Skip to main content

Bóndaparanoia


Einki er sum at sleingja um seg við orðum. Tað mátti eg aftur sanna, tá eg var á veg til arbeiðis í morgun og rendi meg í eitt bussskýli, sum eg mátti avmynda. Ikki tí, havi sæð, at júst hetta skýlið er fermur orðamóttakari hjá somu hond, ið skrivar við gulltussji, svørtum tussji og onkuntíð á pappír, sum verður heft við hønu á veggin. Nýgjørd orð eru góð og smakka mær væl. Tí tá alt kemur til alt eru tað bara orð vit hava. Tað er sum slagarasangurin hjá Bee Gees: "It's only words, but words are all I have". Nýggju orðini, eg fangaði í morgun, eru bóndin og paranoia. Veit ikki heilt fyri vist, hvat orðauppskotsstillarin heldur og meinar, men eg fati tað annan vegin sum ein greið siping til bøndur, ið eru bangnir og óðir um alt fremmant, ið kemur á teirra jørð, og hin vegin til okkum sjálvi, sum ikki eru bøndur, men hendingaferð traðka á teirra jørð, ið hava skapt okkum sjálvum eina ræðumynd av bóndanum, sum ein, ið skjýtur frá hond og beitir hundin eftir okkum. Vit eru í eini støðu við bóndaparanoia. Dagsins orðatugga á arbeiðsvegnum.