberg Simonsen, fortaldi um familjuna úr Gásadali, har Gásadalsfilmurin hevur sín uppruna. Eg havi altíð verið bergtikin av lívinum, ið fólk høvdu í Gásadali og aðrastaðni í Føroyum í 1700-1800 talinum. Hendan tíðin og umstøðurnar hjá okkara forfedrum, hava fylgt mær øll árini. Kenslan bleiv ENN sterkari, tá ið eg og maður mín ættleiddu tveir synir úr Suðuramerika. Fyri 10 árum síðani hitti eg leikstjóran Richard Hobert, ið eg segði søguna fyri. Eg var við Richardi í Føroyum fýra ferðir, fyri at seta hann inn í viðurskiftini. Vit fingu stóran stuðul úr Føroyum á allan hátt - fíggjarliga, hittu fólk í Gásadali og ættarliðið hjá Jóhannes Joensen, sum er fransabarnið í filminum. Vit vóru eisini inni í húsinum, har Jóhannes er føddur og uppvaksin. Tá Jóhannes seinni í lívi sínum bleiv pápi, gav hann soninum navnið ‘Franz’, og eini dóttur navnið

Filmur skal síggjast í biografinum

Filmur skal síggjast í biografinum, tað er Fågelfangarens son  dømi um. Sá hann í Filmsfelagnum í fullsettum sali í Havnar Bio í gjárkvøldið við góðum ljóði og ljósi, og heilt okay sessum, mitt millum øll hini, sum livdu við í filminum, ið dróg á alt tað kenda við søguni úr Gásadali, og eitt sindur afturat, sett í tíðarkarm fyri meir enn hundrað árum síðan og longur aftur. Filmurin er samantvunnin á svenskum, donskum, fronskum og føroyskum, við einum samanbitnum bónda og pápa sum í Før frosten  í miðdeplinum, við einum ágangandi norðmanni, sum í Barbara uttanum sum ein fluga, og í litseting sum í Tro, håb og trolddom  í bjørgunum. Omanyvir søguni sveimar svenska Livia og knýtir alt saman, hóast koblingarnar ikki altíð blíva so, sum hon vil. Hon stendur í skuld til Esmar, sum einaferð bjargaði henni, helst um sama mundið sum Sámal var maki hjá Jóhonnu. Nú er tað garðurin uppi í dalinum, sum bara eitt dreingjabarn kann bera víðari, hóast tríggjar døtur eru. Tí eru tað børnini, ið bera

At rópa á Gud var størsta avbjóðing!

- Tá triðja barnið kom og tað aftur er ein genta, rópi eg á Gud, veikur og brotin, men tó við ómetaligari styrki. Tað var harðasta og mest krevjanda sena at fyrireika meg til, sigur høvuðsleikarin Rudi Køhnke, sum í Gásadalsfilminum Fågelfångarens son er Esmar, maður Johonnu. - Esmar er ein raskur maður, men hann er bara praktiskur, og tosar ikki við nakran um kenslur, sigur Rudi, sum sjálvur líður av angist og hvørja viku tosar við "ein professionellan mann", sum hann sigur, fattur og greiður á Hotel Føroyum eftir fyrstu sýning í gjárkvøldið. Her síggjast frá vinstru Sébastien Courivaud, sum er franski kapteynurin Armand, ið hevur skrivað dagbók fyri allar dagarnar í Føroyum, Hedda Rehnberg, sum í filminum er kona hansara Marie-Thérèse, leikstjórin Richard Hobert, og høvuðsleikarin Rudi Køhnke, sum er Esmar. - Hetta er størsta filmsframleiðsla higartil, sigur Jan Berg Jørgensen, ið hevur samskipað arbeiðið, sum alt er gjørt í Føroyum, við upptøkustøðum sum

Eitt Estetiskt ráð, takk!

Vit hava eitt Etiskt ráð at taka almenna støðu til etiskar spurningar. Tað er frálíkt og sjálvsagt í einum framkomnum samfelag, tá kjakast verður úti í privatu stovunum um etiskt virði hjá privatum fólki. Men tá vit fara út og møta øðrum á heimrustini, eisini kallað almenna rúmið, so verður tað greiðari og greiðari, at vit ikki bara eiga, men mugu og skulu hava eitt estetiskt ráð. Eina ovastu sovjett um tú vilt, tí har standmyndir verða settar, har raka vit við tær og skulu fyrihalda okkum til tær. Tað slepst ikki uttanum, tí tær standa har og eru ikki ein floygdur etiskur tanki millum veggja eitt evarska sekund. Ikki minst tær standmyndir, ið eru bílagdar, tí tær sigast ella í minsta lagi ætla at umboða ein veruligan heiðurspersón, sum onkur ætlar at brúka til ávist endamál og sum søgubøkurnar fara at fevna og taka til sín, so komandi ættarlið kunnu læra, hvør gestaltaði persónurin bæði var og er, nú hann stendur í túninum framman fyri tær, keyptur í trívídd. Tað er ein alvorlig sø

Gérard Bertrand er fyrsti vínvinurin

Eydna í Soylu, Rannvá Dahl Hanusson og Bjørk Sjóðklett borðreiða í Fútastovu, har tey lýsa við Winemaker’s Dinner. 24 ár gamla Bjørk, sum er longst til høgru við diskin, er matstovuleiðari í søguligu stovuni. Hon er útbúgvin tænari, hevur verið á Restaurant Frederiks Have og D’Angleterre í Danmark, í Kosta Rika eina tíð og er so útlærd her, sigur John Mikkelsen, sum er vertur og leiðari í matstovunum Heima í Havn. Tað er fríggjakvøld og John hevur bjóðað til Winemaker’s Dinner, har vínið er frá Gérard Bertrand í landslutinum Languedoc-Roussillon sunnast í Fraklandi. Fútastova er fullsett. Tónleikarin og fotografurin Edvard Nyholm Debess, sum ofta ferðast í Suðurfraklandi, er millum gestirnar at royna biodynamiska vínið, og hvussu tað kann parast eftir matskránni hjá føroyska kokkinum. Men fyrst ein slank til bøkur og søgu. Fyrstnevndi vínvínur í sjáldsamu bókini Søga, vín og vinir (Áaarstova 2015) eru júst tey hjá Gerardi, ikki í Skopun, men í Suðurfraklandi, Gér